Lýsing

Ímeðan vit bíða – eftir Tórshavnar býráð

Nú lagnan hjá IRF, undarligt nokk, skal avgerast í býráðnum í Tórshavn, og ikki á aðalfundi hjá IRF, eru vit nógv sum standa spyrjandi. Vit onnur eru hóast alt uml. 60 % av Føroya fólki. Hvat hendir her?

 

Tórshavn vildi ikki vera við, tá kommunurnar í felga ætlaðu at byggja eina felags brennistøð. Tey søgd nei, tí tey ikki sluppu at bestemma alt. Og nú eru vit aftur á sama stað. Tórshavn vil bestemma, og vit onnur skulu gjalda.

 

Ført verður fram, at tað er ein stór sparing fyri Tórshavn við at byggja eina nýggja felags brennistøð, sum skal liggja í Havn. Hvar er sparingin fyri okkum sum búgva uttanfyri Tórshavn, kundi ein freistast at spurt.

 

Ført verður fram, at hava fleiri av somu funktiónum í okkara lítla samfelagið, eru púrasta burturvið fíggjarliga.

 

Á nordlysid.fo í gjár, vísti Heri Ellingsgaard so víst á, at tað eru somu fólk sum ynskja eina felags brennistøð, sum byggja eitt nýtt havnarlag í Tórshavn fyri ca. 600 mió. kr. hóast tað bæði hevði verið bíligari betri á bygt tað t.d. á Skálafjørðinum. Hetta eru somu fólk sum ynskja ein flogvøll afturat í Havn. Hetta eru somu fólk sum ynskja ein Heilsuskúla afturat í Havn. Somu fólk sum ynskja ein 50 metur svimjihyl afturat í Havn. Somu fólk sum ynskja at LS skal hava júst somu tilboð sum Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús. o.s.fr.

 

Fyri okkum uttanfyri Tórshavn tykist tað sum um, at tað bert er skilagott at samstarva um tílíkar íløgur, tátað tænir Tórshavn.

 

Og so er tað eitt sindur ræðandi at hoyra hvussu lítið tey sum úttala seg, í veruleikanum vita um eitt nú avlopshitan hjá IRF. Hoyrdi enntá tann eina býráðspolitikkaran í Tórshavn siga, at avlopshitin fer bara beint upp í luftina. Skammiligt at hoyra.

 

Í nógv ár hevur Faroe Marine Product, vanliga nevnt Høvdarvirkið í Leirvík KEYPT avlopshitan frá IRF. Hann hevur verið nýttur til at turka og selt tað av fiskinum, sum annars bleiv kasta útaftur. Og man tjenar enntánógvar pengar til samfelagið.

Við øðrum orðum, so keypir og brúkar Høvdarvirkið avlopshitan og skapar virðir úr øðrum “burturkasti” til samfelagið fyri nógvar hundratals milliónur.

 

Brennistøðin á Hjalla fær 0,00 kr. fyri avlopshitan frá Fjarhitafelagnum. Og somu avtalu skal nýggja brennistøðin hava.

Tó skal IRF eiga ein part av Fjarhitafelagnum. Men alt avlopi hjá teimum, verður nýtt til at útbyggja fjarhitanetið í TÓRSHAVN út við.

 

Altso, vit í Leirvík skulu rinda fyri, at íbúgvar í Tórshavn fáa bíligan fjarhita. Og enntá við at avlíva góða hugskotið aftanfyri ársins virkið 2005, eitt frambrot innan fiskivinnu í Føroyum og eitt stórt arbeiðspláss.

 

Og so eitt sindur av fakta.

 

IRF klára at levera um 4-5 MW fjarðhita, sjálvt um ovnurin eitur nakað væl meir. Góðskan av m.a. brenninum sum verður brent, er avgerandi fyri hetta. Ein vanligan arbeiðsdag brúkar Høvdarvirkið hesi somu 4-5 MW. Altso allur fjarðhiti verður brúktur.

Er nógvu fiskur at turka, veðri kalt o.s.fr. so ferð nýtslan hjá Høvdarvirkinum lættliga upp á tað tvífalda av tí sum IRF klárar at levera, altso 9 MW.

 

Høvdarvirkið hevur uml 15 MW ketlar “backup”, tvs. tríggjar ferð meir enn IRF klárar at levera ein vanliga dag, til at turka við, tá IRF ikki klárar at levera nokk, ella tá IRF liggur stilt.

 

So hesin pástandurin um at fjarhitiní Leirvík ikki verður gagn nýtta nøktandi, er tvætl. Í veruleikanum verður hann gagn nýttur nógv effektivari enn fjarhitin í Tórshavn verður. Og enntá fær IRF fitt av pengum fyri hitan. Nakað sum brennistøðin á Hjalla ikki fær.

 

Skal grundgevingin fyri fjarhita nýtast til staðseting av einari felags brennistøð, so eigur nýggja brennistøðin sjálvandi at vera staðsett í Leirvík, har verandi støð er.

 

Sjálvandi.

Deil hesa grein umvegis
468 ad