Lýsing

Hjartans tøkk kæru veljarar!

Valúrslitið gjørdist ikki tað, sum vit høvdu vónað, men ymiskir møguleikar eru fyri samanseting av eini komandi samgongu. Komandi dagarnar fara samráðingar at avgera, hvør fer at stjórna Føroyum næstu 4 árini 🇫🇴

Hjartaliga takk til øll tykkum 6127, ið valdu Tjóðveldi. Ein serstøk tøkk til øll tykkum 346, ið valdu meg persónliga. Hvør einasta atkvøða var avgerandi. Eri ómetaliga takksom ❤️

Eisini ein serlig tøkk til øll tykkum mongu, ið hava stríðst fyri Tjóðveldi, og gjørt hetta møguligt. Øll valevnini, økisfeløgini, familjur, vinir og tjóðveldisfólk kring alt landið. Uttan tykkum bar onki til.

Vit fingu tíverri bert 6 tingfólk inn á Løgting hesuferð, og vóru tað eisini fleiri av mínum góðu starvsfeløgum, ið ikki vórðu afturvald á hesum sinni. Hjartaliga takk fyri tykkara stóra arbeiði fyri land og fólk, sum bygt verður víðari á komandi árini.

Vit fara at gera alt tað vit kunnu fyri, at liva upp til álitið, at fremja tað vit lovaðu, og at halda áfram á góðu kósini 🇫🇴

Deil hesa grein umvegis
468 ad