Lýsing

Tónleikur og sjónleikur

Musikkskúlin, sum seinastu árini hevur reikað úr Sortudíki og oman á Skálatrøð og nú endaði úti á Landavegnum, er loksins boðin út. Tilboðini eru ikki komin inn enn, men Tjóðveldi fer at tryggja at byggingin ikki verður súltað eina ferð aftrat.

Tá nýggjur Tjóðpallur skal byggjast, er hóskandi at hann verður bygdur í høvuðsstaðnum. Tórshavnar kommuna eigur, saman við Mentamálaráðnum, at taka lut í tilgongdini til nýggjan Tjóðpall og stuðla ætlanini.

Vit eiga støðugt at menna listaliga umhvørvið í høvuðsstaðnum. Musikkskúlin og Tjóðpallurin eru fyrstu stigini í eini støðugari menning.

 

Jóannes Guttesen, valevni á lista E.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X