Lýsing

Koronakreppan vísir týdningin av sjálvbjargni

”Tað er í mótbrekku, at tú vísir tínar styrkir” – og sanniliga hevur fólkið í Føroyum víst sínar styrkir í hesi brøttu mótbrekkuni. Henda koronakreppan hevur kravt nógv av okkum øllum í Føroyum – og av fólkum kring heimin. Á mangan hátt hevur tað kenst sum ein krígsstøða, og hevur eisini verið tað – á ein hátt. Landamørkini hava verið nærum stongd. Samfelagið nærum afturlatið. Og vit hava í felag – og hvør sær – barst móti einum ósjónligum fígginda. Tílík kreppustøða krevur samstarv og samanhald. 

Uttan samanhald í Føroyum – bar ikki á mál

Tað hevur havt stóran týdning fyri okkum, at skapa frið og semju um politisku loysnirnar. Ikki tí at vit halda at alt hevur verið ”perfekt” – eitt nú tá umræður samskifti, hjálparpakkar og manglandi krøv til sóttarhald fyri fólk, ið koma úr útlandinum – men fyri at skapa sum mest tryggleika fyri Føroya fólk. Men samstundis hava vit sæð, at støðugt fleiri samgongutingfólk, hava sett spurnartekin við avgerðirnar hjá landsstýrinum – eisini í almenna rúminum. Hetta undirgrevur sjálvandi álitið á tær avgerðir, ið tiknar eru og verða. 

Nú velur Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður og sambandsumboð á Fólkatingi, eisini at nýta kreppuna at varpa ljós á hansara hjartamál. Hetta við einum lesarabrævi við undir-yvirskriftini ”Koronakreppan vísir okkum enn einaferð á týdningin at vera partur av einum størri skipan og felagsskapi – Ríkisfelagsskapinum”.

Álvaratos. Hvar hevur Edmund verið hesa krepputíðina? Tí henda kreppan hevur víst okkum so sólarklárt, hvussu týðandi tað er, at vit eru sjálvbjargin í Føroyum. Tað er og verður fyrst og fremst fólkið í Føroyum, ið kemur at røkja áhugamálini hjá Føroya fólki. Og tá á stendur, so skulu vit ikki vænta at onnur fara at røkja okkara áhugamál. Sjálvbjargni er fyritreyt fyri tryggleika í Føroyum. Sjálvbjargni er eisini fyritreyt fyri, at samstarva og samskifta – sum javnbjóðis partur – við grannalond okkara, so sum vit eisini hava gjørt í hesi krepputíð.

Uttan egna strategi – bar ikki á mál

Høvdu Føroyar ikki lagt egna ætlan og strategi fyri, hvussu vit fingu sum best tamarhald á Covid-19 koronavirusinum, so hevði støðan ikki verið tann hon er í dag. Politiska skipanin og samfelagið stóðu saman um at lata samfelagið aftur tíðliga, longu tá bert 3 tilburðir vórðu staðfestir í Føroyum. Eisini varð egin strategi um, at steðga virusinum við umfatandi koronavirus kanningum, uppfylging og sóttarhaldi, gjørd og framd. 

Uttan egið heilsuverk – bar ikki á mál

Høvdu Føroyar ikki havt egið heilsuverk, hevði ikki borið til, at havt ta koronavirus tilbúgving sum vit hava havt. Serliga eru tað nógvu heilsustarvsfólkini við vitan og royndum, ið eru okkara styrki. Men eisini tá umræður onnur viðursskifti í heilsuverkinum, standa vit helst sterkari enn tey flestu hava givið sær far um. Heilsumyndugleikarnir hava upplýst at vit hava fleiri heilsustarvsfólk – sjúkrarøktarfrøðingar, læknar v.m. – fleiri sjúkrahússengur og fleiri andingartól fyri hvønn íbúgva í Føroyum, enn í Danmark. 

Uttan egna kanningarstovu – bar ikki á mál

Høvdu Føroyar ikki havt framkomna kanningarstovu á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og starvsfólk við nógvari vitan og royndum har, hevði ikki borið til, at framt ætlanina við umfatandi kanningum og skjótari uppfylging í verki. Vit hava kunna kannað upp í 600 fólk um dagin fyri Covid-19 koronavirus, svarandi til meira enn 1% av Føroya fólki dagliga. Úrslitini hava verið tøk eftir fáum tímum. Skuldu kanningarnar verið sendar av landinum, hevði tað tikið nógvar dagar at fingið úrslitið aftur, hevði kostað munandi meira, og hevði seinkað allari tilgongdini at steðga spjaðingini av virusinum.

