Lýsing

Frælsar Føroyar fyri framman

Røða á Løgtingi ísv. 1. viðgerð av uppskoti til Fíggjarlóg fyri 2019
Kristinu Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

 

Takksemi. Gleði. Vón. Hesar eru ríku kenslurnar nú vit hava lagt fram fjórða og seinasta fíggjarlógaruppskotið í hesum samgonguskeiðnum.

Takksom fyri, at vit – landsstýrið og samgongan – hava fingið møguleikan frá Føroya fólki at stjórna Føroya landi, og hava framt eina røð av átøkum, ið flyta Føroyar framá, seinastu 3 árini.

Gleðist um, at vit hava eitt samfelag í menning, við stórum fólkavøkstri, vaksandi vinnulívi, og støðugt betri vælferðartænastum.

Vónrík um, at vit komandi árið fara at byggja víðari á tað, ið framt er, og flyta okkum enn longur framá, sum land og fólk í einum sjálvbjargnari, samhaldsfastari og meira tíðarhóskandi Føroyum.

Vit velja Føroyar
14. september er ein serstakur dagur í Føroya søgu. Tí á hesum degi valdi Føroya fólk at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land – í 1946. Hesin vilji fólksins varð tó ikki framdur í verki. Síðan hetta hava skiftandi landsstýri stjórnað Føroya landi, og hava vit flutt okkum áfram móti einum alsamt meira sjálvstøðugum samfelag. Enn hava vit tó ikki rokkið málinum.

  1. september 2015 var eisini ein serstakur dagur. Tí tá varð samgonguskjal undirskrivað av Javnaðarflokkinum, Framsókn og Tjóðveldi. Málið var greitt. At skipa einar meira sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar. Vit fóru til verka beinanvegin. Úrslitini tala fyri seg.

Ongantíð hava so nógv fólk búð í Føroyum. Eru nú fleiri 51.000.

Ongantíð hava so nógv størv verið í Føroyum. Eru nú fleiri enn 27.000 løntakarar.

Ongantíð hevur virðið av tí, ið vit skapa hvønn dag verið so stórt sum nú. Bruttotjóðarúrtøkan er nú meira enn 19 milliardir um árið.

Hetta er at fegnast um, og er eitt úrslit av øllum tí, sum fólk skapa kring landið alt, hvønn dag.


Loysa stóru avbjóðingarnar
Øll samfeløg hava avbjóðingar. Soleiðis er eisini í Føroyum. Settu okkum tí beinanvegin fyri, at loysa nakrar av stóru avbjóðingunum, fyri at skapa enn størri trivna, sjálvbjargni og framgongd fyri alt fólkið, og kring landið alt. Vit vildu og vilja loysa stóru avbjóðingarnar.

Frá fólkaminking – til varandi fólkavøkstur
Tí eru sett í verk fleiri nýggjar útbúgvingar kring landið, hægri lestrarstuðul, barsilstíðarskeiðið longt 8 vikur, barnafrádrátturin hækkaður munandi, íløgur í fiskivinnunýmenning, ferðavinnumenning, kreativar vinnugreinir og menning av alivinnuni, umframt fleiri lestrarbústaðir og byggir Bústaðir nú 300 nýggjar leigubústaðir.

Frá vaksandi ójavna – til eitt javnari býti av ríkidøminum
Tí er skattalætti veittur lág- og miðalløntum, pensjónistar og fyritíðarpensjónistar hava fingið meira at liva av, og somuleiðis stakir uppihaldarar og barnafamiljur við fíggjarliga trongum korum. Eisini er játtan sett av til størstu íløguna í bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum nakrantíð, 200 milliónir krónur. Samstundis rinda teir partar av samfelagnum, ið hava havt stór avlop seinastu árini, alivinnan og uppisjóvarvinnan, nakað meira til vælferðarsamfelagið.


