Lýsing

Dagstovnaøkið á einum vegamóti

At vit hava stórar avbjóðingar á dagstovnunum er eingin loyna, avbjóðingarnar eru fleiri og somuleiðis hugsi eg eisini loysnirnar eru fleiri.

Lønin er ein hornasteinur i øllum hesum og tað ber ikki til at tosa um at menna okkara øki uttan at tosa um at lønin eisini fer upp.

Sera einfalt – og júst hetta sum ØLL siga seg vera samd um , vísir seg at vera trupult at fáa gjøgnumført.

Lønarliga eru námsfrøðingar undir tað mark sum samsvarar við tað arbeiði og ábyrgd sum námsfrøðingar gera og hava hvønn dag, eisini hóast tað mangla fólk.!

Somuleiðis eigur normeringin eisini at fara upp, normeraði tímar til barnið er ikki regulera i nógv harrans ár.

Dagliga arbeiði á dagstovnunum má vera trygt, gott og mennandi fyri øll.

Arbeiði hjá leiðarum er nógv broytt seinastu árini, nógv fleiri uppgávur er komnar afturat, og so leingi leiðarin er partur av normeringini hongur hetta snøgt sagt ikki saman longur- tað er ikki tíð til alt .

Hetta merkja vit øll hvønn dag bæði námsfrøðingar, hjálparfólk og leiðarar.

Til hvørt val verður sagt at hetta er týdningarmikla arbeiði … tað sæst ikki aftur i okkara lønarposa og heldur ikki i arbeiðsumstøðunum.( tímun til fyrireiking og normeringum )

Støðan er sum hon er tí vit i alt ov nógv ár hava veri afturúr og nú skal nógv tí til fyri at lønin kennist røtt .

Annar trupulleiki er fyrireiking, tíð til at tilrættisleggja og fyrireika arbeiði sum námsfrøðingar á dagstovnaøkinum skulu gera hvønn dag.

Vit vilja gera okkara besta og vilja sjálvandi , eins og allir aðrir fakbólkar, umboða og brúka fakligheitina hvønn dag og allan dagin- tað krevur fyrireiking.!!

Relatiónin er berandi megin í okkara arbeiði, tíð til reflektión og fyrireiking er tíð givin til barnið OG familjuna.

Stórur saknur er á eini heildarætlan fyri alt dagstovnaøkið í Føroyum, saknurin er at tað vera sett mál og ætlanir . Bæði frá lands og kommunalpolitikarum.

Hvat vilja vit hava ?

Ansing ella menning ?

Hvat vilja vit geva børnum og ungum í Føroyum ?

Vit kenna flestøll svarið og tað kostar pengar, góðska kostar.!

Vit mugu útbúgva nógv fleiri námsfrøðingar

Alt ov fá koma inn og út hvørt ár og sum okkara formaður segði so átti tað eisini at borið til at lisi til námsfrøðing “ á netinum “ her i Føroyum.

Lat okkum nú, bæði lands og kommunalpolitikararr, taka felags tøk um alt námsfrøðiliga øki, lyfta námsfrøðingar upp tá løn umræður og vísa í verki at hetta nemmliga er av týdningarmiklasta arbeiði.

Mitt besta boð er at umboð fyri allir politikkarar, bæði kommunalir og landspolitikkar seta seg við borið saman við umboðum fyri námsfrøðingar og leiðara og gera eina heildarloytsn fyri alt øki.

Fleiri hava longu givið sítt boð til loysnir, góðar loysnir.!

Eg gevi heldur enn gjarna mina tíð og orku til hetta – tí hetta er týdningarmikið.!

Turið Horn

Býráðslimur og dagstovnaleiðari.

Turið Horn

Deil hesa grein umvegis
468 ad