Lýsing

Tann køvisligi kloakkroykurin

Spillivatnsætlanin er eitt hugtak í kommunalum høpi. Hetta er ein ætlan um at beina alt skitið frárensl frá rottangum og vatnavlopum út á streymasjógv. Til tess er neyðugt at hava eitt gott og trygt undirstøðukervi við rørum og savningar- og reinsibrunnum.

Av kommununum hevur Tórshavnar kommuna sjálvsagt størstu uppgávuna í so máta. Javnt og samt hevur verið arbeitt við at leggja gamlar kloakkir av nýggjum og føra leivdirnar út á streymasjógv. Hetta er farið fram bæði í Havn, á Argjum, í Hoyvík og bygdunum annars í kommununi.

Batin hevur verið stórur í støðum, men vit eru ikki komin nóg langt enn til tess at lúka treytirnar í spillivatnsætlanini, sum landið hevur gjørt. Fyritreytin fyri at gera framstig er, at nóg nógvir pengar verða játtaðir til arbeiðið.

Frá 2005 setti táverandi samgongan í meðal 15 mió. kr. árliga av á íløgum til arbeiðið, viðhvørt meir. Nógv fekst á skaftið, men sum fráleið minkaðu játtanirnar eins og hugurin hjá teimum ráðandi at fáa hetta frá hondini. Seinastu árini hevur játtanin verið meir at kalla ein viðfáningur, og tessvegna er framvegis langt eftir á mál.

Tjóðveldi metir málið um spillivatnið sum ein tann týdningarmesta umhvørvis- og trivnaðarspurningin í dag. Altumráðandi er, at vit hava reinar áir og vágir, og líka so umráðandi er tað, at vit hava reina luft millum húsini. Hetta eru alt fyritreytir fyri góðum og sunnum trivnaði. Fátt er so køvisligt sum at vaða í kloakkroyki.

Tí raðfestir Tjóðveldi málið, og fáa vit ávirkan eftir býráðsvalið, verða játtanirnar til hesi átøk hækkaðar aftur, so tær muna.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad