Lýsing

Sjálvboðin arbeiðsmegi

Sjálvbodna arbeiðið, sum ger at ung, sum gomul, hava eina ørgrynnu av frítíðartilboðum innan  ítrótt og mentan, skal stuðlast. Tað ger kommunan við at skapa karmarnar – tey sjálvbodnu reka virksemi.

Ein heildarætlan má gerast fyri útbyggingar av ítróttaranleggum, so at øll verða tikini við. Smærru ítróttargreinar, eins væl og tær stóru, eiga at fáa pláss í hesi ætlan. Rúm skal verða fyri øllum.

Sjálvbodna arbeiðið innan mentan og ítrótt ger, at borgarar okkara hava eina ørgrynnu av mennandi frítiðartilboðum, sum skapa trivnað og lív. Sosiala, likamliga og sálarliga menningin skal ikki undirmetast. Øll hesi tilboðini í kommununi hava eisini týdning fyri børn við serligum tørvi – tað hevur týdning, at mong tilboð eru á staðnum.

Vel nýggja orku í býráðið – eg fari at gera mun!

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad