Lýsing

Søtur er sjálvboðin biti

Klaksvíkin lá ikki sveipað í ravmagni hetta kvøldið, men stjørnurnar glampaðu sum eldkúlur úti í hinum ókenda alheimi. Veðrið var av tí fagrasta, tá útróðrarbátarnir fóru stimandi norður ígjøgnum Haraldssund. Teir fóru ikki á havmiðini norðanfyri. Leysir av landi løgdu teir stilt, andaktsstemningur rakst ímillum bátarnar við úrkøktu motorunum, í kvøld vóru havsins treystu synir áskoðarar til eina av teimum heilt stóru hendingunum í søgu okkara. Tá hálvur annar tími vantar í miðnáttina, fer havið at liva, guvan stendur úr skorsteinum, bretsku togararnir hála fyri seinastu ferð á innaru leiðunum, lemmarnir bresta í gálgarnar, keturnar glinta hvøllari enn annars, og sum nevslignar æður seta teir sorgarbundnir kós norður á nýggja 12-fjórðinga markið. Á miðnátt liggur hesin fremmandi skipafloti sum ein gløðandi ljósrond eftir markinum. Blaktrandi lanternur standa sum eitt stik fram við markinum, ið ikki ber til at leypa á. Landsins myndugleikar hava tikið sær suverenitet á útróðrarleiðum. Tann eini útróðrarmaðurin higani hevur einaferð sagt einum ungum studenti, ið royndi at akademisera tað sum fyrifórst, at tað var ein stórbær sjón at síggja, ítøkiliga, hvussu vit sjálvir so brádliga áttu hetta havið – hendan ómissandi matkovan – einsamallir. Hetta vóru nú okkara havleiðir burturav. Hetta hendi fyri hálvthundrað árum síðani – á Grækarismessu 1964. Seinri fluttu vit okkum longur út á. 200-fjórðinga fiskimarkið varð veruleiki í 1977, og spískamarið, búskaparliga grundarlagið, hjá føroyingum var tryggjað, soleingi vit eiga megina at verja og røkja kovan í hesum velduga bassininum, sum nú hevur eina vídd omanfyri 3 hundrað túsund ferkilometrar.
 
Grækarismessurnar hava annars hilnast illa her norðuri, men við hesari kom ein vinnulig bygnaðarbroyting, sum fekk týdning fyri fólk – bæði á sjógvi og landi. Kring alt landið. Sohvørt sum kapaciteturin vaks á flakavirkjunum, góvust skipini at sigla við ísaðum fiski niður á bretska marknaðin. Rávøruleverandørurin var industrialiseraður, virðisøking rópa teir tað nú. Vit, sum búgva uppat og síggja allar hesar konurnar gera seg tilreiðar hvønn morgun at taka egghvassa knívin í lógvan, fyri at skera í fiskin, sum menn fyri tað mesta bera teimum av havmiðum inn á transportbondini, síggja hvussu tilfeingið verður transformerað til søluvøru á altjóða marknaðum. Sum skaldið sigur: “…men undan hondum teirra, liggja stakkar av saltfiski, frystirúm full av flaki, so tú fær ein bita, tá búkurin er tómur.” Á fyrstu parkett síggja vit primera grundarlagið undir tjóðini koma undan hondum teirra. Vit hava royndir av alternativinum, tá kolurnar hava verið sløktar, og gjarðvøksturin hevur slokt seg upp eftir skipssíðunum. Á Skálafjørðinum og her norðuri, tá Kósin onkuntíð hevur ligið sum eitt offrað vinnuligt tempul, við útstungnum eygum. Ein ræðandi sjón, men tað funnust altíð ráð fyri degnum ímorgin kortini. Fyri tað mesta komu ráðini úr egnari uppdrift. Søtur er sjálvboðin biti, sum John Reid tekur til um byrjanina til fótbóltsvøllin, tá menn við spaka og hvísl fóru í holt at turka djúpu mýruna upp fyri at fáa lendið til tað, sum tey flestu kanska hildu vera fjas og letisbrøgd. Var annars so heppin nú ein dagin, at eg fekk legendariska minnisritið til gávus frá Bjartalíð presti, arvagóðs frá abbabeiggjanum.
 
Viderø sigur um svínoyingar, at teirra hávaksni kemst av, at teir vaksa bæði uppeftir og niðureftir. Serliga kallmennini, sum eiga røtur aftur til onkrar dovragubbar í Noregi. Um Klaksvíkina sigur hann, at hon vaks so skjótt í vavi, at hon megnaði ikki samsvarandi at vaksa niðureftir. Rótin rakk ikki slokkinum í hesi bráðu framtøku. Bráðpannan, sum fólk av alskyns slagi og úr ymsum heraðshornum vildu gerast partur av, gjørdist eitt søguligt gap, har so mangt bar til, felagssálin – eindaridentiteturin, samleikin – var ikki stadnað, alt lá opið, og nógvir ymiskir vindar blástu inn av Pollinum og Borðoyarvík, tað ráddi um at síggja møguleikarnar, at stutt var ímillum hugsan og handling, ein nýbyggjari bíðar ikki eftir nøkrum, heldur ikki sær sjálvum. Hann fremur sínar egnu fyritreytir afturat teimum natúrugivnu. Í honum býr uppdriftin, sum er runnin á hann av vakstrarlagnum í kringumstøðunum.
 
Ímillum hesi háu fjøll og møguleikar vaks eitt heilt samfelag. Ein tann frægasta vágin í landinum væl vard av hini bulmiklu matrónini norðanfyri – Kunoynni. So hóskiliga langt frá sentralmaktini í høvuðsstaðnum og Keypmannahavn, at menningin gekk sínar egnu leiðir. Umframt kolossalu menningina í skipavinnu og ídnaði á landi fór hetta samfelagið at skipa sínar egnu institutiónir. Sjúkrahús, maskinmeistaraskúla, skiparaskúla, fjarritaraskúla, kokkaskúla, tekniskan skúla, húsarhaldsskúla og ikki at gloyma Fólkaháskúlan í Føgrulíð, sum miklu andsmennini av Skarði og úr Miðvági og konur teirra settu á stovn í óbygdum – í føgru líðini vestan fyri røðina oman ímóti Leirvíksfirði. Egin strandferðsla í útoyggjarnar, til eysturbygdirnar í Eysturoy og sogar til Havnar. Onkuntíð man tað hava kenst fólkinum sum at sita í flogfari, allur hesin meldurin, tíðartíttleikin og øll hendan skjóta menningin. Komi aftur á orðini hjá Marsonnu á Velbastað, hon fekk mær hesa troyggjuna og hosurnar til vega, hon ynskti ikki at flúgva ímillum lond, tímdi ikki at sita í Keypmannahavn í tveir sólarringar og bíða eftir síni egnu sál. Á sjóvegis leiðini kom hon heilskapað á mál, sum hon málbær seg.
 
Myndin av guerillasoldátinum, sum situr í føroyskari troyggju og undir føroyskari húgvu, í fjøruni í Klaksvík, albrynjaður við eini løddari militerriflu, fór beint út á forsíðurnar á flestu heimsins ávísum. Heilt suðuri í Rio de Janeiro. Tá ein kennir seg at vera langt av landi skotnan frá egnum myndugleikum, ikki kennir fløvan frá miðsavnaðum valdshondum, gerst man sín egni myndugleiki. Tekur sakina í egnar hendur, øll hjólini skulu jú mala. Hetta er sum hjá partisaninum, lívið er hart, serliga um hann verður særdur ella heilsuveikur. Uttan samanberingar annars, so skrivar Ché Guevara í bókini “Guerillakríggj”, at læknin í partisanherinum eigur altavgerandi leiklutin, ikki tí at amboðini eru so framkomin, men tí at hann við útbúgvingini og moralska/etiska læknalyftinum til eina og hvørja tíð akslar síni skinn við hin særda, til hann er frískur og ferðugur aftur. Læknin er meginstabilisatorurin og trygdin hjá øllum. Sosialar rembingar og hesin dropin, sum fleyt yvir á Sjúkrahúsinum, vóru atvoldin til, at Klaksvíkin, helst sum einasta bygd í okkara hemisferu, kom sær í hernaðarligt kríggj ímóti einum fremmandum nationalstati. Í stríði eru bara stríðsins lógir galdandi, og eftirspælið kenna vit, tá hitt paradoksala flogvitið, sum talaði í Emmaus og var kommandantur á frontinum, havnarmeistarin Fischer Heinesen, varð buktaður inn handan rimarnar í fangatippinum í høvuðsstaðnum. Tað var annars krígsreportarin mr. Brown, frá Daily Express, ið kom til Føroyar við serflogfari fyri at senda frá hermótinum, sum fekk øll tíðindini út til heimin um Læknastríðið, eftir at Sigurð Joensen hevði yvirtalað Fischer at opna frontin soleiðis, at Christian Didriksen kundi sigla bretska journalistin inn um sperruna við báti sínum Óðini. Sum Sigurð segði við Fischer: “Illa lúgva teir altíð, journalistarnir, men sleppa teir ikki afturum frontin, so vera tað bara íspunnar mýtur og lygusøgur, sum verða varpaðar heiminum frá krígnum í Klaksvík.”
 
John William, lokalávísin, gleðir seg til 2024, tí tá væntar hann meg norður aftur í Vágstún. Hann spurdi í spølni í máltráðnum, hvør í Guðs garði orsøkin var til, at eg skuldi flyta fram røðu her tíggjunda hvørt ár. Helt fyri, at tað mundi komast av, at langomma mín var úr Kunoy, rópt Kunoyar Jóhanna í Syðrugøtu, og at børn míni eru hálvir kunoyingar. Annars var eg bara fýra ára gamalur, tá eg fyrstu ferð steig fótin á land her norðuri. Í plússfourbrókum standi eg á eini mynd so smoykin ímillum abba og ommu, sum vóru farin av Gøtu við Coraliu á Norðoyastevnu. Ljóslivandi stendur tað fyri mær, tá vit eftir ein frægari døgverða labba oman frá Andrassi Samson og skyldkonuni Malenu, dóttir Mortan í Hvannasundi og langabbasystrina úr Nólsoy, oman í Djúpumýru, har KÍ leikti ímóti onkrum av hinum stórliðunum í landinum.
 
9 ára gamal og nú er stórdystur á nýggja leikvøllinum í Sarpigerði, vit báðir Pól morbróður, hann var svorin KÍ-viðhaldsmaður, í hvussu er fram til GÍ-framtøkuna, aka yvir til Norðragøtu, har KÍ skal leika ímóti danska liðnum OB úr Óðinsá, 25. juli 1965. Gamaní tapir KÍ dystin 1-2, men gøtumenn halda seg hava vunnið. Núverandi djáknurin í Kristianskirkjuni, Karl Gudmund Henriksen, man vera ein hin fyrsti vongverjin í Føroyum, og eg minnist so væl hetta reydið hann ger niðan eftir í høgru síðu, fettir nakkan afturá, hyggur upp, og við eitt leggur hann ristina undir leðurkúluna, og leggur hana inn fyri, og har brestur bólturin í harða skallan á Ólavi Thomsen, sum stútar hann í trolmeskarnar oman ímóti víkini. Haldor Holm skal hava sagt, at hetta var flottasta málið, hann hevði sæð á ævini. Tað kom monnum væl við, at tað var ein hálvur gøtumaður, sonur Andreas, sum gav dønum eitt skammfíl í lakkið hendan dagin. Í okkara tíð er fótbóltur vorðin so komplexur ástøðiliga, at ein skilir næstan ikki hesar klóku analýsurnar, har menn í vørpum royna at greina, hví hetta ymiska nú hendi. Teir siga frá Karl Gudmundi, sum annars var væl umtóktur í Eysturoynni eisini, serliga tí hann hevði ein so harðan skalla og megnaði at gúppa longri enn teir flestu, at fyri hann var spælið ikki so teoretiskt skipað. Í Djúpumýru setti hann bara ferð á úr egnum brotsteigi, framvið síðulinjuni í høgra borði sprintandi, og tá hann var komin niðan á hálva dansistovuna, ta gomlu, har hevði hann eitt ýti, tá smekkaði hann bóltin innfyri, og so var bara eftir at vóna, at Steinbjørn, ella John Sigurð – lítli John, sum Niels Juel rópti hann – ella Páll Sigmund vóru í feltinum til ta endaligu avrættingina av mótstøðuliðnum.
 
Kappróðurin hevur riðið á einum aldukambi her norðuri í mong ár, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Í nógv ár treivst Klaksvíkingurin sum aftasta farið í konvoyuni, um hann yvirhøvur tók lut í róðrinum. Tað gav at bíta eina Ólavsvøku, tá KÍ leikti ímóti B36 ólavsvøkudag. Kappróðurin hevði verið dagin fyri, ólavsvøkuaftan. Tá varð róð inn á Vestaru vág. Ídni B36 viðhaldsmaðurin Mouritz Snús stendur ímillum norðingarnar, og fegnast av heilum hjarta, tá B36 leggur seg á odda. Seinri fáa teir eitt mál afturat. 2-0 og hálvleikur. KÍ skorar beinanvegin í øðrum hálvleiki, teir javna síðani til 2-2, og tá Steinbjørn, við einum fiksum trekki, leggur KÍ á odda 3-2, kemur øði í grindina. Teir arbeiða uppá hann, norðingarnir, og hann gerst bara mælskari og illari sum frálíður, og bráðliga rýmir hann ilskur frá teimum, teir rópa aftaná hann, hvagar hann fer. Tá svaraði hann prompte: “Nei, hesum cirkussinum vil eg ikki vera partur av meira, nú fari eg at ragga mær oman í Vágsbotn fyri at vita, um Klaksvíkingurin umsíðir er komin á mál !”
 
Bøkur upp í leypar eru skrivaðar um KÍ. John Reid Bjartalíð og Árni Dahl hava dokumenterað og reist felagnum ein prýðiligan varða. Úr hesum ber onkursvegna til at resonera, at tríggjar bylgjur hava verið avgerandi fyri bóltleikin her norðuri. Tá Sniolvur Jacobsen, á Dalinum, kom eitt rend heimaftur av flatlondum, gjørdist formaður í KÍ eitt skifti, og lærdi klaksvíkingar at spæla heldur enn at sparka bólt. Onnur bylgjan er, tá Sofus Mikkelsen, í Heimistovu, eftir at hava fingið sær útbúgving í ravmagnsfrøði og leikt við B93 á flatlondum, kemur heimaftur, og lyftur leikin upp á eitt uppaftur hægri stig. Triðja bylgjan kemur við Zachariasi á Reyðhúsi og Mouritzi hjá Oyra-Kristoffuri hjá Gøtu-Jákupi. Hartil skal sjálvandi leggjast øll søgan um 66-liðið, sum teir siga var serliga ávirkað av skotanum Mc. Caig, ið kom til Klaksvíkar við einum skotskum togara, og var venjari her í nakrar vikur. Serliga Steinbjørn og Magnus Kjælnes fingu partar av sínari kálvføðing frá hesum skotska fýrinum. Sum John Reid skrivar til ÍSF: “Á Skotlandsferðini fingu vit rættuliga “smakk” uppá at hava ein virkuligan venjara og leiðara í fótbólti og í øllum sum fótbólti hoyrir til – vit koma at leingjast eftir Mc. Caig.” 
 
Annars skal tað ikki undirmetast, tað sum leikarin sjálvur leggur afturat sínum evnum í heimliga umhvørvinum. Nevndi fyri 10 árum síðani, at kanska er Jóannes á Uppsølum ein tann besti fótbóltsleikarin, sum hevur verið í Klaksvík nakrantíð. Kynstrið, teknikkin og serligu vippingarnar við fótablaðnum lærdi hann seg á óvitaárum við einum noða av skipstroyggjutógvi, sum hann við mesta inniligleika og kærleika til spælið syfti upp og niður um bitarnar í roykstovuni hjá Hentsu, av vinstra yvir á høgra fótablað og øvut. Bara soleiðis fært tú bóltsnillingar av heilt serligum kalibri, spyr bara brasilianar ella Johann Cruyff, sum sigur, at ætlar tú at gerast ein raffineraður teknikkari, so er hetta einasti hátturin, Cruyff royndi tað sjálvur í skýmaskotunum og í onkrari ghetto í Amsterdam sum smádrongur, helst besti fótbóltsleikarin í heimi nakrantíð.
 
Á sumri 1968 hitti eg klaksvíkingarnar aftur. Gulu skótarnir á eystara armi á Skálafjørðinum, í liði Grími Kambans, gjørdu ferðalag saman við skótaliði Nólsoyar Páls. Í eina viku baldust vit í Sandoynni. Hetta var um tað mundið, at kendasti ella mest umrøddi samanstoytur í søgu okkara hendi uttan fyri Molan í Havn. Ritan og Ternan brustu saman, Kjartan Hoydal yrkti Ritukvæði, sum Harkaliðið forævigaði, og tí átók Fríðrikur á Másanum sær av tí at seta okkum um Skopunarfjørð. Finn hjá Dykkaranum og Hanus hjá Karsteni í Svínoy vóru oddvitar. Manne hjá Símuni hjá Turið og Jón Tóri, tað er bara ein Jón Tóri, Sigurðsson, stóðu fyri hinum gastronomiska segmentinum. Kókaðu upp í rúgvur av knettum í lítla køksklivanum í skúlanum. Knettið er annars, sambært Jóan Paula, fólkalívsfrøðingi, einasti lutur, sum føroyingar hava latið til heimscivilisatiónina. Fyrstu tríggjar dagarnar var himmalsins ódnarveður, ódn, orkan, og av berari og blektaðari neyð fingu vit innivist í gamla skúlanum heima á Sandi, meðan tjøld og amboð flugu um húsatekjurnar. Tað sá onki út, men hann makaði vindin aftur, og samanumtikið gjørdist hetta ein ógloymandi túrur. Burturúr hesum komu nøkur bond, ið hava hildið heilt fram í okkara tíð. Hitti fleiri teirra aftur á útbúgvingarrásini – í Hoydølum. Jóannes, Høgni, Søren, Oliver, Ásmundur og fleiri. Tak meg ikki í tí, men eg meini at býarmyndin, hin karismatiski Eliesar hjá Joe, var við í ferðini, í hvussu er var hann ein sjálvsagdur partur av hesi gulu armé´ini úr Klaksvík. Á Sjómansskúlanum var lokalpatriotiski konsistensurin uppaftur magnfylri. Av átta næmingum vóru fýra teirra Hanus hjá Nornas, Per hjá Jóhann í Tjørnuvík, Jákup Dion hjá Ova á Hædd og ikki at gloyma skyldmannin Dánjal hjá Kemma. Katrina og omma vóru systkinabørn.
 
Tær eru ikki so fáar, ferðirnar man er farin inn og út av vánni og pollinum. Við skipi. Var nakrar túrar við Sjúrðarbergi í sjeytiárunum og seinri við byrðingum eftir fiskalastum á Kósini og hinumegin vánna undir Norðborg og Dávavirkinum. Ein øgiligur aktivitetur, Urbanus og John William, senior, vóru í vælmaktini. Har hitti man mangar fróðligar menn – yngri og eldri. Hevði lagt merki til, at var miðvikudagur, so møtti tann eini lossingarmaðurin ikki eftir døgverða kl. 1, hann kom ikki fyrr enn tímin var farin av tvey. Tað var kendi bassspælarin Niels í Horni, og hinir søgdu mær, at hann og John William høvdu gjørt ein sersáttmála um hetta, tí tað var so serliga umráðandi hjá Nielsi, at hann sum tónleikari hoyrdi kvøðuljómarnar til sjófólkið, tað ráddi um at tevja musisku tíðarrákini, skuldi tað hilnast í dansinum í Atlantis Bio vikuskiftiskvøldini.
 
“Civis Romanus sum”– eg eri rómverji, soleiðis tóku teir til fyri tveimum ártúsundum síðani, og øll hava hoyrt um gitnu orðini hjá Kennedy forseta “Ich bin ein Berliner.” Beri kenslu á so mangar klaksvíkingar, ið hava ríkað mínar løtur bæði mikið og væl, at eg næstan kann siga: “Eg eri klaksvíkingur !” Í hini nú farnu politisku epokuni, fyri mítt viðkomandi, kom eg at kenna fleiri av umboðum tykkara serliga væl, hóast rákið í tí høpinum kundi ganga sum sinuskurvarnar í streymtalvuni hjá Fischeri. Serliga hesin dagurin, Sjómannadagurin 2008, tá nakrir klaksvíkingar í opnum brævi, við navns nevnilsi, hóttu við báli og brandi, um eg kom norður at røða fyri teimum. Danska løgreglan í Føroyum slerdi uppá tráðin, áðrenn eg fór heiman, teir kundu ikki veita mær neyðugu trygdina, um eg valdi at fara norður. Tað er í lagi, varð svarað, eg kenni klaksvíkingarnar, og skuldi tað verið neyðugt, sum eg ikki vænti, tá taki eg ábyrdina av mær sjálvum. Komin norður á Stengurnar, í útriðini av røðarapallinum, síggi eg í krúllin á Kristian Martini í Grótinum, hann stevnir við beinari kós ímóti mær, og hóast als ongin ófriður og ótryggleiki var norðuri á Stongunum hendan dagin, so gav hann mær onkursvegna somu kensluna sum lívverjar geva ráðharrum í øðrum londum. Ein slíkur skilamaður finst ikki undir hvørjum steini, og tað gekk sum eftir ánni, hóast sjónarmiðini vóru ymisk á fiskivinnupolitiska økinum hjá ráðharranum og fleiri teirra, sum møttir vóru til hetta fína átakið sum Sjómannadagurin er.
 
Á Vaglinum høvdu vit manga góða løtuna. Finnbogi, Heini, Eyðgunn, Vilhelm, Rúna, Eyðun, Karsten, Annfinn og Jógvan við Keldu. Politiska natúrtalentið og flogvitið Finnbogi var góður í ráðum. Á einum veljarafundi norðuri á Nesi sat hann sum blaðungur áhoyrari ímillum tveir skyldmenn haðani norðan. Tá orð ókst av orði á pallinum, tað kundi ganga harðliga fyri seg tá á døgum, teskar annar skyldmaðurin í oyra hansara: “Nú kennir tú teg lítlan?” og Ísakson svaraði: “Ja, nú kenni eg meg satt at siga sum eitt 10-oyra ímillum tvey 5 oyru!” Tit minnast tey stóru morreyðu fimmoyruni og tey minnu blonku 10-oyruni. Eitt kvøldið fundur var í tingbólkinum, fóru vit at spjalla um tey bæði árini abbi mín var skipari við “Haffarinum” hjá Jóan Jakku á Viðareiði, hann og Billu Jógvan kappaðust um, hvør skuldi føra tær størstu lastirnar inn á vánna í 1919 og 20. Finnbogi helt, at Jógvan lá omaná, men tá sigi eg við hann, at hetta samsvarar ikki við statistikkin hjá Símuni í “Havið og Vit”, tá helt hann fyri, at Símun J. Hansen mundi hava gjørt ein roknifeil, og so smírdist hann speiskliga. Hin vitugi Vilhelm hjá Bethuel, var ikki sørari, flestu klaksvíkingar minnast valfundin í KÍ-høllini, júst um tað mundið, tá javnaðarmenn lógu í innanhýsisstríði, í tveimum fylkingum, á Tvøroyri. Aðrir flokkar royndu líkasum at miskreditera Javnaðarflokkin her norðuri við at vísa til orrustuna har suðuri. Nú fær Vilhelm orðið, og fynduga smashar hann alt upp í látur, tá hann sigur: “Eg havi ímorgun frætt, at javnaðarlegendan Sverri Midjord hevur eitt bein í hvørjum leiri suðuri á Tvøroyri, og so mikið veit eg, at tá kann tað av góðum grundum ikki vera langt ímillum partarnar.” Gloymi heldur ongantíð, tá Jógvan við Keldu, sum landsstýrismaður, svaraði mær einum fyrispurningi soleiðis: “Tórbjørn Jacobsen er tann einasti føroyingurin eg kenni, sum er so í ørviti og sjáldsamur, at hann hevði kunnað funnið uppá at leypa úr einum flogfari við ongum fallskíggja.”
 
Nú fekk eg ikki stundir til mentanina, hon spríkir úr hvørjari sprekku her norðuri á øllum mótum, og ein sum veruliga hevur spaðað til á hesum økinum, og sum hevur givið ikki-etniskum norðingum eina lýsing av tí vanliga lívinum her norðuri, umvegis stórar originalar sum Mallus og Óla Jákup Express, er maðurin, ið á sinni yrkti um hesar menninar, sum elska mold. Líggjas í Bø. Aftur nú aktuellur við Jústa-ættini og øðrum Viðareiðissøgum. Maðurin er tikin úr leikum sum skribentur, og takk fái Líggjas, at hann leggur hetta fram so snøggliga, annars var hetta, sum so mangt annað, farið inn í frumtokuni og haðani sást tað ongantíð aftur. Hetta er gerandisdagurin, dagurin hjá tí vanliga manninum, eitt søguligt klípi, eitt søguligt sjónarhorn, sum fær okkum at skilja samfelagið undan okkum mikið meira enn annars.
 
Í kirkjum og samkomum taka teir bønirnar upp í saman aftur. So frægur er mergurin. Tá Axel Tórgarð einaferð prædikaði í Vestmanna og í Kvívík sama dag, tveir tímar ímillum, og loyvdi sær at flyta fram ta somu prædikuna í báðum støðum, var hann so óheppin, at ein vestmenningur hevði leitað sær í kirkju í Kvívík eisini. Hesin nevndi hetta við Axel, sum svaraði: “Ja, tað skal tú bara vita, eg eri ikki ein maður, sum sigur eitt í dag og eitt annað ímorgin.” Soleiðis fari eg í undantaksføri at endurtaka meg sjálvum í tíggju ára afturhvarvi.
 
Pápi Einar Már Guðmundsson var hýruvognsførari í Reykjavík, og so lítið helt hann um fyrstu skaldsøguna hjá soninum "Riddarar hringstigans", at hann helt best vera, at Márurin fekk sær licens sum bilstjóri í hýruvogni. Hann var ikki álvuligur við, at ein spískaður blýantur kundi breyðføða ein vaksnan mann dastið av lívinum. Debutin við fyrstu romanini styrkti hann ikki í trúnni. Einar var annars beitingar- og útróðrarmaður í Klaksvík í sjeytiárunum. Seinri er hann vorðin ein tann gitnasti høvundurin í Norðurlondum og hevur fingið bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.
 
Einar Már og Tóroddur Poulsen, yrkjari, bohémur, tofta- & havnarmaður, maðurin sum fekk Mentanarvirðisløn landsins frá Birni Kalsø, í Spaniastovu, eftir at yrkjarin hevði hótt við at royta bøllingarnar undan honum, hittust á eini café í Keypmannahavn fyri nøkrum árum síðani. Teir spjallaðu um mangt og mikið. Aftur og fram. Síðani fall tosið inn á spurningin um Norðurlond ikki áttu at fingið sær ein felags høvuðstað, ein savnandi metropol, sum kundi standa upp ímóti og mát við aðrar stórbýir úti í heimi. Tóroddur helt Havnina, Nuuk og Reykjavík vera ov smáar í hesum høpi, men kundi ikki rættiliga taka støðu til, um tað skuldi verða Oslo, Stokkhólmur, Helsingfors ella Keypmannahavn. Einar Már lat seg ikki tøla tíansheldur sannføra av hesum føroyska stórbýarkomplexinum, og síðani segði hann tey kendu og legendarisku orðini: “Tað finst bara ein býur í øllum Norðurlondum, har sum alt er, sum ongar aðrastaðir er. Og tað er í Klaksvík. Fara vit nakrantíð at semjast um ein høvuðsstað fyri Norðurlond, so er mítt besta og einasta boð, at tað verður Klaksvík!”
 
Takk fyri at tit lýddu á, takk fyri at eg varð boðin higar og hugnið tykkum nú áfram tað sum eftir er av Norðoyastevnuni. Mátti byrurin verið tykkum blíður í ókomnum døgum.
 
Tórbjørn Jacobsen

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad