Lýsing

Tjóðveldi vil játta 10 mió eyka til eldrarøkt og heimatænastu

Tjóðveldi raðfestir eldraøkið høgt. Fleiri stig skulu tryggja fólkinum ein góðan aldurdóm við betri loysnum. Vit vilja styrkja og víðka heimatænastuna eins og røktina á røktarheimum. Vit vilja seta fleiri flógvar hendur at taka sær av hesum í Tórshavnar kommunu.

Aðalmál okkara er, at tey gomlu verða heima sum longst. Tí vilja vit útbyggja heimatænastuna. Tilboðini verða fleiri, so tey gomlu fáa høvi at velja sær tær tænastur, tey halda seg hava brúk fyri, og við røttu hjálpini klára seg heima nøkur ár afturat.

Tørvur er á fleiri starvsfólkum á røktarheimum og í heimatænastuni. Í miðal er eitt starvsfólk fyri hvørjar fýra brúkarar sum nú er. Hetta er mangan alt ov lítið. Vit vilja tryggja, at eitt starvsfólk verður fyri hvørjar tríggjar brúkarar. Tjóðveldi vil tí longu næsta seta 10 milliónir krónur eyka av til fleiri hendur í heimatænastuni og á røktarheimunum.

Okkara eldru hava tørv á ymiskum bústaðarloysnum. Tí er eisini neyðugt beinanvegin at staðfesta tørvin á íbúðum, vardum bústøðum, umlættingarplássum og røktarheimsplássum. Neyðugt er at útvega fleiri umlættingarpláss til sjúklingar, ið eru viðgjørdir á sjúkrahúsi, eins og til at avloysa avvarðandi hjá røktarkrevjandi eldri, ið búgva heima.

Bráðneyðugt er at útvega heim og tilboð til tey fólk, ið verða óhjálpin av demensi ella aðrari sjúku. Aðalmálið er, at eisini óhjálpin fólk kunnu vera heima sum longst og fáa neyðugu hjálpina har.

Tørvur er á heimi, dagtilboði og fleiri møguleikum til umlætting í styttri og longri tíð.

Tey vælumtóktu tilboðini um fyribyrgjandi venjingar eiga at verða ment meir. Eisini verður strongt á at stimbra til innihald í gerandisdegnum hjá eldri fólki og stuðla teimum í so máta.

Tá lívið lækkar móti endanum, er alneyðugt at tryggja bæði eldri sum yngri virðiligar umstøður. Stig eiga tí at verða tikin til at útvega eitt hospice til doyggjandi.

Flytingin av eldraøkinum frá landi til kommunur hevur ikki eydnast væl í okkara føri. Fíggingin heldur ikki, og Tórshavnar kommuna noyðist at skoyta um 20 mió kr. upp í um árið bara til at halda tørn í mun til tað, sum bjóðað verður fram.

Hetta hevur aftur við sær, at tær bjørtu hugmyndirnar um nýggj og betri tilboð og meiri framkomnar møguleikar í flestu førum framvegis bara eru hugmyndir, tí fortreytirnar fyri at menna innihaldið í eldrarøktini hildu ikki.

Hetta vil Tjóðveldi uttan drál hava á beint.

X við E.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X