Lýsing

Lat okkum røkja tað vit eiga

Manglandi viðlíkahald kostar, tað vita tey flestu sum eiga hús. Málar tú ikki vindeyguni, so noyðist tú at skifta tey, langt áðrenn tað annars er neyðugt.

Sama er galdandi hjá einari kommunu – Røkir hon ikki sínar ognir, so kostar tað í longdini !Hetta er galdandi bæði fyri vegir, bygningar, bilar og aðrar ognir. Eisini skula vit hava í huga at hvørja ferð vit byggja okkurt nýtt, so skal viðlíkhaldskontan økjast samsvarandi.

Tíanverri hevur hugburðurin til hetta ongantíð verið tann rætti hjá okkaru fólkavaldu. Tað er helst stuttligari at byggja nýtt og klippa snórar, enn at viðlíkahalda tað ein eigur frammanundan.

Gott dømi um hetta er kloakiskipanin í Havnini. Tá man hevur gingið túr á Kongabrúnni í lágætt og kent ráman av mannatrekki, tá er skjótt at ásanna at hetta er eitt økið ið krevur ábøtir. – Játtanin til røkt og nýgerð av kloakum hevur verið so lág at hon næstan tað sama kundi verið strikað.

Seinastu árini er hon tó hækkað nakað, men hetta má og skal gerast enn betri framyvir. Eisini á vatnverkinum er rúm fyri ábøtum. Manningin eru góð, men játtanin tey fáa er alt óv lág. Fesk dømir um átroðkandi ábøtir eru reinsiverkið í Kollafirði og í Havnardali. Í báðum støðum skuldi reinsiskipanin verið skift fyri langari tíð síðani.

Tað hava so eisini verið trupuleikar í seinastuni. T.d. hava argjafólk og fólk í vesturbýnum í longri tíð skula kóka vatnið, hetta hevði helst ikki verið neyðugt um ein nýggj reinsiskipan hevði verið í Havnardali.

At summir partar av vatnverkinum eru gamlir, er gott dømi um at elstu vatnrørini ið enn eru í brúk í Havn eru frá 1898….Vit kunna helst halda fram við vegakervið, skúlum o.s.f.

Men tað sum eg helst vil, heldur enn at remsa alt hetta upp, er at vit broyta hugburð. Frá tí at vit altíð bara hugsa um hvat vit skula byggja, til at vit meira hugsa um hvussu vit skula røkja tað við eiga. Tað hevði tænt okkum betri í longdini !

Brandur í Dali – Tjóðveldi

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad