Lýsing

Fjølbroytt vinnulív er lykilin til vælferð

Nú valið stendur fyri durðum eru lyftini nógv, men fá valevni bera uppá tungu, hvussu vælferðin og lyftini skulu fíggjast. Skulu vit tryggja vælferðina, mugu vit tryggja inntøkurnar, og tað gerst bert við einum virknum vinnulívi.

Tórshavnar kommuna hevur eitt breitt vinnulív. Tað fevnir líka frá frisørum í tænastuvinnuni til bøndur, reiðarí, farmavinnu, stórar byggifyritøkur, matstovur í heimsflokki og alt møguligt annað. KT vinnan og Ferðavinnan hava eisini fingið fastatøku.

Tað er sera umráðandi at kommunan er ein aktivur viðleikari at tryggja vinnuni góðar karmar. Kommunan skal m.a. hjálpa stóru fyritøkunum við vinnugrundstykkjum, smáu vinnurekandi við betri parkeringsmøguleikum, ferðavinnuni við betri skelting og reiðarum og farmafeløgum við bryggjukanti og nøktandi arbeiðsumstøðum.

Umráðandi er, at fólkini á Vaglinum veita vinnuni hjálpandi hond, heldur enn at seta henni forðingar.

Sjálvt um Havnin hevur nógv almenn arbeiðspláss, fara vit altíð at hava brúk fyri privatum íverksetarum, ið tora at taka vága á seg og harvið skapa arbeiðspláss.

Hesi arbeiðspláss gera mun, tá skattainntøkan hjá kommununi skal gerast upp á nýggjárinum. Tí er eitt fjølbroytt vinnulív lykilin til vælferð.

Tá trappubrøðurnir keypti sluppina Fox vóru teir við til at leggja lunnar undir føroysku fiskivinnuna. Síðani hava vit her í býnum havt nógv vinnulívsfólk, sum hava bygt seg upp frá nærum ongum til at hava stór virkir, sær sjálvum, starvsfólkum og býnum til gagns.

Brandur í Dali – Valevni hjá Tjóðveldi

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad