Lýsing

Musikkskúlin á vegamóti

Samgongan á Vaglinum hevur ikki megnað at útvega Tórshavnar Musikkskúla nýggj og tíðarhóskandi høli í hesum valskeiðnum. Ivasamt er, um nøkur slík avgerð verður tikin fyri býráðsvalið 8. november.

Fyrireikingarnar til skúlan eru tambaðar so langt út, at nýggi musikkskúlin enn sum áður hongur í leysum lofti. Greitt tekin um tað er, at hóast projekteringin av spildurnýggjum skúla úti við Landavegin er liðug, verður arbeiðið framvegis ikki boðið út.

Skúlin hevur verið á rundferð í býnum meginpartin av hesum fýra ára skeiðnum. Fyrst skuldi hann ikki grynna í Sortudíki. So varð roynt at proppa hann inn í Kommunuskúlan.  Síðani varð roynt á einum stykki við Handilsskúlan.

Haðani varð flutt á eitt slættað ítróttaøki við Landavegin. So gjørdi hann eitt rend oman á Skálatrøð, men varð skjótt dragsaður niðan aftur á Landavegin.

Í ár hevur Musikkskúlin loksins fingið tær støddir og víddir, sum eitt tílíkt hús skal hava, men nú avgerandi stigið skal takast, knípur við at bjóða arbeiðið út.

Hóast tvey býráð ferð eftir ferð hava tikið einmælt undir við málinum, so er hendan skúlaætlan ikki vorðin veruleiki. Tessvegna hava tey, sum varða av musikkskúlanum og eru góð við hann, verið fyri einum vónbroti fyri og øðrum eftir.

Býráðið hevur játtað tilsamans 40 milliónir krónur til byggingina. Teir pengarnir standa framvegis á íløguætlanini. Kostnaðurin verður meir enn tað, men hesar fyrstu 40 eru ein dygg byrjan og áttu at verið sjónligt prógv um, at Tórshavnar býráð hevur meint sítt prát um nýggjan musikkskúla.

Nú frættist, at Tórshavnar kommuna fer at fáa góðar 40 mió. kr. av áður brúktum íløgum í kassan aftur fyri bankahúsini í Húsagøtu. Tað hevði verið funnin fressur nú at játta burtur av hesum pengunum til Musikkskúlan.

Vónandi setir býráðið ætlanina í verk. Tjóðveldi stendur enn sum áður aftanfyri ætlanina at byggja tónleikafólkinum, ungum sum tilkomnum, ein virðiligan og tiltrongdan skúla í høvuðsstaðnum.

X við E

Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X