Lýsing

Leiga ein taxa

Tórshavnar kommuna eigur at ganga odda á grønu leiðini. Í staðin fyri at keypa bilar, so kunnu vit nýta bilarnar, sum frammanundan koyra í havnargøtum, nevniliga hýruvognarnar. Í nøkrum førum er tó neyðugt við bili – og tá eigur kommunan at hugsa grønt og keypa umhvørvisvinarlig akfør. Við tíðini verður tað eisini náttúrligt at hýruvognarnir leggja um til umhvørvisvinarlig akfør – hetta fer at verða eitt krav frá brúkarunum.

Um hesi stig verða tikin, so frígevast p-pláss, færri bilar eru í ferðsluni – og vit stuðla taxavinnuni.

Samstundis, sum kommunan stuðlar taxavinnuni, so eiga vit at seta krøv. Í minsta lagi 70% av øllum taxaloyvum eiga at verða virkin um náttina um vikuskiftini. Tað skal verða eitt krav, at tað eru nokk av bilum sum koyra um náttina um vikuskiftini. Okkara ungu skulu hava eina trygga heimleið, altíð. Hjá fólki í útjaðaranum er oftani einki annað val.

Vel nýggja orku í býráðið – eg fari at gera mun!

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad