Lýsing

Landsstýrið trýstir stórmál ígjøgnum Løgtingið, hóast manglandi upplýsing og viðgerð

  1. Hví skulu stórmál, so sum umfatandi broytingar í pensjón og fiskivinnu, trýstast og skundast ígjøgnum Løgtingið í desembur 2019?

 

  1. Hevur tað ikki týdning fyri landsstýrið at geva stórmálum neyðuga viðgerð, upplýsing og royna at fáa semjur um varandi loysnir?

 

  1. Hví er ikki møguligt hjá andstøðuumboðum í Løgtingins Fíggjarnevnd at fáa neyðugu haldførisútrokningarnar, hóast biðið er um hesar?

 

  1. Metir landsstýrismaðurin at tað er rætt, at leggja umfatandi lógarbroytingar fyri Løgtingið, uttan at ávirkanin á langtíðar fíggjarliga haldførið – og harvið á land, kommunur og vælferðarsamfelagið – verður lýst?

 

  1. Hvør er samlaði kostnaðurin fyri landskassan av teimum trimum pensjónsuppskotunum, ið landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, tá tey eru sett í verk, umframt ár 5,10,15, 20 og 25?

 

  1. Hvør er samlaði kostnaðurin kommunurnar – og býtt á kommunur – av teimum trimum pensjónsuppskotunum, ið landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, tá tey eru sett í verk, umframt ár 5,10,15, 20 og 25?

 

  1. Hvussu ávirka lógaruppskotini fíggjarliga haldførið komandi árini, samsvarandi tí haldførismyndli, ið hevur verið brúktur í sambandi við pensjónsnýskipanararbeiðið? Í mió. kr. og í % av BTÚ, ár 5, 10, 15, 20 og 25?

 

  1. Hví eru ongar ætlanir um, at leggja uppskot fram, ið skulu fíggja pensjónsbroytingarnar?

 

  1. Kommunurnar missa við uppskotunum stórar inntøkur. Er ætlanin at veita kommunum endurgjald fyri mistu inntøkurnar? Um so er, hvussu?

 

  1. Pensjónsnýskipanin varð samtykt í fjør við semju tvørturum samgongu og andstøðu. Hví er ongin roynd gjørd, at fáa semju um broytingar, ið nú umfatandi broytingar aftur verða framdar?

 

Viðmerkingar

Eins og í desembur 2011, tá Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eisini júst høvdu tikið við landsins leiðslu og trýstu forskatting, søguliga stóra pensjónsskattahækking, forskatting og flatskatt ígjøgnum, so verða aftur nú stór og sera grundleggjandi mál skundað og trýst ígjøgnum Løgtingið – uttan neyðuga viðgerð og uttan lýsing av veruligu avleiðingunum. Hesuferð eru tað fiskivinnulóggávan og pensjónslóggávan, ið skulu skundast ígjøgnum.

Tykist sum einasta endamálið er, at forða fyri, at Løgtingið og almenningurin fáa neyðugu tíðina at viðgera málini. Tí hví skulu tey annars skundast ígjøgnum, uttan hoyringar, uttan neyðugar útrokningar av fíggjarligum avleiðingum, og uttan neyðugu viðgerðina í løgtingsnevndunum?

Um samgongan ætlar at stjórna komandi árini, so átti samgongan eisini givið hesum stórmálum ta tíð, ið krevst, fyri at fáa lýst tey til fulnar, og fyri at fáa gjørt eina roynd at fáa loysnir, ið breiðar politiskar semjur kunnu vera um. Hetta hevur alt samfelagið tørv á. Alt annað gevur heldur ikki meining.

Tann einasta orsøkin til at skunda stórmál ígjøgnum uttan neyðugar upplýsingar og viðgerð, kann vera, at onkur í samgonguni sær, at um so er, at málini verða viðgjørd og upplýst til fulnar, so kemur fram, at aðrar loysnir skulu fremjast. Loysnir, ið eru gagnligari fyri borgarar, vinnu og samfelagið.

Eitt av stórmálunum, ið nú skulu trýstast ígjøgnum Løgtingið, eru umfatandi broytingar í pensjónsnýskipanini.

Ongin verulig viðgerð hevur verið av hesum málum. Hetta hóast talan er um eitt mál, sum grundleggjandi broytir skatta- og pensjónsviðurskifti og ávirkar allar føroyingar. Sagt verður at leyslig meting er, at uppskotini kosta landi og kommunum 123 mió. kr. fyrsta árið, og helst kosta uppskotini fleiri 100 mió. kr. komandi árini. Men hetta er alt bert git, tí tað ber ikki til, at fáa landsstýrið at gera neyðugu haldførisútrokningarnar.

Málið hevur heldur ikki verið til hoyring, áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið, og nú málið hevur verið til viðgerð í Løgtingsins Fíggjarnevnd og Trivnaðarnevnd hevur ikki verið møguligt at fáa neyðugu viðgerðina og neyðugu upplýsingarnar fram.

Eitt nú hevur Fíggjarmálaráðið upplýst, at ongar haldførisútrokningar eru gjørdar, og at talan bert er um eitt git, tá umræður fíggjarligu avleiðingarnar. Samstundis er greitt, at har fyriliggur haldførismyndil, sum hevur verið grundarlag undir útrokningunum av avleiðingunum av pensjónsnýskipanini, og høvdu embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum fingið møguleikan, hevði væl borið til at gera neyðugu útrokningarnar og metingarnar av uppskotunum.

Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini hava eisini biðið um hesar upplýsingar, bæði í Fíggjarnevndini og frá Fíggjarmálaráðnum, men samgonguumboðini í Fíggjarnevndini og Fíggjarmálaráðið hava ikki ynskt at koma við upplýsingunum.

Løgtingið eigur altíð at taka avgerð á fult upplýstum grundarlagi. Tað er ikki møguligt í samband við pensjónsmálini. Tí Løgtingið fær ikki neyðugu upplýsingarnar. Hetta er ein stórur fólkaræðisligur trupulleiki.

Í eini roynd at fáa neyðugu upplýsingarnar til vega, verður hesin grein 52 fyrispurningur settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Biðið verður um, at svarið fæst áðrenn pensjónsmálini koma til endaliga atkvøðugreiðslu í Løgtinginum.

 

Á Løgtingi, 6. Desembur 2019

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad