Lýsing

Flaggdagsrøða í heimbygdini hjá fyrsta Merkinum

Góðu flaggdagsgestir.

Kennist ómetaliga gott at standa her í Fámjin í dag saman við tykkum øllum, ið eru møtt upp her í dag – á motorsúkklum, á súkklum, við bussi, bilum og bæði rennandi og til gongu – úr Hvalba, Porkeri, Hovi, Vági, Øravík – ja, úr allari oynni og úr øllum landinum.
Hjartanemandi at síggja tykkum øll savnað um okkara tjóðarflagg her í dag, í sjálvari heimbygdini hjá fyrsta føroyska Merkinum.

Hetta er ikki eitthvørt flaggdagshald. Tí tit eru við til at leggja lunnar undir, at gera Fámjin til staðið, har føroyingar savnast úr øllum landinum á hvørjum flaggdegi.
Vit hava jú aðrar hátíðardagar kring landið – eitt nú Ólavsøka í Tórshavn og Norðoyastevna í Klaksvík.

Hví ikki fáa talið av fólkum til flaggdagshaldið í Fámjin at fleirfaldast komandi árini?
Um vit viljin, hendurnar og hjørtuni eru til staðar, so ber alt til. Og hvar skal Føroya størsta flaggdagshald vera, um ikki í Fámjin?

Merkið er meira enn okkara tjóðarflagg.
Merkið minnir okkum eisini um, at tað, ið vit eru ósamd um í dag, verða vit samd um í morgin.

Tað sama ger seg galdandi fyri okkara føroyska mál, heimtøku av ábyrgd á fleiri økjum og onnur stór framstig á sjálvbjargnisleið.

Tí í dag setur ongin spurnartekin við, um vit skulu nýta føroyska málið í øllum samfelagnum, ongin heldur at vit skulu flyta ábyrgd aftur úr Føroyum til Keypmannahavn, og ongin setur spurnartekin við, hvat flagg vit skulu nýta, tá vit skulu umboða Føroyar og føroyska fólkið.

Men soleiðis hevur ikki altíð verið.

Í dag hongur Merkið í tryggum glasskápi, ið verjir móti eldi og ágangi. Hetta er bæði gott og virðiligt, tí tað hevur veruliga verið stórur ágangur og stórt stríð at fáa vakra Merki okkara viðurkent.

Tí mótstøða hevur verið – bæði úr Danmark og eisini í Føroyum.

Tí mugu vit ongantíð taka Merkið fyri givið.
Flaggdagurin er nevnliga eitt úrslit av einum longum stríði fyri hesum.

Vit minnast í dag á flaggdegi okkara øll tey mongu, ið stríddust fyri, at vinna okkum rættin til, at nýta Merkið sum okkara flagg.

Vit minnast eitt nú Jens Oliver Lisberg úr Fámjin, sum var tann fyrsti, ið reisti Merkið á stong í Føroyum – 22. juni 1919 – tá hann var í heimbygdini Fámjin hetta summarið.

Merkið varð tá reist eftir guðstænastu í Fámjins kirkju, og kunnu vit tann dag í dag vitja uppruna Merkið inni í Fámjins kirkju. Hetta er einastandandi.

Hóast vit í dag kunnu fegnast um okkara tjóðarflagg – Merkið – og kenna á okkum, at hetta er týðandi partur partar av okkara samleika sum land og fólk, so kunnu vit tíverri enn ikki verða umboðað av føroyska flagginum, allastaðni har vit fara. Enn eru vit ikki komin á mál. Dømi um hetta eru:

·        Til OL sleppa okkara svimjarar ikki at svimja undir Merkinum – men sleppa hetta til paraolympisku leikirnar.

·        Í Norðurlandaráðnum eru vit enn ikki umboðað við fullum limaskapi.

·        Og í Sameindu Tjóðum (ST) verður enn ikki veittrað við føroyska Merkinum. Eisini har eru vit umboðað av danska flagginum.

Men hetta kann broytast.

Har tað er ein vilji er eisini ein vegur.
Hetta hevur søgan víst okkum. Og hetta hava tit her suðuri meira enn nakar annað prógvað.

Minnist tá Pál Joensen á fyrsta sinni fráboðaði, at hann ætlaði at gerast skjótasti svimjari í heiminum á 1.500 metra teininum. Mongu hildu, at hetta fór ikki at bera til. Men Pál hevur um nakar prógvað at har tað er vilji, har er eisini vegur. Og um tú arbeiðir miðvíst fyri tínum málum, so røkkur tú eisini hesum. Tí tað “ómøguliga” er møguligt.

Men varandi framstig krevja meira – tey krevja samanhald.
Eisini her suðuri síggja vit lýsandi dømi um, hvussu nógv røkkast kann við samanhaldi. Pálshøll er eitt sólarklárt dømi, ið vísir, hvussu nógv kann skapast um fleiri hendur og hjørtu standa saman um hetta.

Hóast vit ofta hoyra um manglandi samanhald millum føroyingar, so er hetta ikki allur sannleikin. Tí tað er hóast alt samanhald, ið gjøgnum øldir hevur tryggjað, at føroyingar hava yvirlivað á oyggjunum kring Føroyar, og tað er eisini samanhald, ið fer at tryggja Føroyum og føroyingum nýggj og størri rættindi og møguleikar.

Størsta forðingin fyri menning er í okkara egna hugaheimi. Tí í veruleikanum ber alt til, um vit bert seta okkum hetta fyri. Tí alt, ið vit kunnu droyma – kunnu vit fremja.

Og vit hava ongantíð havt so góðar møguleikar fyri at gera dreymar til veruleika, og til at ganga nýggjar leiðir sum júst nú.

Ongantíð hevur samfelagið verið so ríkt sum nú.
Ongantíð virðisskapanin so stór sum nú. Okkara inntøka (BTI) pr. íbúgva er enntá hægri enn eitt nú í Danmark og Íslandi.

Ongantíð hevur okkara vælferðarsamfelag verið so nógv útbygt sum nú.

Og ongantíð hava vit verið so nógv búsitandi í Føroyum sum nú. Seinastu 12 mánaðarnar er fólkatalið vaksið við omanfyri 600. Hetta er størsti fólkavøkstur í 14 ár. Heldur fólkavøksturin áfram, fara vit uppum 50.000 fólk í Føroyum komandi ár. Hetta er stórt.

Men tíverri síggja vit ikki vøksturin aftur í øllum samfelagnum. Serliga er tað Suðuroyggin, ið tíverri brýtur frá, við eini fólkaminking. Neyðugt verður við stórum tøkum at venda gongdini. Tað er tí gleðiligt at fleiri kommunur gera sítt til, at gera tað enn meira áhugavert hjá barnafamiljum at búseta seg í oynni, og eisini verða átøk framd, ið skapa nýggj arbeiðspláss – eitt nú innan ferðavinnuna.

Okkara vakra Merki savnar okkum allar føroyingar.
Ung sum eldri, innanlands og uttanlands, tjóðveldisfólk og sambandsfólk – ja, okkum øll.

Vóni at vit komandi ár, tá fólkaatkvøða verður um Stjórnarskipan Føroya, eisini kunnu standa saman um at samtykkja og fremja hesa í verki. Eina felags føroyska grundlóg, ið kemur at staðfesta okkara felags rættindi og skyldur sum land og fólk, og eisini staðfesta okkara sjálvsavgerðarrætt sum fólk í altjóða samfelagnum.

Tað skal somuleiðis vera mín vón, at danskir myndugleikar ikki leggja seg út í fólkaatkvøðuna um Stjórnarskipan Føroya. Eins og gjørt varð við fólkaatkvøðuna um einar sjálvstøðugar Føroyar. Tíverri hevur danska stjórnin tó longu fráboðað, at ein føroysk stjórnarskipan skal vera undir donsku grundlógini. Eisini hevur danska stjórnin fráboðað, at tað bert er ein uttanríkispolitikkur í danska ríkinum – hóast vit øll vita at so er ikki. Makrelstríðið millum ES/Danmark og Føroyar hinmegin vísti hetta meira enn nakað annað.
Samstundis velur sama stjórn nú at fara undir nýtt átak at veittra við føroyska Merkinum á øllum almennum støðum Danmarkar. Heilar 534 danskar flaggstengur skulu veittra við Merkinum á tjóðarhátíð okkara. Hugvekjandi.

