Lýsing

Hospice

Møguleikan at doyggja i frið.

Okkum tørvar eitt hospice her i Føroyum. Sum støðan hjá doyggjandi er i dag so er sjáldan møguleiki hjá okkum at velja hvar vit vilja doyggja.

 

Vit fara øll at doyggja, tað er fakta !

Støðan er tann at fleiri eldri sum eru doyggjandi, og búgva á røktarheimum, koma á sjúkrahús tá tíðin er komin. Eg veit, at nógv eru sera hørm um tað.

Ein orsøk til at tey vera flutt á sjúkrahús sigst vera, at ikki eru nokk av sjúkrarøktafrøðingum á røktarheimum til hesa uppgávu.

Eg haldi tað hevur so stóran týdning at vit hava møguleikan at velja, um tað ber til, hvar og hvussu og ikki minst saman við hvørjum vit vilja fara foldum frá.

Eitt hospice kundi veri staðsett á einum friðarligum og vøkrum stað í náttúruni.

Hyggja vit at londunum kring okkum, finna vit hospice allastaðni.

Her arbeiða fólk sum hava djúpa virðing fyri lívinum og at livið eisini hevur ein enda. Læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og fysioterapeutar eins og prestar eru dagligu starvsfólkini á einum hospice.
Avvarðandi hava altíð atgongd og øll viðger er í samráð við tann doyggjandi.

 

Endamálið er at geva tí doyggjandi linnandi viðger tað síðstu tíðina. Linnandi viðger og umsorgan bæði til kropp og sál. Og tí er eisini ein prestur knýttur at staðnum, til tey sum vilja tað.

 

Eg síggi fyri mær at eitt hospice kann vera her í Vesturbýnum. Tætt við Landssjúkrahúsið.

Hetta vil eg arbeiða fyri at fáa í lag.

 

 

Turið Horn

Deil hesa grein umvegis
468 ad