Lýsing

Meðan borgarstjórin svevur í New York

Borgarstjórin hevur verið oman fyri garðarnar í New York og sannført seg um, at tað er hann við øllum sínum vísdómi, sum ger av, um ein varaborgarstjóri í Havn er skikkaður ella ikki.

Men soleiðis er skipanin ikki. Útgangsstøðið er, at eitthvørt býráð sambært lóg skal hava tveir varaborgarstjórar at taka til, tá borgarstjóranum berst frá.

Býráðið velur 1. varaborgarstjóra og 2. varaborgarstjóra, tá tað skipar seg fyrst í eini býráðssetu. Fyri skjótt fýra árum síðani varð undirritaði valdur til 1. varaborgarstjóra og partakvinna borgarstjórans Elin Lindenskov til 2. varaborgarstjóra.

Hetta val er galdandi alla setuna eins og valið av borgarstjóra. Tað er fleiri ferðir komið fyri, at borgarstjórar hava mist meirilutan, sum hevur valt teir, men teir hava ikki lagt frá sær, tí teir kunnu ikki heldur enn varaborgarstjórar koyrast frá í setuni.

Tað hevur verið vanligt, at tá borgarstjórin er burturstaddur, virkar varaborgarstjórin í hansara stað. Hvussu ofta sat Heðin Mortensen ikki sum virkandi borgarstjóri í stólinum hjá Jan Christiansen á sinni? Jan var í dýrastu neyð av honum og tók eina ferð til, at bara hann fór á ves, so sat Mortensen í hansara stóli.

Borgarstjórin hevur sjálvur upplýst, at hann er í New York í almennum ørindum. Hetta eru ikki ørindir fyri Tórshavnar kommunu, men fyri Føroya Løgting. Hann er tí burturstaddur. Tað er ikki lætt at skilja, at hann kann røkja sínar uppgávur vegna løgtingið á ST-høvuðsborgini í New York og samstundis ansa hvørjum smáluti í Tórshavnar kommunu. Tá býráðsskrivstovan er opin, svevur hann jú sín søta svøvn í USA.

Tá borgarstjórin fyri góðum tveimum árum síðani fór at tveita okkara fólk úr breiða samstarvinum, sum hann skipaði á Vaglinum, hóast Javnaðarflokkurin hevði meiriluta einsamallur, hildu vit, at tíðin var komin at taka allan flokkin úr. Vit gjørdu púra greitt, at vit tilskilaðu okkum rætt til at taka støðu frá máli til mál í nevndum og býráð.

Tað hava vit eisini gjørt. Tað avgerandi er, hvørjum stakmálum tú tekur undir við og kanst ábyrgdast fyri.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at borgarstjórin í Havn setir seg oman fyri skipanirnar, sum hann arbeiðir undir. Fyrr í setuni megnaði hann at fáa síni næstu í samgonguni at samtykkja at hækka trivaliga borðfæið, sum hann fær at vísa blíðskap fyri uttan at leggja fram kvittan.

Henda hækking fall uttan fyri reglurnar hjá tí almenna, og kommunala umsitingin mátti okkum kunnugt steðga útgjaldinum av hækkaða borðfænum í stundini.

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad