FØROYAR ERU IKKI TIL SØLU!

”Fleiri kekkar til Føroyar”.”Blokkurin skal hækka”. ”Føroyar bindast fastari í danskar skipanir”. Hetta eru nøkur av vallyftunum, ið fleiri flokkar og valevni, eru komin við, einaferð enn, til hetta fólkatingsvalið. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setir Føroyar í ringt ljós – Føroyar eru ikki til sølu.

Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Fólkatingsumboðanin skal als ikki nýtast til, at fáa so nógvar danskar kekkar til Føroya sum møguligt, og heldur ikki til hækking av blokkinum, ella at binda okkum fastari í danskar skipanir.

Sjálvbjargnari nú enn nakrantíð

Vit skulu heldur virka fyri, at vit í Føroyum menna okkara samfelag enn meira, eitt nú okkara útbúgvingar, okkara heilsuverk, og til fulnar gagnnýta alt okkara stóra tilfeingi. Hetta skal gerast samstundis sum vit fremja ein fíggjarpolitikk, ið skapar ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Og vit eru komin væl áleiðis.

Vit eru nú millum allar ríkastu lond í heiminum. Síðan 1998 er framleiðsla okkara, BTÚ, eisini farin úr góðum 7 mia. kr. upp í um 20 mia. kr. Hetta ger, at vit nú hava yvirhálað nøkur av grannalondum okkara, tá umræður inntøkur og framleiðslu fyri hvønn íbúgva.

Ríkar menningarmøguleikar

Okkara stóra ríkidømi er enntá veruleiki uttan, at vit hava gagnnýtt allar okkara menningarmøguleikar. Fyrst og fremst hava vit fólk við hópi av førleikum, vitan og royndum. Hetta ger tað møguligt at gagnnýta hópin av menningarmøguleikum fyri framman. Eitt nú liggja stórir møguleikar fyri framman tá umræður vinnuliga menning.

Vinnuliga menning og fleiri handilssáttmálar

Bara størri virðisøking innan fiskivinnuna – saman við fleiri og betri handilssáttmálum, kann geva nýggj milliardavirðir. Hartil liggur stórur menningarmøguleiki í ferðavinnuni, ið kann gerast ein nýggj høvuðsvinna, ið skapar spennandi arbeiðspláss kring allar Føroyar. Her krevst tó, at vit í enn størri mun megna at samskipa og menna ferðavinnuna betur innanlands. Eisini hava vit møguleikar viðvíkjandi øllum, ið hevur við maritima vinnu at gera, herundir maritimar tænastur og aling á opnum havi. Somuleiðis er upplagt at seta sær sum mál, at gera Føroyar til undangonguland innan grønar orkuloysnir og talgilding. Kreativu vinnurnar eru eisini í vøkstri, og eru týðandi íkast bæði til okkara samleika og trivna, og til okkara menning sum land og tjóð.

Framtíðarútlitini eru bjørt

Vit kunnu øll hava bjartar vónir, um framtíðarútlitini hjá okkara ríka landi og fólki her í Norðuratlantshavi.  Vit hava allar fyritreytir fyri, at skapa besta samfelagið – bæði nú og fyri komandi ættarlið. Krevur bert, at vit framhaldandi fara at hava eina stjórn, sum vil og megnar at fremja ein framskygdan politikk, ið røkkur inn í framtíðina – til fyrimuns fyri fólkið, vinnuna og samfelagið alt.

Skulu røkja áhugamál Føroya – eisini á Fólkatingi

Skal málið røkkast, krevur hetta eisini, at vit velja fólkatingsumboð, ið til fulnar virka fyri føroyskum áhugamálum, og virka fyri, at Føroyar fáa fulla og javnbjóðis atgongd til allan heim – IKKI fólkatingsumboð, hvørs fremsta mál er, at fasthalda verandi støðu, ella at fáa so nógvar danskar kekkar, so stóra hækking av blokkinum sum møguligt, ella binda okkum fastari í danskar skipanir. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setir Føroyar í ringt ljós.

Føroyar eru ikki til sølu.

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad