Lýsing

Hon teknar ræðumyndir í skúlamálum

Helena Dam á Neystabø hevur sitið við skúlamálum í Tórshavnar býráð hetta farandi skeiðið. Sjáldan hevur so stór fløkja verið í málsviðgerðini. Skúlarnir, sum klárt var at seta á skinnararnar fyri síðsta val, hava verið slongdir úr einum horni í annað og útsettir ferð aftaná ferð.

Muskkskúlin er eitt klassadømi í so máta. Hann er hon aftur farin at lova nú upp undir val væl vitandi, at liðugt verður ikki at bjóða upp á hann fyrrenn eftir valið, og tá er eitt scenarii hjá núverandi samgongufólkum, at Musikkskúlin verður ikki bygdur, um prísurin fer upp um okkurt tilvildarliga valt tal.

Vit í Tjóðveldi taka enn sum áður av fullum huga undir við, at Musikkskúlin verður bygdur við Landavegin, um enn hann hevði ligið betur í Sortudíki.

Forkvinnan í mentamálanevndini er farin at tekna ræðumyndir um, at alt orðaskifti um skúlaskap í Tórshavnar kommunu er oyðileggjandi fyri Skúlan á Fløtum og aðrar skúlar, sum standa fyri nýgerðum og dagføringum.

Lat tað vera sagt, at Tjóðveldið ætlar ikki at pakka tann sonevnda skúlapakkan uppaftur. Skúlin á Fløtum verður bygdur, men loyvt má framvegis verða býráðslimum at skifta orð um skúlaskipanina og møguleikarnar fyri eini framhaldsdeild í Sankta Frans, so børnini hagani fáa tryggari karmar.

Skúlin á Fløtum er komin undir land. Samgonguni manglar bara at gera upp við seg sjálva, hvussu hann skal fíggjast, og eg taki undir við hvørjum orði hjá Helenu, tá hon sigur, “at vit sjálvandi skulu dagføra bæði Hoyvíkar skúla, sum í mong ár hevur verið álitið í Hoyvík, og eisini Sankta Frans Skúla, sum framhaldandi skal verða ein spennandi miðbýarskúli við sterkari søgu”.

Sankti Frans er ein av teimum størru skúlunum í Tórshavnar kommunu. Hann er einastur eftir í sjálvum miðbýnum. Stór andsøgn tykist vera í, at bara hann av øllum størru skúlunum í kommununi ikki hevur framhaldsdeild. Tí hevur hetta ynski og orðaskifti tikið seg upp.

Ynskið hevur fingið undirtøku frá bæði floksfeløgum og samgongufeløgum hjá Helenu Dam á Neystabø. So ræðumyndin, sum hon roynir at tekna av okkum í Tjóðveldi, er eins væl galdandi fyri hennara Javnaðarflokk og hinar flokkarnar í býráðssamgonguni!

Gott val og set X við E.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X