Lýsing

Harðskapur móti kvinnum og børnum

Í vikuni var grein í Sosialinum um Kvinnuhúsið, sum skal hava nýggjan leiðara.

Kvinnuhúsið er karmur um ein sera sárbaran bólk. Kvinnur og børn, sum hava veri útsett fyri harðskapi.!

Mytur um harðskap
Nógvar mytur eru um hesar kvinnur og teimum, sum tær liva saman við, ella hava liva saman við.

Ein er til dømis, at hetta eru fólk, ið lágum løgum av samfelagnum. At kvinnan er kúga, og at maðurin er alkoholikari; hetta er ein myta, tí vit vita, at harðskapur kennir eingin sosial løg, og ger ikki mannamun!

Elin Reinert Plank, fráfarandi leiðari, sigur tað so væl, “tey væl bjargaðu klára betur at goyma tað” og júst tað, at tað ber so væl til, at goyma harðskapin, er ein stórur trupulleiki.

Serliga um kvinnan eigur børn. Børnini blíva ofta tey tigandi vitnini uppá harðskapin, og kunnu vera traumatiserað, og mekt fyri lívið.

Stórsta pínan er børnini”, siga flestu kvinnurnar. Tað er ein stór sorg hjá hesum kvinnum, at liva við; at børn teirra hava uppliva harðskapin.

Hesi børn hava tørv á hjálp, skjótari hjálp!

Eitt av mínum hjartamálum er nevniliga børn, og teirra møguleikar fyri at fáa eitt gott og trygt liv, ein góðan barndóm.

Tí tryggleikin er ein hornasteinur fyri menningini hjá barninum. Børn, sum ikki hava tað gott, og sum eru ótrygg eru børn sum eru í vanda.

Betri karmar til Kvinnuhúsið

Eg haldi at tíðin er komin til, at vit geva Kvinnuhúsinum betri karmar. Húsið og harvið umstøðurnar eru ikki nøktandi.
Á Kvinnuhúsinum, eins og í nógvum øðrum hjálpar stovnum, er ein berandi kraft, sjálvboðin fólk. -Og tað er fantastiskt.
Vit eiga, at seta inn um hesi børn, og mammur teirra, sum hava vent sær til Kvinnuhúsið, fyri at fáa hjálp.
Eg veit væl, at tað er góð hjálp at fáa, og at tey sum starvast her, gera eitt sera gott og týðandi arbeiði.
Tað er júst tí vit skulu geva betri karmar.

Tað besta vit kunnu gera beint nú í mun til hetta øki, haldi eg vera : betri hús og fleiri pengar til henda útsetta bólk av børnum og kvinnum.

Kvinnuhúsið er raðfest á fíggjarlógini.

Turið Horn

Deil hesa grein umvegis
468 ad