Lýsing

Føroyski Talgildi Samleikin er nær – Set ikki krav um danskt NemID

Nýggi, føroyski Talgildi Samleikin er nú nær – og verður hesin eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroyingar. 

Men júst nú vit eru so nær at fáa føroyska Talgilda Samleikan tiknan í nýtslu, hevur Felagið Føroyskir Peningastovnar alment fráboðað, at fólk í Føroyum, ið ynskja at hava atgongd til netbanka og lønarportal eftir 29. mai 2020, skulu nýta danska NemID. Tí hevur Kristina Háfoss sett Jørgeni Niclasen fyrispurning um hann m.a. fer at taka stig til at fáa semju við føroysku peningastovnarnar um at sleppa kravinum um danska NemID.

Talgildi Samleikin skal gera gerandisdagin lættari hjá fólki í Føroyum, og fer m.a. at  kunna nýtast til at avgreiða eina røð av almennum og privatum tænastum, og fer eisini at kunna nýtast til netbankan um stutta tíð. Harvið sleppa fólk í Føroyum undan at hava fleiri lyklar og samleikar, men kunnu nýta tann eina Talgilda Samleikan til at avgreiða flest allar talgildar tænastur.

“Talgildi Samleikin er eitt úrslit av stórum arbeiði frá nógvum síðum í nógv ár – har eisini peningastovnarnir hava luttikið – og verður talan um enn eitt framstig fyri Føroyar og føroyingar. Tá vit vita, at nýggi føroyski Talgildi Samleikin verður tøkur seinni í ár, hví tá seta krav um, at allir føroyingar skulu nýta danska NemID í mai-juni í ár?” sigur Kristina Háfoss.

“Eg skilji væl, at føroysku peniningastovnarnir eru ótolnir, men hetta merkir, at fólk, ið ynskja at kunna nýta netbankan ella lønarportalin í Føroyum, fyrst skulu flyta yvir á NemID í mai-juni, fyri síðan aftur at taka støðu til, um flytast skal yvir á Talgilda Samleikan seinni í ár. Tá er sannlíkt, at færri velja at flyta einaferð enn. Hetta er ikki til fyrimuns fyri fólk í Føroyum og heldur ikki fyri gagnnýtsluna av føroyska Talgilda Samleikanum.” leggur hon avtrat.

Landsstýrið og peningastovnarnir áttu heldur at gjørt semju um, at krav ikki verður sett til føroyingar um at flyta yvir á danska NemID, men heldur at nýta tíð og orku til at fáa føroyska Talgilda Samleikan í nýtslu til netbankan og aðrar tænastur í Føroyum sum skjótast. Hetta er og verður til fyrimuns fyri allar partar.

Skrivligu fyrispurningarnir frá Kristinu Háfoss til Jørgen Niclasen kunnu lesast her: https://logting.fo/files/casewrittenquestion/976/072.19%20Spurningur%20til%20J.%20Niclasen%20fra%20K.%20Hafoss%20-%20foroyska%20Talgilda%20Samleikan%20netbankan%20og%20danska%20NemID.pdf

Deil hesa grein umvegis
468 ad