Lýsing

Fjarhitafelagið – betri gjøgnumskygni

Ferði eftir ferð er Fjarhitafelagið og fjarhitaskipanin í andgletti – sum oftast onkur negativ søga, sum sleppur at liva sítt egna lív. Eg haldi, at Fjarhitafelagið eigur at verða sjónligari í orðaskiftinum. Gjøgnumskygni skal verða betri. Viðurskifti um íløgukostnaðir av útbyggingum og rakstrarkostnaðir eiga at tola dagsins ljós. At royna at fjala veruleika skapar ónøgdsemi hjá brúkarunum.

Spurningar sum kunnu viðgerast:

Hví er prísurin  so høgur? Hvat er orkutapið í netinum? Hví verður netið útbygt út í vesturbýin? Hvørjar eru framtíðarætlaninar? Hvussu nógv orka kemur av Sundi? Er fjarhitaskipanin grøn? Hvussu sær roknskapurin út? Hvat við heittvatnstangum sum ískoytisstøðir?

Her manglar álit millum veitara og brúkara. Hesin arbeiðshátturin við vantandi kunning setur bara fleiri spurningar og misálitið veksur. Um einki er at fjala, so er at borðreiða við øllum upplýsingum.

Hjá brúkaranum kann tað kennast, sum um Fjarhitafelagið hyggur niður til brúkaran – og soleiðis fær ein ikki fólkið við sær – heldur hinvegin.

Betri gjøgnumskygni er ein treyt fyri samstarvi og áliti.

Um eg fái eina álitisváttan á komandi býráðsvali, so ætli eg mær í nevndina í Fjarhitafelagnum. Og so ætli eg mær, við góðum grundgevingum, at broyta nakað á samskiftis- og kunningarøkinum.

Vel nýggja orku í býráðið – eg vil gera mun!

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X