Lýsing

Lat okkum fjálga um allan ítrótt í Tórshavnar kommunu

Sitandi býráðssamgongan eigur rós uppiborið fyri, tað, ið tey hava gjørt fyri ítróttin. Tórsvøllur, fótbóltsvøllurin í Hoyvík og útbyggingin av ítróttarhøllini á Hálsi eru frálík átøk. Men nú er løtan at hyggja at teimum ítróttum, sum ikki eru spældir við bólti.

Ítróttarlívið í høvuðsstanum er lukkutíð fjølbroytt og spennandi, og vit ætla, at hesi skulu standa fyri tørni, nú nýtt býráð tekur sætið.

Mest átroðkandi er at útbyggja svimjihøllina. Hetta skuldi verið gjørt fyri nógvum árum síðani. Tað er gott at síggja, at her tykist at vera breið semja um útbyggingina. Hetta verður eitt frambrot, ið fer at flyta svimjing í høvusstaðnum á eitt nýtt og hægri støði. EIn útbygd svimjihøll gevur eisini betri pláss fyri vanliga borgaranum, sum bara hevur hug at svimja nakrar longdir.

Kappróðurin er okkara tjóðarítrótt, og fyri okkum í høvuðsstaðnum hevur tað verið ein frægd at síggja eldsálirnar í Knørri ment felagið til tað, sum tað er í dag. Men tíðin er komin, at vit geva róðrarfelagnum Knørri virðiligar hølisumstøður. Tey hava í áratíggju roynt at fingið loyvið at byggja sær neyst á fleiri ymiskum økjum, men hvørjaferð hevur kommunan vent tummilin niðureftir. Hetta fyri kommuna lítla mál, er alt avgerandi fyri róðrarfelagið Knørr. Sjálvandi skula knørrafólk hava somu umstøður, sum hini róðrarfeløgini í býnum.

Aðrir ítróttir sum skjóting, ríðing, súkling, frælsur ítróttur, bogaskjóting, ja, eg kundi hildi áfram við langum lista hava stóran tørv at fáa betri umstøður, her eiga vit sum kommuna at skapa karmar.

Mín ætlan er at komandi býráðssamgongan fer at hugsa meira um hesar ítróttir.

Brandur í Dali, valevni hjá Tjóðveldi

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad