Lýsing

Saman røkka vit longst

Nú merkist at val er í hond. Plakatir byrja at síggjast, og vit lesa um eitt lyfti fyri og annað eftir. Soleiðis er tað, tá tað er val. Flestu vallyftir eru sum útgangsstøði góð, og kunna fá siga seg vera grundleggjandi ímóti flestu av teimum. Innast inni, so haldi eg vit ynskja øll, eina betri Føroyar fyri okkum øll.

 

At vraka ístaðin fyri at vera framsíggin

Tað sum órógvar meg meir, er at nógv tey seinastu árini, so er føroyskur politikkur snaraður inná eina kós, har tað ræður um at útiloka og vraka tey, sum ikki eru heilt samd politiskt við ein sjálvan. Vraka mótstøðu, bæði persónliga og hugsjónarliga, ístaðin fyri at borðreiða við framtíðarætlanum og  boðum uppá einar betri Føroyar. Fokus er sett skeivt.

 

Vit hoyra og lesa longu nú um valevnir og enntá flokkara, sum útiloka onnur valevnir og aðrar flokkar, áðrenn veljarin hevur sett krossin. Haldi tað er tekin uppá avmakt meira enn nakað annað.

Tú vinnur ikki eitt val, við at gera onkran annan til tapara.

 

Hvørki eg, ella onnur einstøku valevnir megna at loysa nøkur mál einsamøll. Tí er eitt mítt størsta ynski til hetta valið, at vit kunna koma saman sum fólk, og standa saman um at skapa einar góðar Føroyar fyri øll. Vit eiga at síggja møguleikar ístaðin fyri forðingar.

 

X-factor politikkarar

Eg haldi hetta heitið, sum kom fram í vikuni er nokkso skemtuligt og sigandi. Talenti liggur í, at útloka onnur úr hesum serstaka klubba fyri tey útvaldu, sum man fær varhugan av, at summi løgtingsfólk halda Løgtingið vera.

Hendan gongdin við at útiloka og vraka sína politisku móttstøðu, ístaðin fyri leggja áherðslu á hvat man vil gera fyri Føroyar og tess fólk, hevur skapt nógvar og góðar retorikkarar í føroyskum politikki.

 

Retorikkur hevur vunnið á Politikki.

Tað er ein nattúrlig avleiðing av, tá vit ikki megna at hevja okkum upp um smáar ósemjur. Tá gerast smámál til prinsippmál fyri tann einstaka. Spurningurin um politisk mál, fáa ein næstan religøsan status, har tað ikki er vit og skil sum myndar kjakið, men hvør dugur best at selja boðskapin. Hvør er bestur retorikkari.

 

Eg kann nýta eitt dømi frá mær sjálvum. Tá eg, og fleiri aðrir borgarstjórar runt um í landinum hava játtað at stilla upp til komandi Løgtingsval, fóru mótstøðufólk beinavegin í gongd við at finna grundgevingar fyri, hví borgarstjórar ikki skulu sita á Løgtingið. Primitivar grundgevingar blivu lagdar fyri dagin, fyri at útiloka borgarstjórar. Og tað hevur eisini eydnast at skapa eina tílíka øsing, at tað ikki gerst møguligt at kjakast á ein uppbyggjandi hátt um hetta mál. Teir Løgtingspolitikkarar, sum føla at síni sjónarmið kunna vera hótt, ganga á odda við at útiloka og borðreiða við vansum, ístaðin fyri at síggja møguleikar.

 

Síðani valdømini blivu avtikið, eru fjarðstøðan frá Løgtinginum til tann meiniga Føroyingin vaksin alt ov nógv. Tað haldi eg m.a. borgarstjórar kunna bøta uppá.

 

Ert tú ikki kendur á ein ella annað hátt, so er tað næstan ómøguligt at blíva valdur. Tú kanst tá keypa tær atgongd til miðlanar v.m. fyri at gerast kendur. Og tað kostar sera nógv. Vit tosa um 100.000,- kr klassan. Tað er ein stórur bági fyri fólkaræði.

 

Saman standa vit Sterk

Fyri at taka samanum, so er mín grundhugsjón tann, at vit eiga at venda 180 stig, og leggja okkum eftir at síggja møguleikar ístaðin fyri bara vansar og forðingar hjá hvørjum øðrum. Gevast við at “kasta við runu” eftir hvøjum øðrum. Vit skulu fáa tað inn í okkara hugsunarhátt, at tá vit arbeiða saman, so kunna vit røkka nógv longri Føroyum at frama. Vit skulu gevast við at nýta alla okkara orku uppá at útiloka og vraka tey, sum vit eru ósamd við. Vit skulu lurta og læra av teimum. Sjálvandi hava teirra sjónarmið so sannliga eisini virði fyri Føroyar.

 

Tað hevði frøtt meg, um tit deila hesa grein víðari.

 

 

Jóhan Christiansen

Valevnið fyri Tjóðveldi

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad