Lýsing

Tey flokkast um okkara valskrá

Tjóðveldi hevur í tveir mánaðir víst á, at farandi býráðsmeiriluti hevur verið eitt byggi- og betongstýri uttan mál og mið, og at neyðugt tí er at seta fólkið fyrst og fremst, so borgarar í øllum aldri kunnu fáa veruligar ábøtur.

Serliga hava vit víst á, at ongin í meirilutanum tykist hava hugsað ein tanka um tær stóru avbjóðingar, ið verða á eldraøkinum í framtíðini, og at átøk tí mugu setast í verk beinanvegin.

Vit siga, at 10 mió. kr. beinanvegin skulu setast av til fleiri heitar hendur í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum. Vit siga eisini, at 10 mió. kr. mugu setast av til meira tíð til børnini á dagstovnunum.

Vit hava somuleiðis sett út í kortið at fáa bústaðarmøguleikarnar á beint, tá vit koma framat á Vaglinum, og víst á trupulleikarnar við avoldaðum kloakkum og støðugt fækkandi parkeringsplássum í býum.

Hugaligt er at síggja, at síðan vit fóru at tosa um at seta fólk fram um betong, endurljóðar hendan stevnan í valskráum hjá hinum flokkunum.

Við gongdini seinastu vikuna staðfesta vit tí, at í valskránni hjá Tjóðveldi er kósin longu løgd fyri mongum av tí, sum skal henda næstu býráðssetu í Tórshavnar kommunu.

Skal kósin verða framd, krevst tó, at vit fáa dyggan stuðul á valinum 8. nov. – so dyggan, at ongin sleppur uttan um lista E valkvøldið. Vit hava ætlanirnar, og vit eru til reiðar.

Jógvan Arge
varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X