Lýsing

Børnini eru framtíðin – Vit fáa tað vit sáa!

Børn í Føroyum eru millum tey børn í øllum heiminum, sum eru flest tímar á stovni. Tað er ein sannroynd og vit eiga tí at gera okkum púra greitt, at fyri okkara børn fáa kvalitet, umsorgan og menning – ja so kostar tað!

Sitandi samgonga hevur broytt leiðsluna á økinum. Hetta hevur ført við sær, at leiðsla er tættari at hvørjum stovni, og tað er ikki so einsamalt at vera dagstovnaleiðari longur.
Eg veit sjálvandi væl, at stór ósemja hevur verið um hetta – men eg eri tó sannførd um at hetta var neyðugt og at tað kann gera mun.

Tí til dømis hevur undirskotið í dagstovnaøkinum verið meir enn 12 milliónir og tað undirskotið var býtt út á nakrar fáar stovnar.

Eg haldi slett ikki hetta vera í lagi, tí um vit heldur býttu 12 milliónir út á allar stovnar í kommununi, so hevði tað gjørt mun fyri fakligheitina og fyri øll børn.

Men tað hevur eingin gjørt og nakrir stovnar hava koyrt við stórum undirskoti.

Tá dagstovnar mangla fígging, so sæst og kennist hetta beinanvegin á trivnaðinum, bæði hjá børnum og hjá teim vaksnu. Tað er ikki líka stuttligt at fara til arbeiðis, tá tú ikki fær gjørt tað sum tú er sett at gera.

Vit settu okkum fyri at fáa hetta í rætt lag og tað er bæði trupult og óbehagiligt.

Fyri fyrstu ferð í  nógv ár, hava vit sum stovnaleiðarar fingið boð um at halda fíggjarætlanina, tað er bæði rætt og rímuligt, at stovnar í kommununi halda fíggjarætlanina OG júst hetta hevur víst okkum hvussu støðan er.

Fyri fleiri stovnar ber tað snøgt sagt ikki til at halda fígjarætlanina. Normeraði tímarnir røkka ikki til dagliga raksturin, hetta gevur strong og sera stórt ónøgdsemi.

Er tað ikki bæði rætt og rímuligt at stovnar i kommununi koyra innanfyri givnu fíggjing ?

Jú sjálvandi er tað tað !

Og tí síggja vit nú, hvussu støðan veruliga er á økinum og hvussu nógvir pengar mangla í, fyri at vit kunnu fáa enn betri menning í barnalívinum. Vit síggja nú betur enn nakrantíð, hvussu nógv skal til fyri, at dagstovnaøkið kemur at koyra á allarbesta hátt.

Onkur hevur nevnt 20 mill. – og eg eri púra samd, minst 20 mill. meiri eiga at vera raðfestast inn á økið. Higartil hava vit raðfest 9 mió. meir til normeringar – og tá vit gjørdu hetta í 2019, so var tað faktiskt fyrstu ferð í 18 ár, at tað bleiv gjørt. Hesar millónir síggjast næstan ikki aftur tí øki manglar so nógv .

Havi mangan verið í døpurhuga hesi 4 árini, um mítt øki sum eg elski nógv. Eg hugsi at vit, áttu at havt raðfest normering fyrst og síðani leiðsluna.

Tá eg tosi við námsfrøðingar og leiðarar hoyri eg ofta at samtalan endar við at vit eru samd um at leiðslubroytingin er ok – OG at normeringin átti at komi fyrst !

Heilt ítøkiliga snýr tað um at økja normering frá 10,3 tímun til vøggubørn til 12 tímar til hvørt barnið, og frá 5,7 til 7 tímar til hvørt barnagarðsbarnið .

Tá kunnu vit tosa um at barnið er í fokus og at námsfrøðuligu stevnumiðini bera til at seta í verk .

400-500 NÁMSFRØÐINGAR MANGLA !!!

Ein heilt stór avbjóðing er at vit hava alt ov fáar námsfrøðingar í landinum, og her eiga vit at leggja nógv størri trýst á okkara landspolitikkarar, sum eisini siga seg vilja námsfrøðini væl, um at gera fleiri flokkar á Setrinum so vit sum skjótast fáa fleiri námsfrøðingar.

Tí tað finst neyvan nakað týdningarmiklari starv, enn tey ið eru um fólk, og kanska serliga okkara børnum, og við allari fakligheitini, sum fylgir.

Tað eru ikki allir dagstovnar, sum hava tað ringt fíggjarliga. Tá vit hyggja at tølunum sæst at umleið 50% av stovnunum klára væl at halda fíggjarætlanina, við verandi normering.

Men hetta merkir ikki, at vit ikki skulu hækka normeringina, tí vit vita at tað er ein sannroynd, at teir stovnar sum klára at halda seg til fíggjarætlanina, gera tað tí teir hava hjálparfólk og t.d. mangla námsfrøðingar.

Vit skulu raðfesta dagstovnaøki nógv meiri og normering er ein partur – ein annar partur er at viðlíkahalda stovnarnar og útiøkini, sum fleiri staðni tíverri liggja í órøkt og harvið koma at kosta nógv meiri, tá man einaferð kemur til at gera teir.

Til dagstovnaøki eigur at vera sett av, nokk av peningi til at viðlíkahalda allar stovnar og útiøkini – so vit áhaldandi síggja menning.

Hetta hava vit námsfrøðingar og starvsfólk á dagstovnaøkinum, langt síðani skilt – nú manglar at tann politiska skipanin skilur,  OG raðfestir hetta eisini.

Vit hava raðfest øki í hesi setanini OG langt er eftir á mál, eingin ivi um tað.

Eg eri samd við øðrum, um at vit tosa um í minsta lagi 20 mill. inná øki og hetta skulu vit gera komandi setu.

Vit hava gjørt ov lítið og undanfarnu býráð hava somuleiðis gjørt ov lítið og setta alt ov lítið av peningi av til øki.

So mitt besta boð er at ØLL halda orð og veruliga raðfesta børnini.

 

Turið Horn

Valevni fyri Tjóðveldi.

 

Turið Horn

Deil hesa grein umvegis
468 ad