Lýsing

SEV ránið má og skal steðgast !

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava sett sær fyri, at niðurbróta og sundirlaða, sum mest av almennum fyritøkum og partafeløgum.

Seinastu dømini eru SEV og Føroya Tele. Á Føroya Tele hevur fíggjarmálaráðharrin kroyst stovnin so hart, at bæði stjórin og nevndarformaðurin, herfyri valdi at leggja frá sær. Hetta ger fíggjarmálaráðharrin sær síðani dælt av og setur sín egna grannskoðara, inn sum nýggjan nevndarformann. Hesin hevur so heimild saman við nevndini at seta nýggjan stjóra – Game, set & match til Jørgen, Bárð og teirra flokkar….

Lukkutíð er SEV ein kommunnalur felagskapur, so her hava hesir sokallaðu liberalistarnir ikki heilt so lætt spæl. Tí ætla teir nú í Løgtingið, at royna at sundurlaða felags ognina hjá okkum øllum, non-profit felagsskapin SEV. Hetta soleiðis at aðrir vinnuligir aktørar, m.a. útlendskir, fáa framíhjárætt til netið, ið SEV hevur gjørt og eigur.

Tá vit hava eina føroyska non-profit loysn, tá er tað mær ein gáta hvussu tað skal tæna føroyska brúkaranum, at m.a. útlendingar skula tjena pengar uppá føroyska vindorku….

Eitt gott dømi um at undirstøðukervið í flestu førum, er best tænt av at vera á almennum hondum er Atlantsflog. Hugsa tykkum um tað var eyðnast táverandi landstýrið, at selja Atlantsflog. – Høvdu vit so havt nakað flogfelag ? Og høvdu vit havt nakað loftvegis samband, teir vetrarmánaðir SAS ikki tímir at flúgva til Føroyar ?

Eg ivist ikki eina løtu í at tað er bert ein lítil minniluti av fólkinum, ið tekur undir við at SEV netið skal sundurlaðast og gevast uppí hendurnar á m.a. útlendskum spekulantum

Tí er ein av fremstu uppgávunum hjá býráðnum, ið tekur við um ársskiftið, sum parteigari í SEV, at arbeiða miðvíst ímóti at steðga hesum ætlaða ráninum av okkara felags ogn !

 

Brandur í Dali

 

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad