Lýsing

Uttan inntøkur eru eingir pengar at brúka 

Nú valið stendur fyri durðum eru lyftini nógv, men fá valevni bera uppá tungu, hvussu vælferðin og lyftini skulu fíggjast. Skulu vit tryggja vælferðina, mugu vit tryggja inntøkurnar, og tað gerst bert við einum virknum vinnulívið

Tórshavnar kommuna hevur sum er, eitt breitt vinnulív. Tað fevnir líka frá frisørum í tænastuvinnuni til bøndur, reiðarar, farmavinnu, KT vinnu, stórar byggifyritøkur, matstovur í heimsflokki og alt møguligt annað. Ferðavinnan var eisini við at vaksa seg stóra áðrenn heimsfarsóttin Covid-19 fór at herja.

Í samband við Covid-19, kom veruliga fram hvussu nógv smá vinnurekandi eru í kommununi. Lukkutíð hava tey flestu av hesum hóra undan, men tíanverri eru tað nógv ið hava eina bratta mótbrekku fyri framman – Teimum hava vit eina sjálvsagda skyldu, at hjálpa um tað ber til.

Sum heild er tað sera umráðandi at kommunan er ein aktivur viðleikari at tryggja vinnuni góðar karmar. Kommunan skal m.a. hjálpa stóru fyritøkunum við vinnugrundstykkjum, smáu vinnurekandi við betri atkomumøguleikum og reiðarum og farmafeløgum við bryggjukanti og nøktandi arbeiðsumstøðum. Umráðandi er at vit royna at goyma tað av bryggjukanti, ið er eftir til vinnulívið – Spælilond kunna vera allastaðni, tað kunna skipini ikki !

Umsitingin á Vaglinum skal altíð veita vinnuni eina hjálpandi hond, heldur enn at seta henni forðingar.
.
Sjálvt um Havnin hevur nógv almenn arbeiðspláss, fara vit altíð at hava brúk fyri privatum íverksetarum, fólk ið tora at taka vága á seg og harvið skapa arbeiðspláss.

Hesi arbeiðspláss gera mun, tá skattainntøkan hjá kommununi skal gerast upp á nýggjárinum. Tí er eitt fjølbroytt vinnulív lykilin til vælferð.

Brandur í Dali – Tjóðveldi

Brandur í Dali

Deil hesa grein umvegis
468 ad