Lýsing

Kristina spyr um læknaávísingar í sambandi við koronakanningar

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannsen um læknaávísingar og samsýning í sambandi við koronakanningar

  1. Hvussu stórur partur av samlaðu Covid-19 kanningunum hava kravt læknaávísing?
  2. Hvussu nógvar læknaávísingar hava verið til Covid-19 kanningar?
  1. Hvussu nógv hevur Heilsutrygd rindað læknum fyri hesar læknaávísingar?
  2. Er ætlanin at aðrir fakbólkar fáa serliga samsýning í sambandi við serstaka arbeiðið í sambandi við Covid-19 støðuna?
  1. Hvussu nógv hevur landskassin higartil rindað fyri Covid-19 kanningar av ferðafólkum?

Viðmerkingar

Føroyar eru millum fremstu lond í heiminum tá umræður koronavirus Covid-19 kanningar fyri hvønn íbúgva. Hetta hevur verið eitt avgerandi amboð fyri, at steðga Covid-19 smittuni í Føroyum í tveimum umførum higartil, og fyri at forða fyri, at nýggj smitta kemur inn í landið.

Meginpartin av tíðini við koronu hevur verið neyðugt við læknaávísing, fyri at fáa gjørt kanning í Føroyum, men hetta varð broytt í samband við næstu alduna av smittuni. Tað var gott, at kravið um læknaávísing fall burtur, tí tað tók óneyðuga tíð og orku frá læknum, ið heldur kann nýtast til annað virksemi. 

Nógvir fakbólkar hava tikið tøk í sambandi við nógvu kanningarnar, ið framdar eru, og hevði verið áhugavert at frætt, um ætlanin er, at ymiskir fakbólkar fáa serliga samsýning í sambandi við Covid-19 arbeiði, og hvussu stórur partur av játtanini til kanningar av ferðafólkum nú er nýttur.

Fyri at fáa lýst verandi støðu, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 1. september 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X