Lýsing

Hvør tekur uppvaskið?

Føra vantandi raðfestingar og ivasom fíggjarstýring Tórshavnar Kommunu á vandakós?

 

Tað gongur at síggja til væl í Tórshavnar Kommunu. Nógv prosjekt eru í gerð, og borgarstjórin er nærum dagliga at síggja í miðlum, har snórar vera kliptir til nýggjan skúla, vegstubbar, barnagarð, trappur o.a.. Vit eiga eisini ein sjáldsama virknan borgarstjóra. Hann er við í øllum og eingin ivi er um, at hann er ein góður og vælmeintur maður, ið vil Havnini alt tað besta.

 

Tá heitt varð á meg at stilla upp til býráðsval, takkaði eg fyrst nei. Hví stilla upp, tá alt gongur so væl í kommununi? Men aftaná umhugsunartíð gjørdi eg tó av, at hóast nógv er gott, og at verandi býráðslimir hava gjørt nógv gott, so er eisini nógv, sum eftir mínum tykki kundi verið gjørt øðrvísi. Serliga sakni eg langtíðarætlanir fyri kommununa. Tað tykist sum, at alt verður gjørt eftir einum leisti, har tað bara verður hugsað um ein dag í senn.

 

Hvussu er við raðfestingum?

 

Er tað rætt at seta so nógvar pengar í deyð virði, meðan okkara gomlu liggja heima og ikki sleppa á ellisheim?

Er tað rætt at eitt tómt ”sjóvinnuhús” fær milliónaupphæddir og at keypa bankabygningar til umsiting, hetta samstundis sum havnarborgarar noyðast at flyta á bygd, tí tey ikki hava ráð at búgva í heimbýnum?

-Skeivar raðfestingar í besta føri.

 

Tað er eisini hugvekjandi at kommunan setur so nógv í verk samstundis, soleiðis at vit í bestu tíðum noyðast at taka lán at gjalda fyri hesar íløgur. Gloymast má ikki, at kommunan á sinni hækkaði skattaprosentið fyri at gera íløguna til Boðanesheimið. Íløgan var røtt og verkætlanin var alneyðug at gera. Tey gloymdu tó at lækka hetta aftur, tá heimið stóð liðugt. At so kommunan, sjálvt við hesum eyka prosentinum í skattainntøku, noyðist at skuldarbinda okkum borgarar, eigur at fáa allar alarmlampunar at blunka á Vaglinum.

-Eingin ella skeivar raðfestingar í besta føri!

 

Enn er eingin stórur vandi á ferð, men um vit ikki taka okkum um reiggj og fara at føra ein varnan og skilagóðan fíggjarpolitikk, hetta við raðfestingum og langtíðarætlanum, so eru vit skjótt á vandakós.

 

Tað er altíð stuttligt at vera í veitslu. – Men við hetta lag havi eg hug at spyrja hvør skal taka uppvaskið, tá veitslan hjá Tórshavnar Kommunu er liðug?

 

 

Brandur í Dali, býráðsvalevni fyri Tjóðveldi

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad