Lýsing

Verða borgarar og vinnufyritøkur í Føroyum avlurtað?

Munnligur fyrispurningur til løgmann

um møguliga avlurting av føroyskum borgarum og vinnufyritøkum

  1. Hevur danska fregnartænastan atgongd til talgilt samskifti hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum í Føroyum?
  1. Er partur av teimum avlurtingum, ið danska fregnartænastan hevur latið amerikansku fregnartænastuni, samskiftisupplýsingar hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum?
  2. Hevur løgmaður spurt – ella fer løgmaður at spyrja – danskar myndugleikar, um danska fregnartænastan avlurtar føroyskar borgarar ella vinnufyritøkur?
  3. Hvat ger landsstýrið fyri at tryggja, at føroyskir borgarar og vinnufyritøkur ikki verða avlurtað av donsku fregnartænastuni ella øðrum?

Viðmerkingar

Greitt er, at danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku fregnartænastuni (NSA) samskiftisupplýsingar um danskar borgarar.

Samstundis hava núverandi landsstýrið og samgongan samtykt nýggja lóggávu, ið gevur donsku fregnartænastuni víttfevnandi heimildir av avlurta føroyskar borgarar.

Í undanfarna valskeiði, vórðu vit landsstýrisfólk hartil kunnað um, at tekin vóru um, at onkur avlurtaði okkara fartelefonir, men tað var ikki greitt, hvør møguliga avlurtaði hesar.

Fyri at fáa staðfest, um føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur verða avlurtað av donsku fregnartænastuni, og fyri at fáa lýst, um føroyskar samskiftisupplýsingar eru latnar amerikonsku fregnartænastuni, verða hesir spurningar settir løgmanni.

Á Løgtingi, 28. august 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad