Lýsing

Undirstøða

Eftir fýra árum við fýra víkiplássum og einari vegøksl.

 

Ymiskt er hvussu orðið samfelag verður tulkað, men onkursvegna er tað í slekt við orðið samhaldsfesti. Alt eftir hugsjónarligari løðing, gjalda vit skatt til okkurt, sum vit ynskja at fremja í felag. Í stóran mun snýr tað seg um basalar funktiónir, sum øll fáa gagn av – onkursvegna. Undirstøðuna, ið aftur gerst grundarlagið undir drívmegini, uppdriftini og privatum initiativum í fólkinum, sum aftur eru avgerandi fyri støðið í vælferðini.

 

Táið infrakervi ella undirstøða verða umrødd, hugsa vit oftast um ravmagn, telefon, kringvarp, vatn, spillivatn, renovatión, skúlar, vegir, brýr etc. Vit gjalda eftir inntøkuførimuni til felagskassan ella umvegis nýtslu til hesi høpini. Ein partur er kommunalur og annar liggur í landsgeiranum.

 

Kommunurnar hava síni mørk, innanvert hvørji árliga íløgufæið kann brúkast, øðrvísi er við landsmyndugleikanum, og hevur man gingið nóg leingi á bonaðu fjalunum um Vaglaleiðina í Tórshavn, veit man hvussu toganin er í ymsar ættir, fyri at draga so nógv av íløgupartinum ávísan veg, alt eftir hvør ið situr við borðið og hvaðani viðkomandi er, táið fíggjarlógargerðin fer og er farin av lunni. Tvey dømi frá mær sjálvum eru Strandavegurin og Rituvíksvegurin (sat tá í andstøðu), sum eg brúkti vøddarnar til og átti nógvar aktiur í – tann tíð tað var.

 

Valskeiðið, sum rennur út leygarkvøldið í vikuni, hevur verið soltið í so máta fyri Eysturoynna, táið talingur er um býtið av íløgufænum á løgtingsins fíggjarlóg. Fýra smá víkipláss á Funningsfjarðarvegnum og ein ørstutt øksl á Oyndarfjarðarvegnum – tað var tað. Tað var alt. 22% av landsins íbúgvum búgva í oynni, og hon man skroyva ríviliga tað upp í kassan hjá okkum øllum, tí eigur veljarin at trýsta meiri megi higani inn á Føroya løgting. Fólkaræði snýr seg eisini um eina rímiliga landafrøðiliga umboðan, soleiðis, at vit øll eru partur av samfelagnum og samhaldsfesti tess.

 

Í gerandisdegnum megna vit fyri tað mesta at halda okkum uppi við egnari megi, væl tað, kanska, men vit ætla næstu árini eisini at verða ein lutfalsligur partur av býtinum av íløgukrónum landsins. Fyri at nevna nakrar verkætlanir: Farleiðin til og frá Tangafjarðartunlinum í Runavík, vegurin omanfyri bygdina í Skálafirði, vegurin til Selatraðar, tunnilin úr Gøtudali undir Valaknúkar, vegurin til Funningsfjarðar og Oyndarfjarðar, bergholið til Gjáar etc.

 

Hetta verður ikki gjørt eftir einum degi – Roma varð nú heldur ikki bygdur eftir einum degi, – men kortini varð hann bygdur.

 

Tað skal politiskt knúgvafeitt til fyri at gerast partur av landsins fíggjarligu raðfestingum, táið skorið verður upp op íløgurnar býttar, tí krevst onnur megi enn hon, sum fekk okkum fýra – 4 – víkipláss (eitt um árið) og eina vegøksl til høldar í hesum valskeiðnum.

 

Gott val.

Tórbjørn Jacobsen

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad