Lýsing

Kjarnuuppgávur í Kommununi.

Alt gott um spæliland, matskipan og nógv av tí góða, sum nú verður boði fram fyri okkum .

Fyri meg hevur tað alstóran týdning at kommunan fyrst og fremst tekur sær av kjarnuuppgávunum, tað vil siga bústaðarneyðini beint nú , dagstovnaøkinum, eldraøkinum og  alt sum hevur við kloakk, reint vatn og burturkast at gera .

  • Nice to have .
  • Need to have.

Tað er munur á hvat ein kommuna skal og hvat ein kommuna kann, og vit eiga at raðfesta eftir tí.

Bústaðir.

Hvat nyttar alt tá tú einki stað hevur at búgva .?

Óvirðiligt at tosa um spæliland, matskipan og parkering tá stórsti trupulleikin i býnum er at fólk mangla bústað.

Kommunan hevur heimild at byggja íbúðir til lesandi og til eldri og hetta eiga vit at fara í holt við nú .

Somuleiðis eigur kommunan at fáa í lag heimild at byggja lutaíbúðir .

At hava eitt gott stað at búgv er ein grundleggjandi tørvur hjá okkum menniskjum, og eg haldi vit skulu gera alt vit eru ment at loysa avbjóðingina hjá borgarum i Havn, og tað skal kunna bera til hjá barnafamiljum at búgva í Havn. Sum nú er, er tað so dýrt at fleiri leita sær á bygd ella flyta uttanhanda.

Hetta er heilt skeiv gongd.

Um Kommunan byggir til lesandi og ikki minst til eldri so fer hetta vónandi at gera at fleiri velja at selja síni hús, og harvið hava familjur møguleika at ogna sær hús og heim .

Um eldraøki.

Á fundi um eldraøki kom so týðuliga fram at her er nokk at arbeiða við.

Bæði tá tað snýr seg um fólk og hús. !

Av einum stovni, í kommununi, kom spurningur um vit vilja lova teimum at gera túni, klippa hekk og gera ein gøtu trygga, somuleiðis var eitt ynski um nýggja sengur.

Hetta eru nakað sum eg hugsi eigur at vera raðfest í gerandisdegnum og kemur undir viðlíkahald.

Tað er ikki í lagi at hetta ikki er raðfest, og tað kann bara blíva betur, ein stór avbjóðing er viðlíkahald av verandi bygningum, hetta er ikki raðfest gott nokk hjá okkum .

Kloakk  – saman við reinum vatni er eitt grundleggjandi øki sum bara má og skal virka.

Kloakkir í Havn hava stóran tørv á umvælingum og nýgerð. Tað lukta og vita vit .!!

Og hóast vit hava brúkt fleiri milliónir uppá hetta so er tað langt frá nokk raðfest.

 

Dagstovnaøki 

Dagstovnar  í Havn mangla nógvar námsfrøðingar OG nógv fleiri pengar til eina passandi og góða normering –millum 30 og 40 milliónir skulu til fyri at alt øki skal virka væl og eftir dagstovnalógini .

Hetta vita vit eisini og nú má tíðin vera komin til at vit veruliga vilja raðfesta hetta øki.

Kanningar vísa at okkara børn eru nógvar tímar á stovn hvønn dag, sum er hava vit ikki starvsfólk á økinum at geva børnunum tað besta í beini,  – tað er ikki rímulig fyri nakran hvørki børn ella vaksin.

Eisini  her hevur samgongan raðfest  – men alt ov lítið og langt er á mál, sum eg síggi tað .

Børn mennast best í vinarligum og tryggum umhvørvi, har starvsfólk eisini trívast.

Eg eri politikari sum vil arbeiða við kjarnauppgávum, fyrst og fremst.

Turið Horn

Tjóðveldið.

 

 

Turið Horn

Deil hesa grein umvegis
468 ad