Frá dálkandi olju – til grønari Føroyar
Tí eru fleiri átøk framd, at eggja fólki at velja grønar loysnir. MVG-afturbering til grønar hitaskipanir í húsum, umframt til keyp av el- ella vetnisakfari. Lægri el-prís um valt verður at nýta grønar loysnir. Grøn jarðhitaskipan til stásiliga Glasir. Náttúruverndarlóg er nú ávegis, eins og útbjóðing av vindmyllulund fyri at fáa økt framleiðsluna av grønari orku.

Frá parkeraðum nýskipanum – til nýskipanir í verki
Tí eru bæði pensjónsnýskipan, fiskivinnunýskipan og heilsunýskipan samtyktar og settar í verk.

Frá blokkhækking – til “minkandi” blokk
Tí varð árliga hækkingin steðgað, og blokkurin beinanvegin “fastfrystur”. Er tí tann sami í krónum í 2019 sum í 2015. Samstundis eru aðrar inntøkur hjá landinum øktar við omanfyri 1 milliard krónum bara í hesum samgongutíðarskeiðnum. Blokkurin er tí “minkaður” á hvørjum ári sum partur av almennu inntøkunum. Er farin úr 14% av inntøkunum á fíggjarlógini í 2015 niður í 11% í 2019. Hyggja vit at samlaðu inntøkunum, ið land, kommunur og tað almenna taka inn til vælferðarsamfelagið, er blokkurin farin úr um 8% í 2015 niður í um 6% í dag. Samstundis høvdu land og kommunur í fjør samanlagt avlop á 690 mió. kr., ið er meira enn tær 642 mió. kr., ið blokkurin er. Vónandi eydnast eftir komandi løgtingsval at fáa semju um, at gera føroyska samfelagið óheft av studningi úr útlondum.

Frá halli og óhaldføri – til avlop og styrkt haldføri
Tí er hall í 8 ár á samanlagt 3 milliardir krónur, frá 2008 til 2015, vent til avlop á nærum 1,5 milliardir krónur í hesum samgonguskeiðnum. Hetta við vaksandi inntøkum, serliga vegna framgongd í samfelagnum, og varligum árligum rakstrarvøkstri á góð 3% í miðal í samgonguskeiðnum. Skuld landsins minkar og uppsparingin í Búskapargrunni Føroya veksur og kemur uppum 500 mió. kr.. Hartil er bygnaðarligt hall vent til avlop, og búskaparliga langtíðarhaldførið styrkt.

FLU2019: Stórt avlop og varligur rakstrarvøkstur
Fíggjarlógin fyri 2019 er fjórða og seinasta fíggjarlógin í hesum samgonguskeiðnum. Bygt verður víðari á tað, ið framt er, og verða enn fleiri átøk framd fyri at røkka málini, ið samgongan hevur sett sær.

Avlop á góðar 400 milliónir krónur verður rokkið við vøkstri í inntøkum, serliga vegna framgongd í samfelagnum, málrættaðum íløgum, og einum varligum rakstrarvøkstri á 2,6%, íroknað lønarvøkstur í sáttmálatíðarskeiðnum og enntá við søguliga stórum fólkavøkstri.


Gera íløgur í nútíð og framtíð
Nýggjar útbúgvingar kring landið, bústaðarpakki, nærum 10 mió. kr. afturat til Fróðskaparsetrið, nýtt avloysaraskip, fleiri serlæknar, talgildan samleika til allar føroyingar, pensjónistar minst 1.000 krónur meira at liva fyri um mánaðin, tunlar til Hvalba og Dals, umframt undirsjóvartunlar, ið binda Eysturoy, Streymoy og Sandoy saman, frá 40% pensjónsflatskatti til stigvaksandi pensjónsskatt úr 30% upp í 40%, nýggj sendistova, meira fiskivinnunýmenning, og afturgjalding av umleið 1 milliard í skuld. Hesi eru bert nøkur fá av mongu átøkunum í 2019, sum bera okkum framá.


Burðardyggur búskaparvøkstur
Samstundis kunnu vit fegnast um, at vit hava bygt búskaparligu framgongdina seinastu árini á munandi burðardyggari grundarlag, enn vit hava sæð, tá búskaparlig framgongd hevur verið áður. Tí talan er fyrst og fremst um framgongd vegna økta virðisskapan, útflutning og íløgur í landinum. Eisini gera fleiri vinnufyritøkur stórar íløgur í styrkt kappingarføri og framtíðar vøkstur í virkseminum. Hetta er bæði gott og gleðiligt.

Frígeva hendur til bústaðarbygging
Men ov nógv ferð er á byggivinnuni og ov fáar hendur eru tøkar til bústaðarbygging. Tí velja vit, at dríggja nakrar av størru almennu byggiíløgunum, ið krevja nógvar handverkarar. Hetta soleiðis at fleiri hendur eru til, at byggja bústaðir og harvið skapa rúm fyri framhaldandi fólkavøkstri og framgongd.

Góðar tíðir krevja varsemi
Føroyingar hava altíð livað við skiftandi tíðum, tí vit liva í stóran mun í og av náttúruni og tilfeinginum, og eru hartil tætt tengd at samhandli við onnur lond. Í ár hevur 40% hækking av oljuprísunum, saman við minni tøku av alilaksi og lægri uppisjóvarkvotum gjørt, at óvanliga stóri búskaparvøksturin á 6-7%, gerst lægri og meira vanligur um 2%. Vit vænta eisini lægri kvotur komandi ár. Hetta eru broytingar, ið vit altíð skulu vera klár til, og tí er týðandi at vit nú í góðum tíðum reka okkara vælferðarsamfelag við munandi avlopi og varligum rakstrarvøkstri, soleiðis at vit eisini hava ráð eitt gott vælferðarsamfelag, um inntøkurnar komandi árini skuldu minka í eitt tíðarskeið.

Bjálva okkum búskaparliga
Tað er hugaligt, at vit kunnu staðfesta, at búskaparliga framgongdin ikki er grundað á lántøku, so sum vit áður hava sæð tá framgongd hevur verið. Vit bjálva okkum sum samfelag, tí bæði fólk, vinna, kommunur og land minka skuld og spara meira upp enn tey lána. Seinastu árini hava húsarhald og vinna økt innistandandi í føroysku peningastovnunum við meira enn 3 mia. kr., og landið hevur havt avlop á samanlagt 1 mia. kr. seinastu 3 árini. Kunnu tí minka skuld landsins við um 1 mia. kr. komandi ár. Hetta ger okkum sterkari sum samfelag at møta framtíðar avbjóðingum og broytingum, sum altíð vilja koma.

Størri virðisskapan
Úrslitið av framgongdini seinastu árini er, at virðisskapanin í okkara landi – sokallaða bruttotjóðarúrtøkan – nú hevur yvirhálað nøkur av grannalondum okkara, tá vit rokna hesa í mun til hvønn íbúgva.

Búskaparliga hava vit tí helst ongantíð verið so fjøltáttað og væl fyri sum nú.

Samfelagsliga hava vit helst ongantíð verið so samhaldsføst og tíðarhóskandi sum nú.

Sum land og fólk hava vit helst ongantíð verið so sjálvbjargin sum nú.


Sjálvbjargnari, samhaldsfastari og meira tíðarhóskandi Føroyar
Komandi 14. september eru 4 ár síðan landsstýrið og samgongan tóku við landsins leiðslu. Hóast fólksins avgerð frá 1946 enn ikki er framd í verki – og vit enn bíða eftir enn eini fólkaatkvøðu – so er at fegnast um, at vit hava tikið risafet framá móti einum sjálvbjargnum, samhaldsføstum og tíðarhóskandi Føroyum.

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 flytir okkum enn longur framá móti málinum.

Einar frælsar Føroyar eru fyri framman.

 

Á Løgtingi, Oktober 2018

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Deil hesa grein umvegis
468 ad