Lýsing

Bíligari fjarhita, nú!

·         Søluvøran hjá Fjarhitafelagnum er orka at hita hús upp við

·         Seinastu 30 árini hevur innkeypsprísurin av umleið 80% av hesi orku verið ókeypis

·         Søluprísurin hjá Fjarhitafelagnum liggur beint undir oljuprísinum

·         Tórshavnar kommuna eigur helvtina av Fjarhitafelagnum

·         SEV eigur hina helvtina

·         Tórshavnar kommuna og hinar kommunurnar eiga SEV

·         Tórshavnar kommuna situr í nevndini hjá Fjarhitafelagnum

Prísurin er alt ov høgur og er tikin úr leysum lofti! Um eg verði valdur, so skal okkurt munagott gerast fyri at lækka prísin! Tað kann gerast við at politisku umboðini hjá Tórshavnar kommunu, ið sita í nevndini í Fjarhitafelagnum, røkja sín leiklut týðiliga og greitt. Oljuprísurin skal takast úr frymlinum, at rokna søluprísin út við.

Vit, vanligu brúkarar, gjalda alt ov nógv fyri hesa tænastu. Vit verða revsaði fyri at hava bundið okkum í eina kollektiva skipan, sum í grundini er umhvørvisliga sera skilagóð. At gagnnýta avlopsorku er skilagott – óansæð hvaðani hon kemur.

Tað er ikki rætt, at privatu húsarhaldini í Hoyvík, sum hava verið íbundin í upp til 30 ár, gjalda gildið. Og gjalda mest sambært prísskránni hjá Fjarhitafelagnum. Stóru kundarnir fáa sertilboð, aðrir gjalda minni enn vanliga húsarhaldið – og so skal privata húsarhaldið gjalda meirvirðisgjald, har partafeløg og kommunur fáa alt ella partvís alt meirvirðisgjaldið aftur.

Útreiðslurnar hjá Fjarhitafelagnum fara til útbygging av fjarhitanetinum, fyrst og fremst. Nakað fer til keyp av olju, sum er neyðugt tá brennistøðin liggur still. Nakað fer til olju til fyribils ískoytisstøðir í býnum og nakað fer til umsiting. Samanlagt er hetta smápengar í mun til inntøkurnar, sum er inngjaldið hjá brúkarunum.

Vit brúkarar eru fyri vanbýti. Prísurin í einum fjarhitaøki skal ikki vera so høgur, at tað gerst freistandi at hugsa um at gera íløgur í aðrar hitaskipanir.

Vel nýggja orku í býráðið – eg vil gera mun!

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvali í Havn.

 

 

 

 

 

 

 

 

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X