Lýsing

Hví skilja vit ikki meiri burturkast?

Hendan spurningin fái eg ofta.

Sum forkvinna i Náttúru- og Umhvørvisnevndini havi eg  arbeitt við hesum, síðani eg kom inn í Tórshavnar Býráð og tað geri eg framvegis nærum hvønn dag. Men hetta er ikki eitt einfalt mál.

í dag verður longu nógv burturkast skilt á brennistøðini OG vit skulu skilja enn meir.

Ein fortreyt fyri at røkka málinum um størri endurnýtslu er at fáa tættari samstarv millum IRF og KB.

IRF og Kommunala Brennistøðin í TK (KB) samstarva longu á fleiri økjum innan burturkast.

Seinasta 1,5 árið hava embætisfólk í KB og IFR arbeitt við at kanna møguleikarnar fyri enn tættari samstarvi ella samanlegging, tí stórir fyrimunir og synergieffektir eru í  hesum.

Eftir nógva útgreiningar og samráðingar hevur arbeiðsbólkurin gjørt eitt uppskot, ið nú er lagt til politiska viðgerð.

Uppskotið er, at KB gerst ein partur av IRF og báðir partar meta, at ein samanlegging av báðum feløgunum gevur góða meining fyri endurnýtslu og burturkastøkið i Føroyum, sum so verður rikið av einum felag.

I dag eru nógvar dupulfunktiónir og tað gevur als ikki meining i einum so lítlum landið.

Ein av høvusorsøkunum til eina samanlegging av IRF og KB er at bæði feløg hava tørv á nýggjari brennistøð.

Brennistøðirnar hjá KB og IRF eru gamlar og ótíðarhóskandi og tær kunnu ikki endurnýggjast meira.

Ein nýggj brennistøð  kostar uml 500 milliónir.

Við verandi virksemi og fólkavøkstri gongur brenniorkan hjá KB undan longu í ár. Tvs í 2019!!

Og brenniorkan hjá IRF gongur undan i 2024.

Tí er uppskotið, at gera eina felags brennistøð fyri alt landið og hendan verður staðsett á Hjalla.

Á henda hátt kann munandi meir orka verða veitt til Fjarhitafelagið samstundis sum stórar fíggjarligar sparingar eru  fyri allar kommunur í Føroyum, við at byggja eina brennistøð heldur enn tvær.

Uppskotið hevur verið til politiska viðgerð hjá øllum kommunum hjá IR og er samtykt, men enn er tað ikki eydnast at fáa politiskan meiriluta i Tórshavnar kommunu fyri samanleggingini.

 

Sum forkvinna i Náttúru- og Umhvørvisnevndini harmist eg sera nógv um hetta, tí hetta er veruliga eitt stórt stig á grønu leiðini, fyri alt okkara land.

Ein samanlegging skapar nógv størri møguleikar fyri skynssamum rakstri, fyri at endurvinna meiri burturkast  og sparir harumframt øllum landsins kommunum hundraðtals  milliónir í íløgum til ein nýggja brennistøð.

Tí vóni eg framvegis, at býráðspolitikarar í Tórshavnar kommunu leggja partapolitikk og smáligt økisstríð til viks, og standa saman um eina skilagóða og grøna kós, ikki bara fyri Tórshavnar kommunu, men fyri alt landið.

 

Turið Horn

Deil hesa grein umvegis
468 ad