Lýsing

Fer landsstýrið at virða trípartasemjuna, ið vit gjørdu við vinnu og fakfeløg

24. juni 2019 undirskivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Landsstýri (Fíggjarmálaráðið, Mentamálaráðið, Samferðslumálaráðið og Løgmansskrivstovan), Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, S&K felagið og Starvsmannafelagið søguliga trípartasemju um fleiri lærlingar, betri útbúgvingarmøguleikar og konjunkturjavnandi lóg.

Talan var um eina slóðbrótandi semju, tí í Føroyum hava vit ikki havt siðvenju fyri, at landsmyndugleikar, vinna og fakfeløg gera trípartasemjur.

Eitt av fleiri lógaruppskotum, ið vórðu gjørd liðug beinanvegin, og sum vóru klár at senda til hoyringar tá nýggja landsstýrið tók við, var heimildarlóg um, at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegum og bygningum, tá niðurgangstíðir eru og arbeiðsloysið hækkar. Tá arbeiðsloysið hækkaði, fekk landsstýrismaðurin materiella heimild at nýta 60 mió. kr. afturat tí játtan, ið varð játtað í árligu fíggjarlógini, til viðlíkahald av bygningum og vegum v.m.

Men enn hevur landsstýrið ikki valt at senda lógaruppskotið til hoyringar, og heldur ikki lagt hetta fyri Løgtingið.

Fyri at staðfesta, um núverandi landsstýri fer at virða og fremja trípartasemjuna, ið gjørd varð – og fyri at frætta um landsstýrismaðurin fer at gera nakað við málið – ikki minst nú arbeiðsloysið er hækkandi og tørvur er á, at tað almenna ger sítt til, at tryggja virksemi og arbeiðspláss í landinum – verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Spurningarnir skulu svarast á Løgtingi í morgin:

1. Ætlar landsstýrið at virða søguligu trípartasemjuna, ið undanfarna landsstýri gjørdi við fakfeløg og arbeiðsgevarar um lærlingar og um at trygga javnari alment virksemi?

2. Fer landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið lóg um heimild at økja nýtslu til viðlíkahald av almennum bygningum og vegum v.m. tá arbeiðsloysið hækkar og niðurgangstíðir eru?

a. Um ja, verður lógin løgd fyri Løgtingið í komandi tingsetu?
b. Um nei, hví?

3. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at landið økir játtan til viðlíkahald av almennum bygningum, vegum og tunlum v.m. tá niðurgangstíðir eru – eitt nú fyri at tryggja javnari virksemi og javnari útboð av lærlingaplássum?

Á Løgtingi, 19. mai 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad