Lýsing

Einar sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar

Landskassahall á nærum 200 mió. kr. Vaksandi ójavni millum lág- og hálønt. Vaksandi tal av børnum í fátækraváða.

Vaksandi skuld. Vaksandi ríkisveiting. Manglandi nýskipanir. Hetta vóru nakrar av fyritreytunum, tá samgongan tók við í september 2015.
Lyftið til føroyingar var, at nýggja samgongan skuldi venda hesi gongd.
Vit skuldu býta virðini javnari í Føroyum – eitt nú við skattalætta til lág- og miðallønt.
Vit skuldu tryggja, at eingi børn fóru at vaksa upp í fátækradømi í Føroyum – eitt nú við, at lata ískoyti til barnafamiljur í fíggjarliga trongum korum.
Vit skuldu raðfesta íløgur í ungdómin og fólkavøkstur – eitt nú við longdari barsilstíð og fleiri útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum.

 

Vit skuldu geva pensjónistum fíggjarligan lætta – eitt nú við hækking av pensjónsviðbótini, lækking av KVF-gjaldi og øktum útgjaldi úr Samhaldsfasta.

 

Vit skuldu seta gongd á nýskipanir innan fiskivinnu, pensjónsøkið og heilsuverkið.

Og vit skuldu seta kós móti einum sjálvbjargnum Føroyum – eitt nú við at venda halli til avlop á fíggjarlógini, byrja at rinda aftur skuld, meira vinnugransking, fastfrysta ríkisveiting, og heimtaka ábyrgd av fleiri málsøkjum.
Vit vóru vitandi um, at tað fór at krevja nógv og stór tøk, at venda gongdini, men alt hetta er nú sett í verk. Tí samgongan lovaði føroyingum einar meira samhaldsfastar, sjálvbjargnar og tíðarhóskandi Føroyar. Vit fremja nú í verki tað vit lovaðu.

1.       SJÁLVBJARGNI
Vit lovaðu ein sjálvbjargnan føroyskan búskap og størri politiskt frælsi – eitt nú við at venda hall til avlop, og at heimtaka politiska ábyrgd av fleiri økjum. Hetta fremja vit nú í verki.

Størri búskaparligt og politiskt sjálvbjargni
Føroyar fara frá at hava hall á landsins fíggjarlóg átta ár á rað til, at hava avlop á fíggjarlógini fyri 2016. Hetta er alneyðugt, tí hóast búskaparliga góðar tíðir hevur landið havt hall í 8 ár á rað. Samanlagt hava hallini verið omanfyri 3 mia. kr. Bruttoskuldin hjá landinum er nú nærum 6 mia. kr. So stór hevur skuldin ikki verið síðan kreppuárini í 1990’unum. Vit mugu fara undir at rinda skuld aftur – ikki halda áfram at økja hesa. Bara fyri at rinda avdráttir av eini skuld á 6 mia. kr. krevjast 300 mió. kr. árliga yvir 20 ár. Hartil koma renturnar.

Útgangsstøðið hjá samgonguni, tá ið hon tók við í september 2015, var ein framroknað fíggjarlóg við halli á 144 mió. kr. í 2016. Tá vórðu allar vanligar rakstrarjáttanir enntá framskrivaðar við 0 kr. í vøkstri og 0% í lønar- og prísvøkstri. Bert lógarbundnu játtanirnar vórðu framskrivaðar við tí, ið lógin ásetir og tí, ið landið hevði bundið seg til. Við lønarframskriving og javning nærkaðist hallið tí 200 mió. kr. Tí hava tiltøk verið neyðug bæði í rakstri, íløgum og á inntøkusíðu landsins fyri at venda gongdini. Eitt nú verða tilfeingisinntøkurnar frá ali- og fiskivinnuni øktar, tó gerast hesar ikki størri samanlagt, enn undanfarna samgonga hevði ætlanir um, og hevur fráboðað í vár í fíggjarkørmunum fyri 2016.

Tað er ikki bert búskaparligt sjálvbjargni, ið er málið. Eisini politiskt sjálvbjargni. Fleiri heimtøkur av ábyrgd av málsøkjum, sum í dag eru undir donskum lóggávuvaldi, verða tí framdar. Í 2016 verða eftir ætlan persóns-, familju- og arvamál og útlendingamál heimtikin. Eisini verður farið undir at átaka størri ábyrgd av loftrúminum.

Búskapargrunnurin, Landsbankin og ríkisveitingin
Harafturat eru stig tikin til, at steðga vaksandi ríkisveitingini, hvørs upphædd nú verður fastfryst, og Landsbanki Føroya verður endurstovnaður. Búskapargrunnur Føroya verður eisini endurnýggjaður og fingin at virka – eitt nú sum konjunkturjavnandi amboð, og at leggja upp fyri avleiðingunum av broyttu fólkasamansetingini og forskattingini av pensjónum. Frá og við 2016 verður 20% av avlopinum á fíggjarlógini flutt í Búskapargrunn Føroya. Vit vilja eisini taka størri ábyrgd í altjóða samfelagnum, og tí verður játtanin til neyðhjálp hækkað í 2016, eins og uttanríkispolitiska heimildarlógin – sum á fleiri økjum avmarkar møguleikar Føroya í altjóða høpi – verður endurskoðað og broytt.

 

Virðisøking og vinnumenning
Týðandi liður í, at gerast sjálvbjargin er, at fremja munandi størri virðisøking av tilfeingi landsins. Vit vilja tí skapa góðar umstøður hjá vinnum at trívast og mennast í. Fyri at stimbra virðisøking í fiskivinnuni og vinnulívinum sum heild, er økt játtan sett av til fiskivinnuroyndir, og somuleiðis til Granskingargrunnin, herundir til vinnugransking. Vit vilja eisini fara undir nýggja havrannsóknarskipið, sum hevur bíðað alt ov leingi. Eitt skip, ið fer at stuðla undir hav- og umhvørvisgransking og aðra gransking, og viðvirka til, at vit mótvegis altjóða samfelagnum framhaldandi við leypandi kanningum og gransking kunnu undirbyggja okkara fiskirættindi í føroyskum havøki.

Eisini er játtan sett av til, at fáa framt ein landbúnaðarpolitikk, ið ger okkum meira sjálvbjargin og framkomin innan landbúnað. Samstundis verða stig nú tikin til, at fáa marknaðarført Føroyar sum tænastudepil fyri skip, ið sigla framvið á okkara leiðum, og at fáa framt betri samskipan av ferðavinnutænastum í Føroyum. Hartil verður ferð nú sett á talgildingina av Føroyum. 10 mió. kr. eru settar av til hesa verkætlan í 2016. Hetta verður viðvirkandi til, at vit kunnu fáa eina føroyska talgilda undirskrift um eitt ár. Hetta leggur samstundis eisini lunnar undir framhaldandi talgilding og menning av føroyska samfelagnum og KT-vinnuni.

Skattalættin og lækkaði lønarskatturin fer eisini at gera Føroyar og føroyska vinnu meira kappingarfør.

 

2.      SAMHALDSFESTI
Vit lovaðu javnari býti av landsins virðum – eitt nú við skattalætta til lág- og miðallønt, betri barsilsskipan og ískoyti til fátækar barnafamiljur. Hetta fremja vit nú í verki.

Munandi skattalætti til lág- og miðallønt
Vit vilja lætta um hjá teimum, ið hava størst tørv á hesum. 1. januar verður tí settur í verk ein stórur skattalætti á samanlagdar 137 mió. kr., sum hevur við sær, at lág- og miðallønt fáa ein skattalætta upp í 8.500 kr. um árið. Hetta tryggjar, at framgongdin í búskapinum og pørtum av vinnulívinum seinastu árini í størri mun fer at koma øllum til góðar – eisini teimum, ið ikki fingu lut í sokallaða flatskattalættanum í 2012. Eisini verður hesin skattalættin framdur á ábyrgdarfullan hátt, og er fult fíggjaður. Almennar útrokningar vísa, at alt íroknað (allar lógarbroytingar og gjøld íroknað) vil ein lág- og miðallønt familja fáa góðar 1.000 kr. meira at liva av um mánaðin – um 13.000 kr. meira um árið – í 2016 í mun til 2015. Hetta fer at muna.

Kringvarpsgjaldið verður eisini broytt soleiðis, at ung, støk og pensjónistar fáa ein munandi lætta í gjaldinum. Broytingin í gjaldinum hevur eitt nú við sær, at ung undir 24 ár fáa ein lætta á umleið 3.600 kr. árliga, stakir persónar ein lætta á 1.800 kr. árliga, og stakir pensjónistar ein lætta á 3.000 kr. árliga í gjaldinum.

 

Barsilsfarloyvið longt og ískoyti til barnafamiljur
Vit vilja tryggja, at eingi børn vaksa upp í fátækradømi í Føroyum. Barnafamiljur við avmarkaðum fíggjarligum rásarúmi fáa tí ein munandi lætta frá 1. januar 2016 við serstøkum ískoyti. Ein stakur uppihaldari við lágari inntøku og við tveimum børnum fer komandi ár, at kunna søkja um eitt mánaðarligt ískoyti á nærum 2.000 kr.

Málið er eisini, at leingja barsilstíðina upp í 1 ár. Tí eru stig longu tikin til, at leingja farloyvið við 6 vikum afturat í 2016. Eisini hetta fer at gera gerandisdagin lættari hjá barnafamiljum.

Penjónistar fíggjarligan lætta
Vit vilja eisini geva fólkapensjónistum ein fíggjarligan lætta í 2016. Samlaðu átøkini í samband við fíggjarlógina fyri 2016 tryggja, at stakir fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, fáa 4.600 kr. meira fíggjarligt rásarúm í 2016, og er talan um hjún fáa hesi samanlagt 4.700 kr. í fíggjarligum lætta. Fyri pensjónistar við inntøku við síðuna av pensjónini, verður lættin enn størri, tí skattalættin til lág- og miðallønt eisini kemur hesum til góðar. Er talan um stakan pensjónist við inntøku afturat pensjónini á 10.000 kr. mánaðarliga, er samlaði fíggjarligi lættin um 8.800 kr. árliga, og er inntøkan 20.000 kr. mánarliga, er samlaði lættin 10.600 kr. árliga.

 

3.    TÍÐARHÓSKANDI
Vit lovaðu, at gera Føroyar meira tíðarhóskandi – eitt nú við nýskipanum, grønari Føroyum og fleiri íløgum í útbúgving, gransking og mentan. Hetta fremja vit nú í verki.

Fleiri útbúgvingar og styrkt mentan
Íløgur í ungdómin og útbúgving, gransking og mentan eru týðandi partar av at tryggja framtíð Føroya. Vit hava tí sett okkum fyri, at fara undir at fremja ein veruligan lestrarbý (campus) í verki. 8 mió. kr. eru settar av til hetta, samstundis sum nakrar mió. kr. eru settar av til, at Fróðskaparsetrið skal kunna fara undir nýggja útbúgving í búskaparfrøði, og at taka fleiri lesandi inn á sjúkrarøktarfrøði útbúgvingina longu í 2016.

Uttan ríkt mentanarlív og list vóru vit eitt fátækt land og fólk. Vit vilja tí stimbra tað ríka mentanar- og listavirksemið, ið er í Føroyum, og verða Mentanargrunnurin, Føroya Symfoniorkestur, Musikkskúlin og filmslistin tí eisini styrkt í 2016. Eisini er játtanin til ítrótt hækkað. Fyri framman standa eisini átøk at stimbra føroyska málið, eins og málið er, at nýtt Tjóðleikhús verður veruleiki í samgonguskeiðnum.

 

Orku- og umhvørvisvinarlig átøk
Vit vilja eisini gera Føroyar tíðarhóskandi og sjálvbjargnar tá umræður at reka ein meira umhvørvis- og orkuvinaligan politikk, so vit dálka minni og gera okkum minni heft av oljuinnflutningi og skiftandi oljuprísum. Avgjaldið á eldrivnar bilar verður tí lækkað, og eisini eru tvær mió. kr. settar av til orku- og umhvørvisvinalig tiltøk í 2016. Samstundis fer arbeiðið í gongd, at gera ein “grønan pakka” við fleiri átøkum, ið skulu flyta Føroyar framá á grønu leiðini.

 

Nýskipanarárið 2016
Fyrstu stigini eru sostatt longu tikin, ið vilja tryggja føroyingum einar meira sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar.  Men árið 2016 verður eitt sera avgerandi ár, har framdar verða tær nýskipanir, ið skulu til, fyri at flyta Føroyar framá á fleiri økjum – og at tryggja haldførið í okkara vælferðarsamfelag og búskapi.

 

Eftir ætlan verða uppskot til pensjónsnýskipan og fiskivinnunýskipan klár í 2016. Hesar nýskipanir skulu gerast í breiðum samstarvi á Løgtingi, og í samstarvi við allar viðkomandi partar. Harumframt verður menningarætlan fyri heilsuverkið klár á vári 2016, og eisini verður farið undir at fyrireika fólkaatkvøðu um nýggja Stjórnarskipan, ið skal vera í 2017. Ein skattanevnd fer í komandi ári eisini til verka, at gera tilmæli til eina endurnýggjaða skatta- og avgjaldsskipan í Føroyum. Eina skipan, ið skal tryggja ein haldføran búskap fyri bæði land og kommunur, og tryggja, at Føroyar og føroyskt vinnulív hava støðugar og kappingarførar skatta- og avgjaldsskipanir nú og framyvir.

 

Fremja í verki tað vit lovaðu
Nýggja samgongan hevur í sambandi við hesa fyrstu fíggjarlógina havt sera stutt skotbráð at fremja mongu átøkini. Hetta orsakað av, at løgtingsvalið fall so seint í árinum. Fyri framman stendur eitt nýtt ár við ríkum møguleikum, at fremja komandi nýskipanirnar og átøkini, ið tøttum samstarvi og samráði við allar viðkomandi partar. Gleði meg til árið og átøkini fyri framman, og fegnist um, at vit hava sett eina nýggja kós móti einum meira sjálvbjargnum, samhaldsføstum og tíðarhóskandi Føroyum.

Fíggjarlógin fyri 2016 er nú samtykt, og fyrstu stigini longu tikin. Tí vit fremja sjálvandi í verki tað vit lovaðu.

 

Við ynskjum um eitt eydnuberandi og savnandi nýggjár fyri fólk, vinnu og land.

 

Kristina Háfoss

Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Deil hesa grein umvegis
468 ad