Lýsing

SAMAN TAKA VIT EISINI SEINASTU FÁU TØKINI

Í dag og í ár hátíðarhalda vit, at 100 ár eru síðan, at tjóðarflagg okkara, Merkið, varð borið fram í 1919. 21 ár seinni fekk Merkið fyrstu almennu viðurkenningina sum flagg føroyinga.

Hjartaliga takk til øll tey, ið undan gingu, og stríddust fyri, at vit føroyingar fingu okkara egna tjóðarflagg.

Stríðið fyri Merkinum, og altjóða viðurkenning av hesum, er eitt av fleiri átøkum, ið hava ment okkum, og flutt okkum framá, sum land og tjóð. 

Í Føroyum vita vit flest øll, at vit eru nærri nú enn nakrantíð.

Vit kunnu taka avgerðina, tá vit ynskja hetta.

Eisini danskir myndugleikar eru nú varugir við, hvussu nær vit eru við, at taka seinastu fáu tøkini, og gerast sjálvstøðug tjóð. Danskir myndugleikar fremja tí nú átøk á fleiri frontum, til frama fyri danskari tjóðarbygging í Føroyum.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð, í nýggjari tíð, hendir hetta:

  • Danski stjórnarleiðarin skipar fyri valfundi – í Føroyum.
  • Danska fólkatingið sendir valtilfar um donsku grundlógina til øll ung, ið skulu til val á fyrsta sinni – í Føroyum.
  • Danska kongshúsið skipar fyri rennikapping – í Føroyum.

Tey trý veldini – “Folketinget, Regeringen og Kongehuset” – skipa sostatt øll trý fyri átøkum í Føroyum í hesum døgum, og hetta hendir alt vikuna undan einum vali – í Føroyum.

Øll eru tey hjartaliga vælkomin til Føroyar. Sjálvandi.

Men hesi seinastu átøkini bera boð um broytingartíðir. Tað er ikki av tilvild at hesi verða framd. Sjálvandi ikki.

Hesi eru bert enn fleiri dømi um, at vit eru nærri málinum nú enn nakrantíð. Búskaparliga. Vinnuliga. Fyrisitingarliga. Samfelagsliga. Nú manglar bert støðutakanin hjá Føroya fólki – einaferð enn.

4 avgerandi ár standa nú fyri framman. Tí komandi 4 árini heimtaka vit seinastu málsøkini, eitt nú løgreglu og rættarskipan Føroya. Vit hava tí tørv á, at vit eisini á Fólkatingi hava umboð, ið stuðla undir hesum avgerðum, ið sjálvandi skulu takast í Føroyum – men fremjast í verki í samstarvi millum føroyskar og danskar myndugleikar. Velur tú umboð á Fólkating fyri Tjóðveldi, tryggjar tú, at so verður.

Øll eru vit góð við okkara tjóðarflagg, Merkið. Merkið minnir okkum eisini um, at tað, sum vit kunnu vera ósamd um í dag, kunnu vit savnast um í morgin.

Soleiðis hevur eisini verið við øllum teimum tøkum, ið tikin eru á sjálvbjargnisleið – og soleiðis verður eisini, tá vit saman taka seinastu fáu tøkini.

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad