Lýsing

Kommunan og kunningin

Tórshavnar kommuna er størsta kommunan í landinum, hevur størsta kommunukassan og ger størstu kommunalu íløgurnar.
Bara hetta valskeiðið hevur býráðið samtykt at brúka meira enn eina milliard.

Tilgongdirnar at avgera mál í kommununi eru ofta drúgvar og fløktar, og tær krevja bæði umhugsanir og samráðingar politiskt og umsitingarliga.

Farnu árini hava borgarar kanska fingið fatan av, at kommunan verður stýrd við myndaríkum vitjanum á stovnum og arbeiðsplássum.

So er ikki. Eitt væl úr hondum greitt arbeiði verður gjørt í umsitingini í sambandi við málini, og somuleiðis verða málini gjølla umrødd í býráðsnevndum.

At enda verða tey borin á býráðsfund, har teir 13 býráðslimirnir taka støðu til, um tummilin skal venda upp ella niður.

Soleiðis virkar fólkaræðið í Tórshavnar kommunu, og soleiðis eigur tað at halda fram at virka. Mál verða umhugsað, gjørd av og avgreidd.

Men kunningin um tilgongdirnar í mongum málum hevur ikki altíð verið nóg neyv.

Mangan er bara ein versión at finna á heimasíðuni hjá kommununi – versiónin hjá borgarstjóranum. Alt annað er burturgoymt ella bara gloymt.

Eitt sindur skal ein borgarstjóri kunna spæla sær, men tá hann t.d. fer at reypa av at leita eftir Pokémon í býnum á kommunalu heimasíðuni torshavn.fo, er kunningin eisini vorðin heldur infantil.

Tjóðveldi ætlar at styrkja kunningina til borgararnar í næstu setu og leggja dent á málini, ið veruliga hava týdning fyri fólk í kommununi.

 

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

 

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad