Lýsing

Kristina spyr um fíggjarstøðu landsins

Munnligur fyrispuringur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum,

um fíggjarstøðu landsins

  1. Hvat hevði úrslit landskassans verið sambært fíggjarlóg og higartil samtyktum eykajáttanum fyri árið 2020 – um sæð verður burtur frá meirútreiðslum og minni inntøkum, ið eru beinleiðis orsakað av Covid-19 støðuni?
  1. Hvat væntast úrslit landskassans nú at verða fyri árið 2020?
  1. Hvussu nógvar útreiðslur hevur landskassin havt av samtyktu hjálparpakkunum í sambandi við Covid-19? (Samanlagt og býtt á ymsu partarnar av hjálparpakkunum)
  1. Hvussu nógvar útreiðslur hevur ALS havt av samtyktu hjálparpakkunum?
  1. Hvussu nógvar minni inntøkur væntar landskassin at fáa orsakað av Covid-19 støðuni? (Samanlagt og býtt á ymsu inntøkurnar)
  1. Hvussu væntast gongdin í føroyska búskapinum nú at verða fyri árið 2020 (í % av BTÚ)?

Viðmerkingar

Góðar tíðir krevja serliga varnan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Hóast hetta, so valdi núverandi landsstýri, í sambandi við fíggjarlógina fyri 2020, at økja rakstrarútreiðslur landsins, og minkað úrslit landskassans, meira enn nakrantíð síðan fíggjarkreppuna. Rakstrarvøkstur á 3-400 mió. kr. eftir einum ári og úrslit landsins fleiri hundrað mió. kr. skeiva vegin. Hetta varð samtykt í desembur 2019 og áðrenn Koronu.

Í 2020 hevur landsstýrið hartil lagt fleiri eykajáttanir fyri Løgtingið – eisini eykajáttanir, ið ikki eru orsakað av koronavirusinum. Ongar av eykajáttanunum hava verið fíggjaðar við samsvarandi útreiðsluminking ella nýggjum inntøkum. Rakstrarvøkstur landsins fyri 2020 er tí vaksin og úrslit landskassans minkað væl meira enn tað, ið varð samtykt í fíggjarlógini fyri 2020.

Úrslitið er, at verður hugt at samtyktu fíggjarlóg landsins og teimum eykajáttanum, ið ikki eru orsakað av koronavirusinum og átøkum í hesum sambandi, so hevur landsstýrið vent avlop á 4-500 mió. kr. í 2019, til hall í 2020. Hartil koma broytingar í útreiðslum og inntøkum orsakað av Koronu, ið gera hallið enn størri.

Hjálparpakkar landsins fara eisini úr gildi í dag – 31. august 2020 – og viðkomandi er tí at fáa lýst, hvørt hesir eru gagnnýttir, og hvussu nógv landskassin hevur rindað í hesum sambandi.

Fyri at fáa lýst fíggjarstøðu landskassans og landsins, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Á Løgtingi, 31. august 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X