Kanska er hetta fyri at heiðra, at í ár eru júst 70 ár síðan fólkaatkvøðuna í 1946 um einar sjálvstøðugar Føroyar? Eitt søguligt ár, har føroyingar valdu einar sjálvstøðugar Føroyar. Viljin var greiður, men hesin vilji varð sum kunnugt ikki framdur í verki.

Men tað var ikki bert tá Merkið varð viðurkent í 1940 ella fólkaatkvøðan í 1946, ið eru og verða søguliga serstøk ár.

Vit sum her eru, liva og virka kunnu gera hvørt einasta ár serstakt.
Komandi árið – ár 2017 – verður eitt av hesum árum, ið fer at gerast søguligt og serstakt av fleiri orsøkum. Eitt nú tí hetta verður árið tá vit, fólkið í Føroyum, skulu taka støðu til okkara egnu Stjórnarskipan Føroya. Og heldur verandi gongd áfram, verður hetta hartil árið, tá vit á fyrsta sinni gerast fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum.

Og latið okkum eisini gera hetta til árið, tá fólkavøkstur aftur verður í Suðuroynni.

Flaggsøgan: Fyrstu ferð Merkið varð almannakunngjørt.
Flaggsøguna kenna flest øll, og fari eg ikki at taka aftur í alla hesa, men í sambandi við, at tað í fjør vóru 125 ár farin síðan abbi mín, Louis Zachariasen, varð føddur á Kirkju í Fugloy, havi eg hug at taka nevna part av flaggsøguni, ið nærum ongantíð er hoyrd.
Abbi mín var avbera samfelagsáhugaður, og sera virkin á fleiri økjum. Føroyska málið hevði ómetaliga nógv at siga fyri hann, og stríddist hann fyri, at hetta skuldi mennast og koma til sín rætt – eitt nú innan fólkaskúlan. Hann varð útlærdur lærari í 1911, og í 1910’unum varð ikki loyvt lærarum at nýta føroyska málið í undirvísingini í fólkaskúlanum. Hann noktaði fyri at fylgja hesum, og valdi tí eisini at nýta føroyska málið, tá undirvíst varð. Hetta varð viðvirkandi til, at hann varð noyddur at fara úr lærarayrkinum. Hann fór síðan til Keypmannahavnar undir víðari lestur innan verkfrøði.

Sum lesandi í Keypmannahavn gjørdist hann virkin í føroyska Studentafelagnum, har hann saman við øðrum í Studentafelagnum virkaði fyri at fáa Føroyum eitt viðurkent flagg – Merkið – ið tey tá kallaðu Studentaflaggið. Ein sera livandi frásøgn frá hesi tíðini er at finna í 25 ára minnisritinum fyri føroyska studentafelagnum frá 1935. Eitt sera áhugavert minnisrit, ið eg havi frá ommu míni. Har hevur Janus Øssurson m.a. hesa frágreiðing um spennandi tíðina, tá teir vóru nakrir í studentafelagnum, ið arbeiddu við hugskoti til eitt viðurkent, føroyskt flagg:

“Okkara uppskot vóru øll krossfløgg, men trupulleikin lá í litsamansetingini; vit vóru skjótt samsintir í tí, at vit áttu at nýta teir norrønu litirnar: reytt, blátt og hvítt – tí reytt og blátt einsamalt fór at verða ov dimt. Men hvussu átti dúkurin at vera litaður? Noreg hevði reyðan og Ísland bláan; skuldi okkara flagg ikki líkjast terra alt ov mikið, var einki annað fyri enn at taka hvítan dúk. Lisberg skeyt so upp, at krossurin skuldi vera bláur uttast og reyður innan, soleiðis at tann bláa rondin samanløgd var eins breið og tann reyði liturin, og breiddin á tí tvílitta krossinum skuldi vera fjórðingurin av hædd flaggsins. Vit fingu so beinanvegin gjørt okkum hvør sítt lítið borðflagg í Nordisk Flag og Fanefabrik í Frederiksberggøtu av hesum nýggja flaggi. Og hesi bæði fløggini vórðu so av Louis Zachariasen á fyrsta sinni borin fram fyri føroyingar á føstugangsveitsluni í Føroyingafelag (Brohusgade 17) 2. mars 1919. Og 11. mars sama ár varð flaggið einmælt góðkent í studentafelagnum.” Og í minningarritinum verður fundarfrásøgn frá hesum serstaka fundinum hjá Føroyingafelagnum í 1919 eisini endurgivin: “Hetta var merkisfundur í søgu Føroyingafelags, sum her skal sigast frá. Borðreitt var við smurdum breyði og øðrum góðgæti. Formaðurin (Johan Hoffgaard) beyð fólki vera vælkomið, og sungið varð føroyskur sangur. Tá ið fólk vóru liðug frá borði, var farið uppá gólv, og hópur av fólki var nú samankomið. Tá dansað hevði verið eina góða løtu, varð steðgur gjørdur í og punsur borin um. Rasmus Rasmussen, háskúlakennari, helt talu fyri Føroyum, Andreas Samuelsen, fólkatingsmaður, fyri Danmark og Jóannes Patursson, landstingsmaður, fyri Føroyingafelag. Fleiri sangir vórðu sungnir inn ímillum talurnar. Tá “Eg oyggjar veit” var sungin, stóð stud. polyt. Louis Zachariasen framm við einum nýggjum føroyskum flaggi. Bað hann føroyingar um at nýta hetta merkið í staðin fyri veðraflaggið. Tann hvíti liturin skuldi minna okkum um havbrosið og hin reina klára himin, meðan tann reyði og blái krossurin, samansettur av teim ellgomlu føroysku litunum, skuldi minna um skyldskapin við øll hini norðanlond, ið eisini nýta krossflaggið. Kraftiga rungaðu hurrarópini fyri flagginum, og sungin varð sangur”.

Ein livandi frágreiðing um henda fund, ið eftirfylgjandi skuldi vísa seg, at gerast ein avgerandi og søguligur fundur hjá Føroyingafelagnum. Tí tað flagg, ið varð borið fram av studentunum 2. mars 1919, skuldi seinni gerast okkara tjóðarflagg – Merkið. Og hóast Jens Oliver Lisberg reisti flaggið í Fámjin longu 3 mánaðar eftir – í juni 1919 – so skuldi tað taka heili 21 ár áðrenn Merkið fekk fyrstu almennu viðurkenningina sum flagg føroyinga – 25. apríl 1940.

Eri errin av, at vera føroyingur, og stolt yvir, at vit saman í øldir hava bygt hetta landið.
Eri eyðmjúk um, at undangongufólk hava tryggja okkara máli, mentan, fólki og Merkinum eina bjarta framtíð.
Og takksom fyri møguleikan at standa saman við tykkum í dag fyri at heiðra okkara felags tjóðarflaggi.

Tí fer mín fyrsta flaggdagsrøða her í Fámjin, her at enda, eisini at hava nakrar hugleiðingar um okkara vakra tjóðarflagg – Merkið og lívið:

Merkið, okkara tjóðarmerki.
Tú ert okkara savningarstað.
Tað vakrasta eg havi sæð.
Reytt, blátt og hvítt.
Bæði mítt og títt.
Vit øll eiga lut í tær.
Tú ert meira enn eygað sær.

Merkið, mítt hvíta merki.
Hvítt sum ein nýggj byrjan, ið lítla og tó stóra tjóðin kann mennast útfrá.
Hvítt sum eitt óskrivað blað, ið leingist eftir bókmentum á egnum máli.
Hvítt sum brúðarkjólin, ið ber boð um lívlangt lyfti.
Hvítt sum dópskjólin, ið er eitt úrslit av kærleika.
Hvítt sum fermingartíðin, tá lívið tyktiskt júst byrjað og ævugt.
Hvítt sum skýggið, sum altíð er á ferð, partur av jarðarinnar óendaligu endurnýtslu.
Hvítt sum friðarflaggið, ið leingist eftir einum heimi uttan kríggj og sorg.
Hvítt sum mjólkin. Okkara fyrsta føði í tryggleikans favni.
Hvítt sum eggið, ið rúmar lívi, styrki og verju.
Hvítt sum tjóðarflogfar okkara, ið dagliga byggir brýr til útlond.
Hvítt sum løgtingshúsið, ið sigst umboða okkum øll.
Hvítt sum savnandi liturin, ið ikki dømir nakran – har alt ber til.

