Lýsing

There’s something rotten in the state of Denmark (Føroyum)

Tað er framgongd í Føroyum í dag. Tað er at fegnast um. Arbeiðsloysi minkar og inntøkurnar vaksa. Og tað ljóðar úr Fíggjarmálaráðinum, at tað er vælstandur í Føroyum.

 

Onkur helt fyri nú ein dagin, at hetta minnir mest um 80’ini, og fram til 90’ini, tá alt kollsilgdi.Eg eri eitt sindur bangin fyri, at tann eygleiðingin tíanverri kann vera røtt.

 

Í 80’inum vóru boðini frá landsmyndugleikum, at her gongur framúr væl á Føroya landi. Nógvir pengar koman inn, og onki arbeiðsloysi var. Men uttanlandsskuldi var risa stór, og tað “gloymdi” man líkasum at fortelja føroyingum. Vit vita øll hvat 80’ini endaði við. Einum sonnum skrædlið í Føroyum.

 

Í dag eru vit í somu støðu. Nógvir pengar koman inn, arbeiðsloysi er lítið og onki, men allíkavæl verður vænta, at uttanlandsskuldin fer at vera omanfyri 6 miá. kr. í ár (búskaparfrágreiðingin fyri 2015). Uttanlands skuldin veksur ár um ár.

 

Ongatíð hevur Bruttutjóðarinntøkan (BTÚ) hjá Føroya landi verið hægri, enn í dag. Ongatíð hava føroyingar tjent so nógvar pengar sum í dag, og ongatíð hava skattaintøkurnar hjá landinum verið eins góðar sum í dag. Nógvir pengar steyma inn í samfelagið, og gleðast vit øll um tað.

Orsøkin til framgongd er ikki førdi politikkurin, men tí tað gongur væl í alivinnuni og uppisjóvarvinnuni.

 

Men hvat hendir í Føroyum. Bruttutjóðarinntøkan er vaksin við ca. 53 % síðani 1998. Vit hava í dag eina hægri bruttutjóðarinntøku pr. boragara, enn danir. Samlaða framleiðslan BTÚ er vaksin við 2,4 mia. kr. meðan hendan samgonga hevur sitið, og allíkavæl er uttanlandaskuldin vaksin við uml. 1.4 mia. kr sama tíðarskeið, ella uml. 2 mia. kr. um vit trekkja forskattingina av pensjónunum frá.

 

Talvan vísir gongdina í bruttutjóðarinntøkunum og skattainntøkum hjá landinum í mió. kr. (kelda Hagstova.fo )

bruttotjóarintøka

 

 

Sjálvandi gleðast vit um framgongd á Føroya landið. Bæði so og so. Tó eru ræðandi nógv tekin um, at her fer at ganga galið. Vit hoyra nær um dagliga frá serfrøðingum, at her mugu grundleggjandi broytingar til, fyri at tryggja føroyska búskapin í framtíðini. Svari frá samgonguni hevur allatíð verið,  at tey eru ósamd við serfrøðina. Útreiðslurnar hava vaksi meir hjá onkrari aðrari samgongu, sum hevur stýrt ádrenn, og so tær “famøsu” útleggingnar á facebook, har talvur frá m.a Hagstovuni um minkandi arbeiðsloysi, vaksandi løngargjaldingar v.m. vera lagdar út, við tí boðskapinum, at her gongur framúr væl.

Undrunarsamt er eisini at tað er sera torført at finna, í hvussu so finni eg ikki, nakað yvirlit yvir uttanlandsskuldina fram til í dag. Seinastu tølini um uttanlandsskuld eru frá 2012. Onnur búskapartøl er dagførd til í ár. Eg var noyddur at leita í Búskaparfrágeiðingini fyri 2015 fyri at fáa eina metin av hvat skuldin fer at vera í 2015.

 

Eftirhondini haldi eg øll vita, at tað er neyðugt við grundleggjandi broytingum í tí føroyska búskapinum. Haldførið er -5, og sitandi samgonga hevur ikki gjørt nakað, fyri at betra um hesa støðu. Allar stórar og grundleggjandi broytingar, eru skotnar út til næstu samgongu at taka sær av.

 

Tíðin er komin til broytingar.

 

Vælkomin at deila á Facebook

 

Jóhan Christiansen

Valevnið fyri Tjóðveldi

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad