Lýsing

Loft í pípunni

Tað var ein hugsjónarlig orsøk til at tjóðveldismenninir Erlendur Patursson og Petur Reinert, sum fiskimálaráðharrar, fluttu fiskimørkini út á 12 og 200 fjórðingar – ávikavíst í 1964 og í 1977. Í bassenginum undir hesi miklu havleið skuldi búskaparliga grundarlagið undir tjóðini og komandi føroyska statinum tryggjast. Afturat hesum løgdu teir dent á, at tilfeingið varð umsitið burðardygt  – við neyvari stovnsrøkt – til tess at tað kundi gerast varandi grundarlag undir føroyska búskapinum, vinnuni og vælferðini hjá fólkinum.

 

Sum gjáarmaðurin Sigurð Joensen tekur til í yrkingini Miðamaðurin:

 

Men tað, sum aldrin uppundan fjarar,

er betra helvtin av Føroyalandi.

Og land at nema, ið havi fjaldi,

varð lív og vísindi miðamansins.

 

Búskapurin í Føroyum er nær tengdur at fiskivinnu og alivinnu, sum er ein framleiðsluvinna. At kalla allur útflutningurin kemur úr hesum vinnusektorum og yvir áramál skal samsvar – javnvág – vera ímillum útflutningin og innflutningin. Samfelagið prúðkast, vælferðin veksur og harvið økjast innfluttu nýtsluvørurnar. Uppímóti hesum skal dubbast áhaldandi á vinnumótinum fyri at halda stand og fyri at varðveita vælferðina hjá okkum øllum.

 

Vit hava ræði á sjey hundrað túsund tonsum av ymsum fiskasløgum árliga, og ongin væntar at hendan rúgvan fer at vaksa munandi næstu árini, hóast eitt lop ivaleyst fer at vera á heimaleiðum, nú fiskiskapurin á landgrunninum tíbetur hevur tikið seg uppaftur. Tí er svarið: Virðisøking.

 

Orðaskiftið um fiskivinnu í Føroyum hevur fyri tað mesta snúð seg um teinin frá veiði haðartil veiðan er landað við bryggjukantin. Á politiska pallinum hevur minni verið tosað um at vaksa peningaliga um veiddu virðini til útflutnings – virðisøkingina.

 

Tjóðveldisflokkurin vikast ikki í spurninginum um, hvør ið eigur rættin og hvørji ið skulu eiga rakstrargøgnini, ið troyta havmiðini og stovnarnar. Føroyingar og bert føroyingar. Lata vit útlendskum áhugamálum henda rætt, liggur hugsjónin hjá Erlendi og Reinert, um búskaparliga sokkilin, veingjaskotin, og farast kann tá undir at flyta fiskimarkið innaftur á tríggjar fjórðingar ístaðin – ongin orsøk er til at verja eitt fiskimark, sum stikar havleiðirnar av til aðrar at súgva virðini uppúr.

 

Virðisøking snýr seg meiri um vinnu heldur enn um fiskivinnupolitikk, – ella rættari fiskiveiðipolitikk. Í ov stóran mun eru Føroyar ein rávøruútflytari, og hetta eigur landsstýrið, ið setir seg við heimastýrisradiatorarnar, í fløvanum frá donsku ríkisveitingini, at gera nakað við, eisini fyri at skapa eina andvekt, táið kutað verður av danska Blokkinum í næstum.

Eitt hugsað dømi, um hvussu støðan er í løtuni, sær soleiðis út:

 

Eitt saltfiskavirki, t.d., sum virkar 6 túsund tons av toski, borgar 25 milliónir krónur í lønum samsvarandi føroyskum sáttmálum. Góðar fýra krónur fyri kilo. Útflutningsvirðið burturúr hesi framleiðlsu er á leið 185 milliónir krónur. Vóru hesi somu 6 túsund tonsini flutt av landinum sum rávøra, t.d. til Pólands, har lága lønarlagið borgar 37 oyru fyri kilo til hesa somu framleiðslu, var virðisøkingin exporterað úr føroyska samfelagnum. Hetta hendir tíðum. Staðfestast kann tí, at tað er eitt slag av sosialari dumping ímillum framleiðslukostnaðin í londunum báðum. Loysnin er ikki at flyta sáttmálabundna lønarlagið í Føroyum niðureftir, loysnin er heldur at skipa soleiðis fyri politiskt, at munurin ímillum 37 oyru og 4 krónur ikki fær tær vanlukkuligu avleiðingar, at virðisøkingin, sum kundi verið í Føroyum, heldur svimur inn á og út av flekiborðunum í fremmandum londum.

 

Í vinnuni verður tosað um møguleikar fyri at økja munandi um útflutningin – við nógvum hundrað milliónum krónum og harvið fleiri hundrað arbeiðsplássum, um politiskar ásetingar verða gjørdar soleiðis, at rávøran ikki fer óvirkað av landinum í framtíðini. Ein skjótt virkandi strategiskur bólkur eigur í skundi at vera settur niður fyri at finna fram til, hvussu ferð fæst á virðisøkingina í Føroyum úr føroyska tilfeinginum.

 

Sum íslendingar plaga at taka til: Loft er í pípunni.

 

Rúm er í skipanini fyri munandi vøkstri í framleiðsluni, og hesum potentialinum hava vit skyldu til at fara eftir til tess at polstra vælferðarsamfelagið, sum sjálvandi ber ein íbygdan vøkstur í sær á útreiðslusíðuni í samlaða roknistykki samfelagsins.

 

Tjóðveldisflokkurin er garanturin fyri at málið verður tikið upp, táið vit aftur gerast partur av politiskari samgongu, eftir valið leygardagin.

 

Gott val.

Tórbjørn Jacobsen

 

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad