Lýsing

Ein brennistøð – sjálvandi!

Alt málið um at byggja eina felags nýggja brennistøð á Hjalla er sera týðandi, bæði fyri Tórshavnar Kommunu, fyri IRF og ikki minst fyri alt Føroya land.

Sum er hava vit í okkara lítla landi tvær brennistøðir, okkara her í Tórshavn, sum er frá 1987 er slitin og hevur ikki neyðuga kapasitet til tær skjótt vaksandi burturkastnøgdirnar sum eru og tí er neyðugt at byggja eina nýggja brennistøð.

Vit vita at tað tekur uml. 4-5 ár at byggja eina nýggja brennistøð og tí hevur málið skund og skuldi langt síðani verið avgreitt um alt var rætt!

Brenniorkan hjá KOB er ov lítil og longu nú eru vit farin at flyta burturkast av landinum, í desember útfluttu vit 1015 tons av ruski, fyri áleið 1,5-2,0 mió. og tað er ikki tað sum vit vilja.

Hetta er kostnaðarmikið, ólogiskt og ikki umhvørvisvinarligt, og átti orkan heldur at verið nýtt til fjarhita her í kommununi.

Eisini IRF skal hava nýggja brennistøð um nøkur fá ár – tí er tað hóskandi og týðandi at vit taka hetta málið um samanlegging í størsta álvara.

Ein nýggj brennistøð kostar uml. 400 mió. kr. um vit byggja sjálvi og skal hetta fíggjast av skattakrónum hjá borgarum í Tórshavnar kommunu. Hetta viðførir, at minni peningur er til íløgur, at byggja fleiri skúlar, ellisheim, ítróttaranlegg, kloakkir vegir og annað sum liggur á láni.

Um TK gerst limur í IRF, rinda vit í TK – eins og hinar limakommunurnar – limagjald pr borgara og IRF átekur sær allar íløgur og rakstur í samband við at byggja nýggja brennistøð.

 

Á Vaglinum eru fleiri politikarar sum BERT síggja forðingar við hesi samanlegging, sum áhaldandi halda fast í at vit í Havn eiga at hava okkara egnu brennistøð og at um vit fara í hetta samstarv við IRF so missa vit alla ávirkan á hetta øki, at øll onnur fara at arbeiða ímóti okkum.

Søguliga kann man tó siga at brennistøðin á Hjalla og burturkastøkið sum heild, bert hevur átt ein politikara sum hevur víst hesum økinum áhuga í nógv ár, og tað er Elin Lindenskov, sum áður  hevur víst á júst somu loysn sum vit nú vísa á .

Seinastu mongu árini hevur lítið av peningi verið brúktur til nýútvegan og viðlíkahald á Hjalla, bert tað sum er alneyðugt hevur verið gjørt.

Tað sæst týðuliga bæði á brennistøðini sjálvari og á øllum rakstrargøgnum, so sum bilum og maskinum sum alt er niðurslitið, og vit brúka nógvar pengar hvørt ár at bøta um teir gomlu slitnu bilarnar og amboð hjá brennistøðini.

 

Vit eru fleiri í býráðnum sum vilja broyta hetta nú og tað er mín inniliga vón at eisini okkara landspolitikkarar vísa hesum málinum áhuga nú.

 

Flest allir politikarar i Føroyum hava seinastu tíðina tosa nógv um umhvørvið og sagt alment at tey hava eitt ynski um at vit í Føroyum skulu og eiga at ganga á odda  :

“ unspoiled  “– remember .?

Nú báðar brennistøðirnar standa til at verða útskiftar, er møguleiki at vísa hetta í verki.

 

Við at leggja saman, kann Tórshavnar kommuna leggja alla orku í at koma i gongd við at skilja og endurnýta okkara burturkast og ein felags brennistøð í Havn vil trídobla fjarhitan í kommununi,- alternativið er, at orkan fer beint upp í luftina í Leirvík, har tað er ikki eru somu møguleikar at gagnnýta spillhitan sum í Havn.

 

 

Í seinastuni hava nógv fólk verið frammi og greitt frá teirra støðu í mun til møguliga samanlegging. Eisini hava nógv “fakta og tøl” verið nevnd og tí vil eg her koma við fakta í málinum:

 

Uppskotið um samanlegging:

At Tórshavnar kommuna gerst limur í IRF.

At TK varðveitir moldpláss og endurnýtslurnar, íroknað matriklar, bygningar,amboð,maskinur,útgerð o a  umframt starvsfólk sum eru knýtt at hesum .

