Lýsing

Busskoyring eisini sunnudag

Eitt afturvendandi ynski frá serliga teimum eldru, ið nýta Bussleiðina, er, at hon eisini koyrir sunnudag.

Hetta ynskið fekk eg enn eina ferð staðfest, tá eg um dagarnar var inni á gólvinum í Tilhaldinum í Tórsgøtu.

Har sótu 15 hugagóðar kvinnur í 70-90 ára aldri og bundu gávur til tiltakið Christmas Child, sum hevur verið fastur táttur hjá Tilhaldinum í fleiri ár, mikudag seinnapart.

Kvinnurnar búðu allar heima og søgdu seg sum er ikki hava stórvegis tørv á heimahjálp.

Tær hoyra sostatt til stóra bólkin av eldri, ið sum heild er væl fyri likamliga og sálarliga og klárar seg sjálvan.

Tær vóru sera fegnar um at kunna hittast í Tilhaldinum eina ferð um vikuna og hava stokkarnar við.

Flestu teirra komu aftur og fram við Bussleiðini, sum tær hildu var eitt av bestu tiltøkunum hjá kommununi nakrantíð.

Hetta var sjálvandi hugaligt at hoyra hjá einum, sum í síni tíð var við til at fáa hesa væl umtóktu skipanina í lag.

Spurdar, hvørjar tænastur tær hildu, komandi býráð átti at raðfest, serliga við atliti at teirra aldursbólki, svaraðu tær allar við ein munn: Víðkið um busskoyringina, so hon eisini fevnir um sunnudag!

Hesum ynskinum eru tær sum nevnt ikki einsamallar um, og vónandi fer eitt nýtt, eldravinarligt býráð at geva umbøn teirra eina góða og sakliga viðgerð.

Hesum fer Tjóðveldi sjálvandi at virka fyri.

 

Leivur Hansen,

býráðsvalevni á Lista E

 

 

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad