Lýsing

Húsaprísir hækka og leigubústaðir vanta

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu veksur alsamt, og við fólkatalinum og ferðini á búskapinum eru hús og íbúðir alsamt dýrkað í høvuðsstaðnum.

Bústaðarmeklarafeløgini Inni og Skyn upplýstu nú um dagarnar, at meðalprísurin á einum húsum í Tórshavnar kommunu er 2,5 mió. kr.

Hetta er ein hálv millión meira enn fyri fýra árum síðan.

Stórt hugflog krevst ikki at síggja, at ein ung familja, sum skal seta búgv í kommununi í dag, skal lyfta tungar byrðar, skulu hús keypast fyri hendan prísin.

Samstundis er greitt, at útboðið av leigubústøðum er ov lítið.

Bústaðir hava bygt 34 leigubústaðir í kommununi seinnu árini, og felagið hevur boðað frá, at sáttmáli skjótt verður gjørdur um 38 leigubústaðir aftrat oman fyri Berjabrekku. Eisini verða 37 lestraríbúðir gjørdar í løtuni.

Hetta er alt at fegnast um.

Hugmyndin aftan fyri Bústaðir er at skapa øllum atgongd til góðan og tryggan bústað, og hendan hugmyndin er bjørt og týdningarmikil.

Men Tórshavnar kommuna kann ikki bara bíða eftir Bústøðum í bústaðarmálum.

Setir kommunan seg at bíða eftir loysnum, ið onnur skulu skapa, vendir hon blinda eygað til fjøltáttaðu avbjóðingarnar á bústaðarøkinum, og tað fer at seinka neyðugu loysnunum.

Næsta býráð eigur straks at fáa allan bústaðartørv í kommununi lýstan, so fremjast kann ein ætlan fyri, hvussu hann kann nøktast innan ásett áramál.

Framrokningar á eldraøkinum tala sítt greiða mál um tørvin har. Framrokningar viðvíkjandi tilvaksandi ættarliðnum eiga eisini at vísa, hvør tess bústaðartørvur kann væntast at verða næstu árini.

Ein heildarætlan fyri allan bústaðartørv í Tórshavnar kommunu stendur ovarlaga á dagsskránni í hjá Tjóðveldi næstu setu. Tær íløgur, ið kunnu hugsast at gerast neyðugar, eru væl útgivnar, tí tær tæna fólkinum fyrst og fremst.

 

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X