At IRF yvirtekur alt annað virksemið, írokna matriklar, bygningar, amboð, maskinur, útgerð o a umframt starvsfólk sum eru knýtt at hesum .

At IRF yvirtekur allar skyldur sum TK hevur viðvíkjandi Brennistøðini, sambært galdandi avtalum.

At TK kemur at hava ávirkan á sama støði sum hinar limakommunurnar, eftir fólkatalinum.

 

Gjald fyri ognir.:

Fyri bygningar rindar IRF 60 mió til TK  – hetta verður mótroknað limagjaldi við 5 mió hvørt ár í 12 ár.

Fyri grundlendið rindar IRF 10 mió til TK .

 

Staðseting:

Høvuðssætið hjá IRF kemur framhaldandi at vera i Leirvík.

Ein komandi nýggj brennistøð fyri alt landið , verður á Hjalla í Tórshavn.

Verandi høvuðsendurnýtsla verður verandi í Leirvík.

Tyrving og viðgerð av rottangaevju verður í Kvivik.

Allar endurnýtslurnar, sum vit kenna tær í dag, vera verandi hjá kommunum.

 

Fíggjarligt:

Um TK gerst limur í IRF, so verður gjaldið sum TK skal gjalda til IRF ásett eftir fólkatalinum, eins og hjá hinum kommununum.

Fyri TK verður raksturin nakað tað sama við- ella uttan IRF, tá eru íløgur og avskrivingar hjá TK ikki íroknað.

Livitíðin hjá einari nýggjari brennistøð verður mett til 25 ár og sparingin fyri TK við at leggja saman við IRF, yvir hesi 25 árini, er uml. 8,2 mió./ár.

Skal TK byggja sína egnu brennistøð, so kemur hon at kosta uml. 400 mió., umframt aðrar útreiðslur, so sum at flyta jarn móttøkuplássið.

Eru vit saman við IRF, kemur TK at gjalda uml. 35 mió. til allan raksturin, harav uml. 28 mió. til IRF.

Um TK ikki gerst limir í IRF, koma vit somuleiðis at gjalda uml. 35 mió. í rakstri, tá er íløga í nýggja brennistøð ikki við.

Í 2020 eru rakstrarútreiðslurnar fyri brennistøðina settar til 20,5 mió. kr, harafturat kemur avtalan við IRF um tyrving í Kvívík, maskinur, bilar og amboð, umframt størri viðlíkahald sum krevja serstaka fígging.

 

Vit eiga at vera framsøkin nú, alt annað er ørskapur.

Alt málið um samanlegging av KB og IRF byrjar við eini kanning um økt samstarv, harundir møguligari samanlegging.

Hetta var fyri nevnd fyrstu ferð i hesi setu  22. mars 2018. – og síðani hava vit  áhaldandi arbeitt  við hesum. Starvsfólk hjá IRF og TK  hava saman við politikarum arbeitt sera væl saman.

Eg havi sum forkvinna í nevndini verið spent og jalig hvørja ferð vit hava tosað um hetta sera týdningarmikla mál.

  • Vit hava hugt at karmum, virksemi og framtíðarætlanum hjá ávikavist KB og IRF.
  • Báðir partar eru samdir um, at samanlegging er tað einasta rætta, eisini fyri at menna burturkast økið sum heild i Føroyum.
  • Fíggjarliga er hetta eisini ein sera stórur fyrimunur, tí skulu vit í Føroyum hava tvær brennistøðir á uml. 400 milliónir hvør?

 

Tað er IRF sum letur brennistøðina byggja og ber allan kostnaðin.

Uppskotið er heilt einkult og greitt : mælt er til at byggja eina felags brennistøð, sum er stað sett á Hjalla her i Tórshavn.

Talan er um eina verkætlan sum gevur einar grønari Føroyar.

Í ætlanini er eisini eitt uppskot um at byggja eina stóra høll á Hjalla – eina endurnýtslu høll, har vit kunna skilja td glas og plast og nóg annað.

Eisini er ætlanin at hava undirvísing og gransking inna umhvørvis- og burturkast øki.

 

Hetta er eitt sera gott mál fyri okkum øll og eg seti mína vón á at tað ber til at gera hetta saman .

Vinaliga

Turið Horn

Býráðslimur og forkvinna í náttúru – umhvørvisnevndini.

 

Turið Horn

Deil hesa grein umvegis
468 ad