Merkið, mítt bláa merki.
Blátt sum havið. Okkara spískamar og farvegur. Okkara gleði og sorg.
Blátt sum skýfríi summarhimmalin, ið minnir um góðar løtur saman við teimum, ið vit eru góð við.
Blátt sum blákollurnar og bláberini, ið hóast harðført veðurlag vinna fram ár eftir ár.
Blátt sum bygdaleiðir, sum binda bygd og bý saman.
Blátt sum pennurin, ið undirskrivar týðandi avgerðir vegna teg og meg.
Blátt sum blái liturin í mansins húgvu, tá jarðaferð er, og lívið heldur áfram hinumegin.
Blátt sum Facebook. Nýggi pallurin, ið bæði samanbindur og sundurskilir fólk.
Blátt sum borgarligi vongurin, ið eisini eigur lut í okkara felags fortíð og framtíð.
Blátt sum føroyski postkassin, ið er ímyndin av heimtøku av ábyrgd.
Blátt sum svimjihylurin, ið var mítt “næsta heim” flestu barnaárini.
Blátt sum okkara bláa planet, ið krevur ein grønan politikk.
Blátt sum seinastu fíggjarkarmarnir, ið seta kós móti einum sjálvbjargnum búskapi.
Blátt sum boð um álit, ið tú kanst hava á tær sjálvum.

Merkið, mítt reyða merki.
Reytt sum tjaldursnevið. Okkara tjóðarfuglur, ið ber boð um várið og tjóðarbygging.
Reytt sum morgunroðin, ið vermir okkara hjørtu og ber gleðiboð.
Reytt sum blóðið. Lívsins undirstøðukervi, ið minnir okkum á, at lívið er dýrabært.
Reytt sum Reyði Krossur, ið veitir hjálpandi hond har tørvurin er størst – vegna okkum øll.
Reytt sum grindadrápið. Okkara matkovi, mentan og “vit ímóti hinum”.
Reytt sum victorinox knívurin, ið er góður at telgja sær ein skerpikjøtbita við.
Reytt sum Gamli Bókhandil, ið gevur okkum vitan, bókmentir og skriftmál.
Reytt sum býarbussarnir, fyltir við skúlabørnum og fólkum á ferð.
Reytt sum reyðvínið, ið kann gera lyndið lætt og byggja brýr millum fólk.
Reytt sum rabarburnar, tjóðarfrukt okkara, ið skapa søtar løtur í heimum okkara.
Reytt sum vesturskinið á vetri, ið minnir okkum á, at lívið er eitt listarverk.
Reytt sum solidariteturin. Grundleggjandi vøllurin, ið vit øll hava tørv á.
Reytt sum vinstri vongurin, ið droymir um einar Føroyar fyri øll.
Reytt sum fakfelagsrørslan, ið hevur lagt týðandi lunnar, ið støðugt mugu styrkjast.
Reytt sum barnaheimið á Argjum, fylt við dýrabærum løtum og minnum fyri lívið.
Reytt sum bálið á ársins longsta degi, ið ber boð um ársins og lívsins óendaligu rundferð.
Reytt sum Tinganes, ið sigst at skula leiða tjóðina fram á leið.
Reytt sum eldhugurin, sum í øldir hevur búð í Føroya fólki.
Reytt sum kærleikin til landið og fólkið, ið her býr.

Merki okkara, mítt og títt.
Reytt, blátt og hvítt.
Tú umboðar tað, ið eg eri og verið.
Umboðar tað, ið vit eru og verða.
Okkara søgu, okkara samtíð.
Okkara samleika, okkara framtíð.
Okkara hjørtu, fjøll og grønu líð.
Føroya land og Føroya fólk í alla tíð.
Fámjin, Flaggdagurin 2016

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad