Lýsing

Vinnulívið má blóma

Fjølbroytt og blómandi vinnulív er fortreyt fyri framburði og fólksins trivnaði. Fortreytin eru góðir karmar at virka undir, so tey, sum reka vinnu, kunnu menna og vaksa um sítt virksemi.

Tjóðveldi vil tryggja hesar karmar. Tað merkir eitt nú góðar atkomumøguleikar og parkeringspláss, skjótari viðgerð av loyvum og hjálp og stuðul til íverksetan og nýggjar vinnur.

Havnirnar í kommununi eru týðandi arbeiðspláss og okkara portur til útheimin. Tí eiga tær áhaldandi at verða nýtíðargjørdar. Havnin í Havn er miðdepil fyri føroyskari sjóvinnu. Fyri Tjóðveldi er umráðandi, at Vestara bryggja framvegis hýsir virksemi, ið er knýtt at sjónum.

Í miðbýnum í Havn er neyðugt at gera tað liviligari hjá handilsvinnuni. Kommunan eigur at krevja útvent virksemi, soleiðis at bygningar og handilshøli ikki standa tóm ella myrk.

Áleikandi neyðugt er, at kommunan sum skjótast fær til vega fleiri parkeringspláss í býnum til frama fyri ein lívligari bý.

Kreativar vinnur eru framtíðar vinnur. Tí verður Nýskapanarhúsið Hugskotið styrkt og ment.

Ferðavinnan er hornasteinur undir nógvari handils- og tænastuvinnu. Havnin eigur enn sum áður at vera ein miðdepil, har ferðafólk trívast. Ferðavinnan verður ment uttan at órógva og oyða náttúruna, og Visit Tórshavn fær umstøður at menna tilboð til ferðafólk. .

Vit eiga nógvar perlur í Tórshavnar kommunu. Vit mugu eisini gagnnýta oyggjar og bygdir, ið eru serliga áhugaverdar í ferðavinnuhøpi. Saman við bygdarfólkinum og øðrum áhugaðum verður ferðavinnan løgd til rættis og ment.

Tórshavnar kommuna er størsta landbúnaðarkommuna í Føroyum. Atlit mugu takast til landbúnaðin, eitt nú skunda undir viðgerð av loyvum til virksemi og út- og umbyggingar.

Kommunan eigur eisini eftir førimuni at stuðla undir møguleikarnar hjá landbúnaðinum at taka upp aðrar tættir so sum ferðavinnu.

Filmsvinnan kann mennast til eina týðandi vinnu í Føroyum. Tí stuðlar Tórshavnar kommuna enn sum áður hesi vinnu. Áhugafelagnum Klippfisk verða vissaðir góðir karmar. Vit eru til reiðar at útvega neyðugu fortreytirnar fyri, at Filmshúsið verður í Havn.

Vinna og trivnaður eru tvær síður av somu søk. Tjóðveldi vil bæði!

X við E.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

 

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X