Uttan egnar felags loysnir – bar ikki á mál

Høvdu Føroyar ikki sett í verk egnar hjálparpakkar, hevði heilsukreppan skjótt verið ein búskaparkreppa. Tveir hjálparpakkar eru framdir, og neyðugt verður við fleiri átøkum, eitt nú fyri at tryggja, at okkara ferðavinna ikki fer fyri bakka.
Høvdu vit ikki havt so stinnar almennar skipanir – so sum ALS – hevði tað verið munandi tyngri, at tryggja øllum eina inntøku, nú fleiri hava havt minni ella onki arbeiði vegna koronakreppuna.
ALS er skipan, ið vit øll rinda til og øll fáa eina hjálpandi hond frá, tá tørvur er á hesum. Ein týðandi súla í hjálparpakkunum hevur verið, at tryggja øllum upp í 20.000 kr. í løn, og henda týðandi partin av hjálparpakkunum hevur ALS skipanin fíggjað. Hartil hevur landskassin fíggjað ískoyti til fastar útreiðslur hjá vinnufyritøkum, útsetan av tolli og MVG v.m.
Umframt almennu hjálparpakkarnar, hava eisini føroysku peningastovnarnar hjálpt væl til, við at bjóða fólki  og vinnu at útseta avdráttir av lánum, um tørvur hevur verið á hesum. 

Uttan sterkan føroyskan búskap – bar ikki á mál

Hevði føroyska samfelagið ikki verið so væl fyri búskaparliga, sum tað er, hevði kreppan rakt okkum munandi harðari.
Land, kommunur, vinna og húsarhald eru sum heild væl fyri, og hava bjálvað seg við lækkandi skuld, hækkandi uppsparing og íløgum í framtíðina, seinastu árini.
Eitt nú er skuldin hjá landskassanum minkað við 1,5 milliard í seinasta valskeiði, og er nú komin niður á 3,7 milliardir kr. Samstundis sum uppsparingin er økt. Landins uppsparing/gjaldføri er nú heilar 3,2 milliardir kr.
Samanlagt ger hetta, at vit í Føroyum standa stinn at taka ímóti búskaparligu avbjóðingunum, ið eru fyri framman. 

Uttan fólksins undirtøku – bar ikki á mál

Men mest týðandi orsøkin til, at tað er eydnast at fáa tamarhald á Covid-19 koronavirusinum, og at basa hesum, hevur verið, at vit – fólkið í Føroyum – hava staðið saman um at fylgja tilmælunum, og hava stuðlað teimum, ið hava havt tørv á hjálpandi hond. Og ikki minst tí at starvsfólk og avvarandi innan heilsuverk, almannaverk, eldraøkið, dagstovnaøkið, í matvøruhandlum v.m. hava tikið serliga stór tøk í samfelagnum, fyri at skapa tryggleika og gera alt hetta møguligt.
Uttan øll hesi felags tøk bar onki til. Hjartaliga takk.

Uttan sjálvbjargni – bar ikki á mál

Nú standa týðandi og avgerandi avgerðir fyri framman. Meðan avgerðin at lata samfelagið aftur varð grundað á heilsufakliga ráðgeving, og var lutfalsliga løtt at taka, so er avgerðin at lata samfelagið upp grundað á fleiri atlit, og er lutfalsliga truplari. 

Men av tí, at vit eru so sjálvbjargin, sum vit eru – við fólki við vitan og royndum, við góðum heilsuverki, framkomnari kanningarstovu, stinnum almennum skipanum og tænastum, og sterkum vinnulívi og búskapi – so krevjast nú bara skilagóðar politiskar avgerðir.

Avgerðir um, at lata føroyska samfelagið upp, samstundis sum vit halda áfram við umfatandi koronavirus kanningum, og uppfylging av hesum, umframt í størst møguligan mun at forða fyri smittu úr útlondum. Og avgerð um, at tá vit fara at lata landamørkini upp, at hetta í fyrsta umfari verður gjørt mótvegis teimum grannalondum okkara, ið hava tamarhald á koronavirusinum. 

Tá kunnu vit venda trygt aftur til ein nærum vanligan gerandisdag – saman og hvør sær.

Soleiðis koma vit – við okkara samanhaldi og styrki sum land og fólk – trygt niðan ”mótbrekkuna” og upp á slætt – og soleiðis koma vit saman á mál.

8. mai 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X