Lýsing

Kristina spyr um politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa fíggjarligan stuðul

Munnligur fyrispurningur um at politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa um fíggjarligan stuðul

til løgmann

  1. Fer løgmaður at gera uppskot til lógarbroyting viðvíkjandi upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar og valevni í Føroyum? Um ikki, hví?
  2. Heldur løgmaður ikki, at tað er ein trupulleiki, at politiskir flokkar og valevni í Føroyum kunnu móttaka óavmarkaðan fíggjarligan stuðul, uttan at krøv verða sett til, at upplýsast ing um, hvar stuðulin kemur frá?
  3. Heldur løgmaður, at tað kann hava ávirkan á ein politiskan flokk ella eitt valevni, um hesi móttaka stóran fíggjarligan stuðul? Um ikki, hví?
  4. Heldur løgmaður, at tað kann ávirka fólkaræðið jaliga, um gjøgnumskygni var, tá umræður um flokkar ella valevni fáa fíggjarligan stuðul? Um ikki, hví?

Viðmerking

Sjálvandi skal valda fult gjøgnumskygni, tá umræður tann fíggjarliga stuðul, ið politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fáa. Hetta er eisini galdandi í øllum teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við. Hetta fyri at tryggja eitt so gott fólkaræði sum møguligt, og so stórt álit á politisku skipanina sum møguligt.

Í Føroyum er støðan tann, at politiskir flokkar og valevni kunnu móttaka óavmarkaðan fíggjarligan stuðul uttan at upplýsast skal um hetta, og uttan at upplýsast skal um, hvør veitir stuðulin. Hetta er als ikki nøktandi.

Tí er lógaruppskot lagt fram, ið hevur til endamáls at tryggja, at almenningurin altíð kann fáa fult innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstríð og virksemi teirra, herundir hvør privatur stuðul verður latin flokkum, løgtingslimum og valevnum. 

Tað er sjálvandi ikki ein trupulleiki at stuðul verður veittur, men tá vit vita, at størri fíggjarligur stuðul kann fáa ávirkan á tann politikk, ið framdur verður, er  neyðugt, at veljarar vita, hvørt ein flokkur ella eitt valevni fáa størri fíggjarligan stuðul frá ávísari fyritøku, felagsskapi, persóni ella øðrum. Hetta er púra vanligt at upplýsa í øðrum londum, ið vit samanbera okkum við, og eiga vit at spyrja: ”Hví skal ikki upplýsast um fíggjarligan stuðul til politiskar flokkar og valevni í Føroyum?”

Samgonguumboðini í Rættarnevndini hava í álitinum til løgtingsmál nr. 21/2019: Uppskot til løgtingslóg um upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni – tíverri valt ikki at taka undir við málinum. 

Samgonguumboðini í Rættarnevndini (Christian F. Andreasen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen) vísa á, at tey meta: ”At áleggja politiskum flokkum at almannakunngera nøvn á persónum og fyritøkum, sum møguliga veita stuðul, fer neyvan at hava stórvegis ávirkan.”
Tað má vera tí, at tey ikki meta at stuðul verður veittur flokkum og valevnum.
Men í sama áliti verður staðfest: ”Í ringasta føri kann hetta hava við sær, at eingin vil stuðla politiskum flokkum og valevnum.”
Hetta bendir á, at mett verður at tað er privatur stuðul til flokkar og valevni í dag.

Tá valstríð eru, eru nógvar gitingar og søgur um, hvør fær stuðul frá hvørjum. Hetta gagnar ikki okkara fólkaræði og skaðar álitið á politisku skipanina. Um tað hinvegin var gjøgnumskygni og upplýsingarskylda, so var hetta ongin trupulleiki. Í grannalondum okkara og aðra staðni er vanligt at politiskir flokkar og valevni fáa privatan stuðul, men hetta verður alment upplýst.

Løgmaður hevur víst ávísan áhuga fyri, at tryggja, at vit í Føroyum fáa líknandi treytir sum í londum vit vanliga samanbera okkum við, tá umræður upplýsingarskyldu um fíggjarligan stuðul til politiskar flokkar og valevni.

Tí verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 10. februar 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad