Lýsing

Vandi fyri óviðkomandi atlitum

Nú býráðsvalið stundar til, er eyðsýnt, at fleiri valevnir, sum frammanundan eru løgtingsfólk, eisini vilja stjórna Tórshavnar kommunu. Vandi er tí fyri, at fleiri enn eitt nú borgarstjórin enda í dupultleiklutum í býráðnum og løgtinginum.

Avleiðingina av dupultleiklutinum hjá borgarstjóranum hava vit longu sæð, og vit kunnu ímynda okkum, hvussu standurin verður, um 4-5 fimm løgtingsfólk sum limir í Tórshavnar býráð í heilum fara at jonglera við hóttanum millum kommununa og løgtingið fyri at fáa sín vilja.

Tá verður kommunan neyvan stýrd samsvarandi tí, sum er best fyri borgararnar í kommununi, men tí, sum politiskt er best fyri løgtingslimirnar/býráðslimirnar sjálvar í antin kommunala veruleikanum ella landspolitiska veruleikanum.

At taka óviðkomandi og ósaklig atlit í fyrisitingarmálum kallast valdsreinging. Í hesum førinum er talan um politiskar persónar í dupultleiklutum, sum kunnu taka óviðkomandi og ósaklig atlit egna vegna. Tað er politiskt ótolandi og ringur stílur.

Flestu flokkar halda tað vera neyðugt at styrkja sínar uppstillingar við valevnum, sum frammanundan eru løgtingsfólk. Valevnini vilja ivaleyst tað besta. Tey hugsa helst eisini, at veljararnir mugu bestemma.

Mín áheitan er, at veljararnir á valinum 8. november bera so í bandi, at Tórshavnar býráð ikki gerst ein køvandi hurlivasi av dupultleiklutum til frama fyri áhugamál og atlit, ið eru Tórshavnar kommunu og hennara borgarum óviðkomandi.

Verður tað lagið, verður sera trupult at stýra kommununi nóg væl.

Vit eru fleiri, sum bara ætla at røkja býráðsarbeiðið, verða vit vald. Vit fara at gera okkara allarbesta til tess at tryggja, at áhugamálini hjá Tórshavnar kommunu og hennara borgarum altíð verða sett fremst.

Tað var eisini hugsjónin, sum lá undir, tá Tjóðveldi í Tórshavnar býráð atkvøddi ímóti leiklutinum hjá okkara borgarstjóra sum løgtingsmaður og borgarstjóri samstundis.

 

X við E.

Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad