Lýsing

Størri virðing fyri heimatænastu og eldrarøkt

Tey ættarlið, ið bygdu land gjøgnum stóran part av 20. øld eru nú komin upp í árini. Nú kommunan í farna valskeiði yvirtók eldraøkið, er tað okkara ábyrgd, at tryggja eina virðiliga og góða ellistíð fyri tey, ið undan gingu.

Heimatænasta og eldrarøkt skal raðfestast og gerast munandi betri. Vit í einasta andstøðuflokkinum, vilja ítøkiligt hækka játtana til hetta stórmál við tíggju milliónum.

Men hægri raðfesting merkir ikki bara hægri játtan, umráðandi er eisini at starvsfólkini, ið virka innan eldraøki vera tikin við uppá ráð, hetta eru serfrøðingarnir og teirra ráðgeving er avgerandi fyri, at peningurin veruliga ger mun.

Tað er ofta alt óv langt frá hægsta leiðara á Vaglinum til starvsfólk og brúkarar. Einans við at lurta eftir starvsfólkum, brúkarum og avvarandi kunna vit gera munandi ábøtur á økinum.

Tað er eisini neyðugt, at vit geva fólki møguleika, at vera í egnum heimi sum longst. Vit vita øll at livialdurin hækkar støðugt, tí er neyðugt at vit laga okkara tilboð til hendan veruleika. Við miðvísari venjing og í summum førum endurvenjing gerast eldri munandi meira sjálvbjargin. Kommunan hevur longu tilboð á hesum økinum, men við at viðka og bøta um hesar venjingar, kunna vit hjálpa fólki, soleiðis at tey munandi betri eru før fyri at búleikast heima. Ein betri heimatænasta skal tryggja, at tey eldru kunnu liva væl í sínum kendu karmum.

Ellisheimini muga eisini raðfestast hægri. Vit vilja ítøkiliga arbeiða fram í móti, at fara frá núverandi normering, har eitt starvsfólk er til fýra brúkarar, til at tey skula hava tríggjar brúkarar. Hetta vildi, saman við viðkomandi eftirútbúgving av starvsfólkum, bøtt munandi um trivnaðin, bæði hjá starvs- og búfólkum á ellisheiminum.

Klandursmálið um tey, ið eru yngri enn 67 ár, ið hava fingið eitt nú demens, er eitt greitt dømið um, at menniskjan verður sett afturum umsitingarlig atlit. Hetta er eitt tekin um eina skipan, ið gloymir menniskja, og tað skal sjálvandi broytast.

Málið má vera at vit við hægri játtan og betri raðfestingum, veruliga kunna gera mun fyri okkara eldru. Bara á hendan hátt vísa vit starvsfólkum, brúkarum og avvarandi tað virðing tey eiga uppiborna

Brandur í Dali – Býráðsvalevni fyri Tjóðveldi

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X